hósdagur 26. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 26. januar 2006
Klaksvík:
Nakað
av
orðaskifti hevur verið til
spurningin um eitt nýtt
røktarheim skuldi byggjast
í Klaksvík, nú ella seinni.
Og á býráðsfundi í kvøld
verður hetta málið eisini á
skránni.
Borgarstjórin, Steinbjørn
O. Jacobsen hevur áður
sagt, at hetta eigur at bíða,
tí tørvur er á øðrum størri
útbyggingum í kommununi
fyrst. Men úr andstøðuni
var ikki semja um hetta, tí
hetta málið átti at raðfestast
høgt.
Í býráðnum hevur kortini
verið arbeitt við hesum
málinum, m.a. við at kanna
treytirnar fyri at fáa stuðul til
bygging av einum ellis- og
røktarheimi í býnum.
Sosiala nevndin hevur havt
hetta málið til umrøðu, og
her mælir ein meiriluti frá,
at søkja um stuðul til hesa
bygging. Grundgevingin
var, at aðrar bráðneyðugar
íløgur áttu at verðið gjørdar
fyrst, í ár og komandi ár.
Hesi sami meirilutin –
Jórun Høgnesen, Gunvá við
Keldu og Atli S. Justinussen
– heldur tó fast við, at eldra
økið verður tikið við í eini
langtíðarfíggjarætlan.
Ein minniluti – Eyð
gunn Samuelsen og Hans
Arne Bertholdsen – mælir
Býráðnum til at senda
Almanna- og Heilsumála
ráðnum umsókn um stuðul
til 32 røktarheimspláss.
Umsitingin í býrðanum verð
ur haraftrat biðin um at finna
trý tey best egnaðu økini til
hetta. Hesi uppskotini skulu
so leggjast fyri býráðsfundin
í kvøld til støðutakan.
sb.
Kambsdalur
betur
egnaður enn
Skálabotnur
Fótbóltshøll:
Á
býráðsfundi í Klaksvík í
kvøld er eitt av málunum
á skránni, tann ætlaða
innandura fóltbóltshøllin
í Skálabotni.
Fyrireikararnir av hesi
høllini hava arbeitt við
hesum málinum í eina
tíð, og fleiri kommunur
hava eisini havt hetta til
viðgerðar. Teirra millum
er Klaksvíkar komm
una, har byggi- og býar
skipanarnevndin er posi
tivt sinnað fyri ætlanini.
Tá tað er sagt, so met
ir nevndin kortini, at
staðsetingin í Skálabotni
er ov langt burtur frá
Klaksvík. Mælt verður
tí ístaðin til at kanna,
um ikki er møguligt at
byggja eina slíka høll á
Kambsdali ístaðin.
Hesum uppskoti taka
eisini tekniska nevndin,
mentanarnevndin og fíggj
arnevndin í Klaksvíkar
býráði undir við.
Og í kvøld skal so
býráðið sjálvt taka støðu
til hetta málið.
sb.
Í morgin, fríggjadagin
og leygardagin
verður forvitnislig
framsýning um
Grønland á Torginum
í SMS
Tíðindaskriv
Grønland hevur við síni
mentan, landslagi og djóra
lívi nógv spennandi at bjóða,
og á Torginum verður høvi
at síggja eina rúgvu av
grønlendskum myndum,
klæðum, handverki og list.
Talan er um lutir og list
úr hvalatonn, feittsteini,
perlum, kópaskinni o.s.fr.
Eisini fara børn at sita og
seyma ymiskt úr skinni og
grønlendskum perlum.
Framsýningin um Grøn
land er sett upp í sambandi
við inntøkufremjandi tiltak
hjá skúlaflokki í Hoyvíkar
skúla. Børnini skulu til Grøn
lands á námsferð næsta ár
og eru nú farin undir fyri
reikingarnar. Tey fara at
vitja oynna Uummannaq
har norðuri í Grønlandi. Á
oynni búgva uml. 1200 fólk
og næmingarnir verða hýstir
hjá privatfólki. Lagt er upp
til eina spennandi, læruríka
og ógloymandi námsferð
og tað ber framsýningin á
Torginum brá av.
Neyvan røktarheim á hesum sinni
Grønland í SMS
Røktarheim er knýtt at Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men tørvurin á slíkum heimi er stórur, og tí
verður kannað um og nær eitt nýtt røktarheim kann byggjast í framtíðini