Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 26. januar 2006 11 Ein kendur havnamaður ringdi til mín nú um dagarnar og greiddi frá, at hann einaferð spurdi Ingálv av Reyni, sála, hvat ein listarmaður er. Eftir eina hugsunarløtu svaraði Ingálvur í sín­um sermerkta eyð­ mjúkleika: »Tað er ein, sum hevur málað EIN góðan málning – kanska tveir« Sostatt feldi hesin viður­ kendi listarmaðurin fyrst og fremst dóm yvir síni egnu listaverk, og í sama viðbragdi lyfti hann list­ ina upp í hæddirnar. Hann dømdi listina hart júst fyri at geva henni sítt sanna virði. List er list, tí hon ber av tí vanliga, tí, sum øll kunnu avrika. Listarfólk eru úrmælingar, sum hava fingið serlig skap­ anarevni. Men í dag kann ein og hvør kalla seg listarfólk. Onkur heldur enntá, at alt, sum skapað verður, er list. Gamaní, men samstundis dregur hetta listina niður av tindunum. Um øll eru listarfólk og alt er list, hvat er so list? Eyðkennið er júst, at hon skarar framúr. Vit kunnu øll gerast bergtikin av eini yrking, málningi ella sjónleiki. Vit undrast og ásanna, at hetta høvdu bert fá megnað at gjørt og staðfesta tí, at talan er um list. Heitið listarfólk er eftir mínum tykki eitt heiti, sum onnur eiga at geva einum. Ein yrking, bók, málningur, eitt lag, ein sjónleikur osfr. eru alt avrik, sum venda sær til onnur at gera sína meting um. Yrkjarin, sjónleikarin ella málarin sjálvur er ógegn­igur at meta um sítt egna avrik. Tí ber tað í roynd og veru illa til at kalla seg sjálvan listarfólk; tað stendur til hini at avgera. Eins og tað illa ber til at kalla seg sjálvan kristnan, hóast flestu okkara brúka tað heitið um okkum sálvi. Hetta heitið er eins og heit­ ið listarfólk ein æra, sum onnur krýna ein við, um ein livir upp til heitið. Øll kunnu kalla seg kristin, og í tí navninum er nógv ókristið framt, og harvið er heitið drigið niður á botn. Atferð, lív og avrik sýna, um talan er um ein kristnan – somuleiðis við listarfólkinum. At so nógv í dagsins sam­felag krýna síni egnu avrik sum list, kann minka um virðingina fyri listini. Tí list er nakað, sum virðing eigur at vera um. Og tá nú listin eisini verður misnýtt til politiska propagandaherferð, missir listin sum heiti sítt virði. Nú frættist um øðrvísi mótmælisgongu, fyri­ skip­að av listafólki. Vón­andi fer hendan mót­ mælisgongan at virða list­ ina og ikki misnýta hana til propagandaherferð. Eg havi stóra virðing fyri list og listafólkum, tí hesi fáa meg støðugt at undrast og fegnast um serligu evnini, sjálvur Skaparin hevur giv­ið listafólkum. Allar Guð­givnar gávur kunnu nýtast til tað, sum gott er, men tær kunnu samstundis eisini misnýtast til annað enn tað, tær vórðu givnar. Tí vil eg heita á øll listafólk um at halda virðingina fyri listini uppi. Venda vit aftur til orðini hjá Ingálvi av Reyni, sála, kann aðalmálið hjá einumhvørjum mynd­lista­ fólki vera at mála EIN góð­ an málning – kanska tveir. Hjá skrivandi listafólki kann málið so samsvarandi vera at skriva EINA góða yrking ella bók. bill@leita.fo VIÐMERKINGAR Atlantsflog, ikki Atlantic Airways! (Flogterna, flogsveinur og einskiljing) Atlantsflog: Í Føroyum eiga vit at brúka føroyska heitið, Atlantsflog! Uttanlands kunnu vit so brúka enska heit­ið, Atlantic Airways! Annars fari eg at ynskja Atlantsflog(i) blíðan byr! Tit (vit) vunnu á útlendskum stórkapitali. Til lukku við tí! Flogterna: Ikki stjúardessa, men flogterna! Gevið gætur! Tað úttalast terna, ikki tedna! Í kvæðamáli er ein terna ein tænastugenta. Flogsveinur: