hósdagur 26. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 19 - 26. januar 2006
Ráðstevnan ”Offshore Faroes” í Norðurlandahúsinum
nú um dagarnar varð bæði neyðug og góð. Umframt
at seta fokus á sjálva oljuleitingina við Føroyar, har
tíbetri fleiri glottar hómast í havsbrúnni, so høvdu
stigtakararnir eisini valt at umrøða orkuspurningin
sum heild.
Nú kann við fyrsta eygnakast sigast, at hóast hesi
málini ikki heilt hoyra saman, so eru tey partur
av somu søk: hvussu vit í framtíðini kunnu nøkta
vaksandi orkutørvin. Og her kemur komandi olju
leitingin eisini inn í myndina. Vit eru nevniliga so
nógv bundin at oju sum orkukeldu, at stór oljufund
á okkara landgrunni kunnu vera við til at venda
óhepnu gongdini. Eini gongd, har vit við verandi
og komandi høgu oljuprísunum verða uppaftur
bundin at innfluttu oljuni. Finna vit okkara egnu
olju kemur hon sjálvandi at skapa størri javnvág í
roknskapinum, tvs. at vit tá hava eina nýggja inn
tøkukeldu, sum kann byrgja upp fyri høgu olju
prísunum, sum í løtuni tyngja búskapin alt meira.
Hin parturin av orkuveitingini, viðvarandi orku
keldur so sum vind- og alduorka er hin stóra avbjóð
ingin. Vit hava brúk fyri at menna slíkar orkukeldur,
antin vit finna olju ella ikki. Og her hava vit longu
sett skjøtil á, hóast tað eru tey, sum halda, at tað
hevur gingið alt ov seint. Nú er at hyggja frameftir
og taka viðvarandi orkukeldur í størsta álvara.
Tað er at vóna, at slík ráðstevna kann gera okkum
meira medvitandi um ta álvarsligu støðu, sum
samfelag okkara er í, tá orkuveiting umræður. Før
oyar liggja fremst í øllum heiminum, tá tað snýr
seg um at vera bundin at olju. Umleið 94% av
allari orkunýtsluni stava frá olju. Tá eru skipini
íroknað.
Tí er boðskapurin frá olju- og orkuráðstevnuni
greiður: latið okkum finna oljuna og samtíðis
eisini menna viðvarandi orkukeldurnar. Tú kanst
eisini siga tað soleiðis: finna vit olju so hava vit
eisini uppaftur betur ráð til at menna viðvarandi
orkukeldur, tvs. at vit her kunnu sláa tvær flugur
við eitt. Hví ikki leggja okkum á odda her eisini,
nevniliga tá vit hava funnið oljuna at brúka part av
teimum inntøkunum til at gera Føroyar til staðið,
har viðvarandi orkukeldur fáa hægstu raðfesting.
Hvussu enn gongst við oljuleitingini, so hava vit
veruliga brúk fyri at skunda undir útbygging av
viðvarandi orkukeldum. Finst eingin olja, so er
hetta ikki bert neyðugt, tá verður tað ein avgerandi
treyt, skal hesum samfelagnum verða lív lagað við
støðugt vaksandi oljuprísunum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Neyðug orkuráðstevna
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Haldi, at vit hava fleiri jour
narlistar her í Føroyum! Vit
hava nakrar, ið eru góðir,
sum duga avbæra væl. Men
so eru tað nakrir, ið virkuliga
skuldi tikið seg saman!
Haldi, at journarlistanir
meira kundu tonkt upp á
tað positiva og ikki altíð
fokusera upp á tað negativa!
Nú ein dagin kundi Norrøna
ikki leggja at fyrrenn umleið
kl.15, tað vil siga 9 timar
ov seint vegna veður. Ein
journarlistur snakkaði við
nøkur fólk umborð. Hann
spurdi onkran, um tað ikki
var keðiligt, at næstan allur
dagurin var spiltur burtur
o.s.fr... men fólkin høvdu
tað so deiligt umborð!
Hví kundi hann ikki havt
spurt, um tað ikki var deiligt
at hava frí ein dag afturat...?
Hví skal ein bara spyrja um
tað negativa og ikki eisini
tað positiva? Onkur sigur,
at tað negativa selur betur,
men heilt ærligt... ein kann
eisini stýra sær!
Tað er meiri enn so, tá
ein hoyrir útvarp ella sær
sjónvarp, har tvey kjakast
um eitthvørt evni, at jour
narlisturin heldur við einum
av teimum, og tað bæði
hoyrir og sær ein væl! Og
so eru tað tveir ímóti einum.
Hvussu sær man tað? Jú, t. d.
gevur journarlisturin einum
minni tíð at siga, hvat hann
meinar, og so verður tað
eisini lagt press niður á tann
eina persónin!
