mikudagur 25. januar 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • mikudagur • 25. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein bólkur av motor
súkklukoyrarum í
Eysturoy hevur nú
tikið stig til at stovna
felagið Eysturoyar
MC við umleið 60
limum. Endamálið
við felagnum er at
koyra motorsúkklu
og hugna sær saman,
sigur formaðurin
Jackie Zachau
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eysturoyar MC byrjaði
sum ein áhugabólkur á
vári 2003 við umleið 10
motorsúkklueigarum, sum
tá byrjaðu at koyra túrar
saman. Men so við og við
løgdust alt fleiri til, og
longu tvey ár seinni vóru tey
umleið 40 í tali. Endamálið
við áhugabólkinum var at
koyra motorsúkklu og hugna
sær saman.
At byrja ringdu teir í
bólkinum millum sín við
vanligari telefonketu, men
tað var skjótt, at tey fingu
sær eina felags fartelefon
til at senda sms-boð við.
Tann skipanin varð síðan
skift út við eina heilt nýggja
framkomna SMS-skipan frá
kt-fyritøkuni ISUUS Mobile
Sp/f. Hetta var ein góður
lætti, serliga tá tey t.d. høvdu
ætlanir um ein koyritúr í
vikuskiftinum, fingu øll í
bólkinum boð um hetta við
at senda eini SMS-boð.
Tá bólkurin í fjør var
komin heilt upp á 60 motor
súkklukoyrarar, varð avgerð
tikin um at stovna eitt felag,
og 6. desember 2005 var
so felagið Eysturoyar MC
stovnað. Felagið er heima
hoyrandi í Runavík, har allir
felagstúrarnir byrja.
Nevndin í Eysturoyar
MC sær soleiðis út: Jackie
Zachau, Toftir, formaður,
Bogi Reinert Petersen, Skála,
næstformaður, Andrea Isak
sen, Søldarfjørður, kassa
meistari, Elvi Joensen, Søld
arfjørður, skrivari/webmaster,
og Tóra Johannesen, Toftir,
nevndarlimur.
Formaðurin í Felagnum,
Jackie Zachau, sigur, at
summarhálvuna koyra teir
vanliga ein til tveir túrar um
vikuna, alt eftir hvussu veðrið
er. Men hesir túrar eru ikki
bert koyring, tí støðgirnir, tá
termokanna og køkur verða
tikin úr taskunum, eru ofta
líka langir ella longri enn
sjálvir koyritúrarnir. Sosiala
samveran hevur eisini nógv
at siga.
Ein vanligur kvøldtúrur
kann enda hvar sum helst,
sum t.d. í Vágum, í Havn,
við Gjógv, á Selatrað ella
hvar tað skal vera. Ein túr
vóru vit á Kalsoynni og síð
an til Klaksvíkar, har vit
ótu matpakkarnar. Fyrst í
mai í fjør vóru vit ein túr
í Hetlandi við umleið 30
motorsúkklum. Í mai í ár
fara vit til Danmarkar við
22 motorsúkklum. Tann túr
urin er fullteknaður, sigur
Jackie Zachau, formaður í
Eysturoyar MC.
Eysturoyar MC:
Nýtt MC-felag stovnað í Eysturoy
Jackie Zachau, á Toftum er
formaður í Eysturoyar MC
Ein bólkur av motorsúkklukoyrarum í Eysturoy hevur tikið stig til at stovna felagið Eysturoyar MC
Í fjør var bólkurin ein túr í Hetlandi við umleið 30 motor
súkklum. Her eru tey umborð á eini ferju
Endamálið við Eysturoyar MC er at koyra motorsúkklu og
hugna sær saman