Havi hoyrt onkustaðni, at maðurin, stjúardurin, eitur flogsveinur á føroyskum!?! Snøgt orð! Einskiljing: Gott orð, tá tú hevur vant teg við tað! Privat (latín) merkir nakað sum: at skilja frá tí almenna og lata tí einstaka! Góðu myndugleikar! Ein­skiljið ikki okkara høvuðsfarleið til umheimin á útlendskar hendur! Ver­ið varnir! Ups, politisk mál­ røkt! Faroe Jet: Nýggja føroyska flogfelagnum fari eg eisini at ynskja blíðan byr; men gott í tykkum: Fáið tykkum eisini eitt føroyskt navn til nýtslu í Føroyum! Við háfloygdari mál­ kvøðu eydun.a.borg@skulin.fo Meiningar og holdningar í kjalarvørrinum av kynsrelateraðu umrøðuni Í umrøðuni av korum, ella manglandi korum, hjá teim­ um sum víkja frá tí normala á kynsliga økjinum, er ymiskt knýtt uppí, sum á sama hátt er egnað til umrøðu. Tað mest syrgiliga í um­røð­ uni higartil, er uttan iva tað, at persónur av øðrum uppruna enn føroyskum, misfór og framvegis misfer Merkið á ein syndarligan hátt. Útvarpssendingin »fimm­ ar­in« hev­ur longu um­­røtt talufrælsið, sum er eitt sera áhugavert evni í kjal­ arvørrinum av om­an­fyri­ nevndu umrøðu. Eitt annað evni sum í hesi umrøðu er sera viðkomandi er tolsemi. Tolsemi. (toleranca) Bólkurin 200 við síni meld­ ing av sóknarprestinum Mo­g­ens T. Christensen, vísti eitt dømi upp á mangl­ andi tolsemi. Kanska enn­tá ekstremt manglandi tol­semi. Hetta er galdandi, hóast hetta var ein roynd at útnytta kjakið til teirra egna fordeil. Bill Justinussen kann ikki leggjast undir manglandi tol­semi í sama mun, hóast hann mælti fútanum at taka flaggdálkanina hjá Ole Wich til viðgerðar. Hansara átak var ikki so víðgongt sum átakið hjá bólkinum 200, harumframt var átak hansara ein beinleiðis fylgja av provokatiónini frá teim fyrrnevndu. Kundi tikið fleiri dømi, men haldi ikki at tey kasta so nógv ljós á hetta evnið at tað er neyðugt, men eri samdur við Finni Helmsdal í hansara vurdering av umrøðuni. Hvat er tolsemi so? Jú, tað er millum annað, tað at vit kunnu liva lið um lið í sátt og semju, hóast vit eru ymisk og hava ymiskar holdningar. Um hetta er allur sann­ leikin um tolsemi. Ella sagt vi øðrum orðum; at tað ikki letur seg gera at beskriva tol­ semi ørðvísi, skal eg als ikki pástanda. Tolsemi og holdningar Eitt sum mangan ger seg galdandi, bæði í umrøðu manna millum og í um­røðu í fjølmiðlunum, er ein sam­ antvinnan av hugtøk­unum holdningar og tolsemi. Samantvinningin sær út til at hava eina rót í tí, at hevur ein kristiligar holdningar, so er ein intolerantur, með­ an tolsemi fylgir við tí at vera liberalur ella sekulari­ seraður. Hesin hugburður er langt av leið. Tað nærmasta hes­ in hugburður kemur sann­ leikanum, er tann sannroynd, at millum tey fólk sum vísa manglandi tolsemi eisini eru fólk sum hava sterkar holdningar. Men manglandi tolsemi hongur ikki uppií tí at hava holdningar og meiningar til lívsins viðurskifti. Heldur er tað soleiðis, at fólk eru meira og minni tolin. Ella sagt meira beinleiðis, tað vilja altíð vera menniskju sum eru ekstrem. Manglandi tolsemi kemur harumframt mangan av mangl­andi upplýsing um ting­ini. Manglandi tolsemi kann eisini skyldast ótta. Men eisini fólk sum kalla seg upplýst kunnu vísa skelk­ andi mangul uppá tolsemi. Men lat tað vera sligið fast, at tað at hava holdningar og manglandi tolsemi er ikki eitt og tað sama. Føroyska tolsemi Tað hevur verið ført fram í dagsaktuellu umrøðuni, at vit í Føroyum vísa manglandi tolsemi. Hetta meini eg als ikki er rætt. Føroyar er eitt tað landið