mikudagur 25. januar 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 18 - 25. januar 2006
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
MINI COOPER 1,3
Árg 2001, Km 26.000. Kr. 75.000.
Selist fyri kunda.
MITSUBISHI PAJERO 2,8
Árg 1998, Km 105.000. Kr.
140.000 v/mvg. Selist fyri kunda.
SEAT CORDOBA VARIO 1,4
Árg 1998, Km 97.000. Kr. 65.000.
MITSUBISHI CARISMA 1,8GDI
Árg 1998, Km 112.000. Kr. 75.000
PEUGEOT 306GTI 170HK 3H
Árg 1999, Km 175.000. Kr. 90.000
SKODA FABIA COMBI 1,4I
Árg 2002, Km 47.000. Kr. 98.000.
Selist fyri kunda.
CITROEN C5 2,2 HDI PRESTIG
Árg 2001, Km 92.000. Kr. 165.000
HS539
CITROEN BERLINGO 1,6I
MULTI CLIM
Árg 2003, Km 19.000. Kr. 115.000
v/Mvg.
CITROEN XSARA 1.9TD SX 5H
Árg 1998, Km 120.000. Kr.
90.000. Sertilboð uttan bil í
býti 65.000,-.
JH395
PEUGEOT PARKNER 1,9 D
Árg 2000, Km 98.000. Kr. 82.000.
Selist fyri kunda.
Fyrivarni verður tikið fyri villum
Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo
Skopun: Tey seinnu árini
hevur Skopunar Kommuna
gjørt sera nógv fyri at betra
um umstøðunar hjá teimum
mongu útróðrarmonnunum í
bygdini.
Týsdagin var enn eitt stig
gjørt á hesi leið, tá stoypt
var frammanfyri teir nýggju
skúranar, sum standa beint
við bátahylin í bygdini.
Í hesum skúrum hava
útróðrarmenn møðuleika
at goyma útgerð sína. Hetta
kemur helst væl við hjá
monnunum, tí streymur er
lagdur inn eisini, soleiðis at
teir kunnu hava tað heitt og
fjált megan klárt verður gjørt
til næsta túr.
Betri umstøður
til útrórarmenn
Síðan í fjør summ-
ar hevur Fróði
Nolsøe rikið ”Multi-
tænastuna” á Sandi
MATSTOVA
Beinta K. Jacobsen,
starvsnæmingur
Sandur: Tað hevur ikki verið
gjørligt fyrr, men nú ber til
at keypa sær ein góðan bita
í ungmannafelagshúsinum
»Virkinum« á Sandi.
Síðani í juni mánaði í fjør
hevur Fróði Nolsøe, ið rekur
»Multitænustuna« havt eina
matstovu í hesum bygningi.
Fyri matgerðini stendur
Erling Arnason. Tað er eisini
hann, sum er kokkur.
Hann sigur við Sosialin, at
tørvur hevur verið á slíkum
matstaði.
Sum er, er bert gjørligt
at keypa grillmat og slíkt í
einum pylsuvogni.
Men nú eru teir so farnir
eitt stig longur og bjóða
fólki at eta ein góðan bita
um vikuskiftini, eitt nú fleiri
sløg av búffum.
Matstovan hevur eisini
skeinkiloyvi.
Januar mánaði hevur verið
heldur slakur í talinum av
vitjandi, men okkurt vikuskifti
hava verið heilt upp í 60 fólk,
sum hava lagt leiðina framvið
hesum nýggja matstaðnum
heima á Sandi.
Tað eru sjálvandi mest
fólk úr Sandoynni, sum hava
verið og fingið sær
ein betri bita, men
Erling Arnason sigur, at
fólk úr Havnini eisini eru
komin suður higar í hesum
ørindum.
– Hetta liggur væl fyri, tí
strandfaraskipið »Teistin«
siglir av Gomlurætt fleiri
ferðir um dagin, sigur hann.
Til ber eisini at sleppa av
aftur oynni seint á kvøldi, og
tí er hetta eisini eitt gott tilboð
til fólk á meginlandinum.
Ein góður biti í
»Virkinum« á Sandi
Nú kunnu fólk keypa sær ein góðan bita í »Virkinum« á Sandi,
har Erling Arnason ger vælsmakkandi matin
Mynd: Jens Kr. Vang