Journarlistar í Danmark
eru vanliga meiri vinarligir,
smílandi og royna at fáa
okkurt positivt burturúr
kjakinum! Haldi veruliga,
at summir føroyskir jour
nalistar hava nógv at læra...
Haldi annars, at tað eru
fleiri áhugaverdar sendingar
bæði í útvarpinum og í sjón
varpinum.
beinta_bergsdottir@hotmail.com
Fólk eru troytt av roki
num, sum altíð er um
Sev. Tey vilja bara sleppa
at tendra og sløkkja
kontaktina – og so skelda,
tá streymurin fer
At ósemjan, sum hevur tikið
seg upp í Sev-leiðsluni, hev
ur breitt seg til antin at halda
við meirilutanum í Stýrinum
um at koyra stjóran fyri Sev
frá ella fara í parti við minni
lutanum og lata mannin varð
veita starv sítt, hevur fingið
slíkar dimensiónir, sum vit
neyvan høvdu ímyndað okk
um, nú fyrsta árið hjá hesum
Stýrinum er um at fara aftur
um bak.
Longu tá stríðið í februar í
fjør um at um manna Stýrið
kom til sjóndar, sást hvørjar
kreftir lógu framvið í Sev.
Hættirnar, ið brúktir vóru av
meirilutanum í kommununi
í Suðurstreymoy, vóru ikki
serliga tiltalandi fyri aðrar
nývaldar limir í øårum
kommunum, sum ongan
hug høvdu at vera drigin
uppá tráð í einum slíkum
stríði. Nógv vóru nývald og
hildu, at soleiðis plagdi tað
at vera.
Úrslitið síggja vit í dag, har
ikki bara meirlutin í Stýrinum
hevur givið stjóranum í
Sev, Klæmint Weihe sekk
in, men eisini hevur givið
Stýrisformanninum, Leivi
Hansen, eitt gypp í aftur
partin.
Tá hann ikki tók undir
við ætlan meirilutans, har
ein partur eru hansara egnu
partamenn, var hann skiftur
út við Kim Durhuus.
Skriðan leyp
Tað skilst, at ætlanin hjá Stýri
num var at halda uppsøgnina
av Klæminti Weihe loyniliga
so leingi, sum til bar, men
eftirsum skjótt lak út, hvør
ætlanin hjá meirilutanum
var, leyp skriðan.
Einki var tí meiri natúrligt
enn at heita á formannin
fyri umboðsnevndina hjá
Sev, Hans Tausen Olsen,
um at kalla til eykafund í
umboðsnevndini við stytst
møguligari freist fyri at fáa
eina frágreiðing um tað,
sum hent er og møguliga at
fáa broytt ymiskt fyri at fáa
viðurskiftini rætt lag aftur.
Tá minnilutin heitti á
umboðsnevndarlimir í yms
um pørtum av landinum um
at taka undir við hesi áheitan
fyri at fáa kravdu undirtøkuna
fyri einum slíkum eyka
fundi, tóku vit, sum umboða
Sambandsflokkin í Suður
streymoy, undir við áheit
anini.
Rokið tað bera humbug
Men at taka undir við eini
áheitan um eykafund og
so at skula tryggja ávísum
persónum sess í Stýrinum
einaferð aftrat, eru hvør sítt
mál, sum spurnartekin kann
setast við.
Sambandsflokkurin í Suð
urstreymoy skyldar ikki
Tjóðveldisflokkinum nakað
sum helst, og áðrenn ein
sólarklár frágreiðing á eyka
umboðsnevndarfundinum
er fingin til vega hesum við
víkjandi, kann alt henda.
Ein viðkomandi spurn
ingur er, um ikki øll humlan
í Stýrinum skal skiftast
út, og nýggj fólk veljast
í staðin, so friður kann
valda á stovninum, sum eit
ur Sev. Ella ein partur av
Stýrinum.
Ongantíð hevur heitið á
bókini hjá Søren Kierkegaard
“Antin Ella”, sum Ólavur
Rasmussen gav út beint und
an jólan, verið meiri aktuelt
enn í júst hesum stríðnum.
Fyri vanlig fólk, sum ikki
kenna annað til Sev enn at
sløkkja og tendra og skelda,
tá streymurin fer, er alt rokið
í Sev tað bera humbug.
Tíðin tykist vera farin
frá tí gomlu uppbygging av
stovninum, sum eitur Sev,
hóast tað eru kommunurnar
sum eiga hann.
Tíðin er kanska eisini longu
farin frá seinast samtyktu
broytingini í starvsskipanina
fyri umboðsnevndina hjá
Sev, sum er lítið eldri enn
hetta valda Stýrið.
beate@post.olivant.fo
Kanska best, at øll humlan verður skift út
Limur í umboðs
nevndini hjá Sev
Beate L.
Samuelsen
Beinta
Bergsdóttir
Ov nógvir negativir journarlistar