í vesturheiminum sum í stórstan mun hevur varðveitt kristnu hugsjónina í verki og talu. Lat meg so siga alt fyri eitt, at harvið er tað ikki sagt, at ikki onkrar ónollir hanga við her og der. Tað vil tað vist altíð koma at gera í alla tað tíð vit tosa um menniskju. Kristna hugsjónin er ikki snævur tá tað snýr seg um tolsemi. Kærleiksboðið í skriftini og Jesu tala um kær­leikans týdning, eigur at skúgva allan iva um hetta til viks. Og í Føroyum liva fólk lið um lið í sátt og semju, uttan at spyrja grannar og bygda­ fólk, hvat teirra seksuella orientering er. Hygg rundanum okkum. Eru Føroyar ikki í nógv størri mun enn hini londini í vesturheiminum spard fyri kriminalitet, bardagar og familierar sorgarleikir? Vit kunnu, uttan at himpr­ ast, ganga hvar í landinum vit vilja allar tíðir á døgninum. Eitt annað dagsaktuelt dømi sum vísir hvussu stórt føroyska tolsemi er, er hetta: Tað letur seg gera hjá persóni, – av øðrum uppruna enn føroyskum, – at heingja okkum út sum fólk, og enn­ tá at brúka okkara egna tjóð­areyðkenni til tess, og framvegis ganga ekkaleysur mitt okkara millum. Sami persónur kann so loyva sær, eftir at hava gjørt hesa níðingsgerð, at uppføra seg sum gíslatakari og diktera okkum hvordan og hvorledes. Les bara Dimmalætting frá tískvøldinum 17.januar. (de homoseksuelle og den færøske historie). citat: ”Der skal sendes nogle klare signaler, der indikerer, at de er accepteret som en del af den færøske kulturarv og accepteret i nutidens og fremtidens samfund.” citat slut. Hetta er ein partur av loysi­ peninginum fyri at loysa sløjfuna av kunstprojekti hans­­­ara. Hvar aðrastaðnis í verðini er tolsemi so stórt, at hetta kundi latið seg gjørt? Onga aðrastaðnis hevði ein tílíkur persónur kunna gingið ekkaleysur runt ímill­ um fólkið! Den færøske kulturarv Føroyski mentunnararvurin hevur ongar trupulleikar at viðurkenna sær føroyska fólk­ið, soleiðis sum tað er skapt. Eins og í øllum øðr­um mentanum er tað so­leiðis, at ymiskt er hvussu stolt fólkið er av tíðar­skeið­­um og góðsinum í ment­an­ar­ arvinum, men kenn­ast við hann, tað hava vit ongar trupulleikar av. Haldi ikki at føroyski mentanararvurin inniheldur minni tolsemi mótvegis øðr­vísi-hugsandi, enn ment­ anararvurin í grannatjóðum okkara ger tað. Her á landi hava til dømis ongantíð brent heksir á báli, soleiðis sum tað hevur verið gjørt í grannatjóðum okkara. Nei okkara fólk nýtist ikki at skammast við ment­anar­arv okkara, tvørturímóti eru vit stolt av at vera ”føroyingar serstøk tjóð”. Tað serstaka við tjóð okk­ ara hevur í øllum førum í nýggjari tíð verið at vit eru gestablíð og hava stórt tolsemi. Framtíðarsamfelagið At spáa um framtíðina hevur altíð verið trupult. Tað er tó einki sum helst sum tíðir uppá, at føroyska framtíðarsamfelagið ikki skal góðtaka mennsikju sum tey eru. Og helst verður tað eisini pláss fyri, at ávís fólk fara at rópa upp um, at tað ikki verður lagt nokk merki til teirra. Okkara samfelag kemur helst eisini at kunna hýsa teimum norðurlendingum, sum hóast tey eru av øðrum uppruna, koma til tað niður­ støðu, at í Føroyum er betri at vera, enn í tí landi sum tey vóru fødd. Vit hava heldur ikki nakra føroyska tíðing av útlendska orðafellinum: ”skik følge, eller land fly.” So, alt í alt, so sær tað slett­ is ikki so svart út. spg@post.olivant.fo Flúgvandi málrøkt Lærari Eyðun á Borg Føroyskt tolsemi Fyrrverandi landsstýrismaður Sámal Petur í Grund Hvat er ein listarmaður? Løgtingsmaður Bill Justinussen veitst tú ikki tað?