Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 25. januar 2006 29 Á altjóða bilafram­ sýningini í Genéve í mars, avdúka Opel ein heilt nýggjan sportvogn, sum líkist Opel GT frá 60-unum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í hesum døgum síggja vit alt meira til nýggj bilmodell, sum líkjast bilum frá 50- og 60-unum. Vit hava sæð tað við t.d. VW New Beetle, Mini Cooper og Ford Mustang. Nú er tað Opel, sum hava eina spennandi avdúking á bilaframsýningini í Genéve, sum verður fyrst í mars. Tað er bilurin, sum er undir presendingini á myndini, ein nýggja útgáva av Opel GT. Nýggi bilurin verður drivin av bakhjólunum, hevur 4 syl. motor, og designið líkist Opel GT, sum fyrstu ferð var sýndur fram á Frankfurt Motor Show í 1965, og kom á marknaðin í 1968. Opel GT var framleiddur í yvir 100.000 eindum frá 1968-73, og síðan hev­ur bilurin verið eitt saml­ara­ objekt um allan heimin. Kelda: GM Danmark Mazda hava í hesum døgum heimpremieru í Detroit av endaligu útgávuni av nýggja Mazda CX-7. Bilurin var fyrstu ferð sýndur fram í Detroit fyri júst einum ári síðan sum konseptbilurin Mazda MX-Crossport Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Orsøkin til at Mazda hava heimspremieru av CX-7 á bilaframsýningini í Detroit, er at bilurin fyrst kemur á amerikanska marknaðin í vár. Seinni kemur bilurin, sum verður framleiddur í Japan, á evropeiska markn­ aðin. Mazda CX-7 er ein so­nevndur Crossover, t.v.s. at bilurin er ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum við bæði sportsligum og SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum. Í mun til longdina (467 cm) er CX-7 rættuliga breið­ ur (187 cm), og hæddin er 165 cm. Bilurin er lægri og breiðari enn fleiri av kapp­­ingarneytunum, og við lutfalsliga stórari aksil­frá­ støðu kemur hann at liggja væl á vegnum. Kabinan er bæði snøgg og sportslig við góðum plássi til fimm vaksnar persónar og teirra viðføri. Á amerikanska markn­að­ inum fæst CX-7 bæði sum vanligur 4x4 og við nýggja framkomna 4x4 systeminum hjá Mazda, Active Torque- Split. Motorurin er ein 2,3 litur bensin við turbo og bein­leiðis innspræning og 244 hk, saman við 6-trins automatiskum girkassa. Enn eru ongir tekniskir upplýsingar komnir upp á evropeisku útgávuna av CX-7, og heldur ikki er av­gjørt, nær bilurin kemur til Evropa. Mazda CX-7 fyrst á amerikanska marknaðin Opel GT frá 60-unum kemur aftur Mazda CX-7 kemur á amerikanska marknaðin í vár. Bilurin er bæði lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu og stórum hjólum Ovara myndin sýnir Opel GT frá 60-unum. Undir presendingini á niðaru myndini er nýggi sportvognurin, ið verður frumsýndur á bilaframsýningini í Genéve fyrst í mars Mazda CX-7 er ein sonevndur Crossover, t.v.s. at bilurin er ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum