Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 19 - 26. januar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Tveir skiparar hjá Color Line hava fingið sekkin, tí manningin slapp at drekka Nýggjársaftan loyvdu skip­ar­ arnir á ferjunum ”Kronprins Harald” og ”Color Fantasy” manningunum at smakka sær á, meðan skipini lógu við bryggju í ávikavist Oslo og Kiel. Men tað gongur ikki, sig­ ur reiðaríið. Tí vórðu báðir skipararnir boðsendir fyri einari viku síðani. Tað er ikki greitt, hvat bleiv sagt á fundinum, men í hvussu er eru teir ikki skiparar hjá Color Line longur, skrivar Aftenposten. Kunningarstjórin hjá reiðarínum, Helge Otto Mathi­sen, sigur við blaðið, at manningarnar hava als ikki loyvi at drekka nakað sterkt, sama um skipini liggja við bryggju ella ikki. Hóast almenna valúrslitið ikki er almannakunngjørt enn, bendir alt á, at Hamas vann palestinska tjóðar­ tingsvalið og skal skipa eina stjórn, sum umheimurin ikki vil kennast við Val Árni Joensen fartekst@mail.dk Langt áðrenn upp teljingin var liðug, kunngjørdi leiðslan í Hamas, at flokkurin hevði vunnið valið, tí hann hevði fingið í hvussu er 70 av teim­um 132 tinglimunum og sostatt meiriluta. Løtu seinni ásannaðu leið­andi limir í Fatah-stjórn­ arflokkinum, at flokkurin hevði tapt, og Ahmed Qurie, forsætisráðharri, kunngjørdi, at hann og hansara ráðharrar høvdu lagt frá sær. – Fólkið hevur valt, og vit mugu virða fólksins av­gerð. Er úrslitið tað, sum sagt verður, eigur forsetin at biðja Hamas skipa stjórn, segði forsætisráðharrin, tá hann boðaði frá, at stjórnin var farin frá. Sambært tíð­ indastovunum misti Fatah- flokkurin serliga nógvar at­kvøður á bygd. Sambært stýrisskipanini skal Mahmoud Abbas, for­ seti, biðja tann størsta flokk­ in skipa stjórn. Sjálvur er for­setin valdur beinleiðis, so úrslitið av tjóðartingsvalin­um hevur onga ávirkan á embæti hansara, men Abbas hevur sagt, at hann fer at leggja frá sær, um valúrslitið ber í sær, at friðarsamráðingarnar við Ísrael steðga upp . Enn er heldur ikki nakað, sum bendir á, at nakrar sam­ ráðingar verða við Ísrael. Ein talsmaður hjá Hamas sigur við AP, at sum er kemur tað ikki upp á tal at viðurkenna Ísrael. – Samráðingar við Ísrael standa ikki í politisku skrá okkara, sigur Mushir al- Masri, sum sjálvur er valdur í nýggja tjóðartingið. Hann heldur kortini, at Hamas eigur at leggja seg eftir at fáa samstarv við Fatah-flokkin, tí tað er umráðandi, at tað palestinska fólkið stendur saman, sigur hann. Skal leggja vápnini Tað góða valúrslitið hjá Ham­as kemur Ísrael og USA sera illa við, og bæði lond­ ini hava gjørt greitt, at tey fara ikki at samráðast við eina Hamas-stjórn, fyrr enn Hamas broytir politikk og stevnumið. – Ísrael kann als ikki góð­ taka, at Hamas verður part­ ur av einari palestinskari stjórn. Hamas er ein yvir­ gangs­felagsskapur, sum hev­ur sum mál at beina fyri Ísrael, og tí er tað okkara krav, at felagsskapurin letur vápnini frá sær, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert. Hann fekk alt fyri eitt full­ an stuðul frá amerikanska for­setanum, George W. Bush. – Vit tingast ikki við teir, fyrr enn teir slepp a tankanum um at oyðileggja Ísrael, vóru boðini úr Hvítu Húsunum. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, vil eisini hava Hamas at lata vápnini frá sær. – Ein og hvør vápnaður fe­lagsskapur, sum vil slepp a at taka lut í einari demo­krat­ iskari tilgongd, eigur at lata vápnini frá sær, tí tað er ikki sambæriligt at bera vápn og at sita í lóggevandi tinginum. Eg ivist ikki í, at Hamas skilir tað, sigur Kofi Annan. Skipararnir koyrdir í land Hamas til valdið Mahmoud Abbas, forseti, hevur sagt, at hann fer frá, um hann ikki sleppur at halda fram við friðarsamráðingunum við Ísrael Mynd: Reuters Amerikanskir granskarar, sum hava kannað nak­rar fuglastovnar í Vestur­grøn­ landi, siga, at átta stovnar eru minkaðir nógv ta sein­ astu øldina. Eitt nú siga teir, at í dag eru umleið ein millión færri lomvigar í Vesturgrønlandi enn tíðliga í síðstu øld. William Burnham, Kurt K. Burnham og Tom J. Cade hava talt fuglin og borið úrslitið saman við fuglateljingar, sum danski læknin Alfred Bertelsen gjørdi í Vesturgrønlandi í árunum frá 1905 til 1920. Teir siga, at í Uum­ mannaq er lomvigin at kalla útruddaður, og at tað er nógv minni til av ritu, álku, æðu og falki nú enn tá. Orsøkina halda amerikonsku granskararnir vera, at tað er vorðið mun­ andi trengri hjá fuglinum í Vesturgrønlandi ta sein­ astu øldina. Í hesum tíðar­ skeiðinum er fólkatalið fer­faldað, og í dag brúka menn skjóttgangandi bátar, tá teir veiða fugl. Christian Hjorth, sum er formaður í danska fugla­ felagnum, sigur við danska útvarpið, at gongdin við fuglinum í Vesturgrønlandi líkist einari lívfrøðiligari vanlukku. Minni fuglur í Grønlandi Russar vilja fegnir sam­ starva við norsku olju­ fe­løg­ini, nú ætlanin er at fara undir oljuvinnu í Barentshavinum, og norsku feløgini fara neyvan at bera seg undan, skrivar Aften­ posten. Talan er serliga um Stock­manleiðina í russ­ iska partinum av Barents­ havinum. Leiðin er tann størsta gassleiðin, sum higartil er ávíst, og met­ ing­arnar siga, at hon er tríggjar ferðir størri enn Trollleiðin, sum er tann størsta gassleiðin á norska landgrunninum. Ein talsmaður hjá russiska gassfelagnum Gazprom sigur við Aftenposten, at norsku feløgini hava drúgvar royndir, og eftir hansara tykki er tað ikki annað enn rímiligt, at russar og norðmenn samstarva. Tey bæði stóru norsku oljufeløgini, Statoil og Hydro, hava longu víst russ­ iska hugskotinum áhuga. Statoil hevur boðið russum at taka lut í at menna Snø­ hvitleiðina, og Hydro hev­ur brúkt royndirnar á leiðini Ormen Lange til at sannføra russar um, at felagið er ført fyri at hjálpa Gazprom, tá russar ætlandi fara undir at menna Stockmanleiðina um nøkur ár. Vilja samstarva um olju Í september í fjør dømdi ein spanskur dómstólur Najib Chaib Mohamed drúgva fongsulsrevsing fyri at hava verið limur í Al-Qaeda. Men seinasta fríggjadag kundi hann spáka út úr fongslinum sum frælsur maður, og teir næstu mánaðarnar slepp a fleiri av feløgum hansara eisini út úr fongslinum. Orsøkin er, at dómurin ímóti monnunum er ikki galdandi enn. Teir dømdu hava skotið dómin inn fyri hægstarætt, men hann hevur ikki viðgjørt málini enn, og eftir spanskari lóg kunnu menninir slepp a leysir, til hægstirættur hevur tikið støðu. Tí slapp Najib Chaib Mohamed leysur í síðstu viku. Í næsta mánað slepp ur Mohamed Zahar Adade leysur, í juli Jose Luis Gallant og í oktober Mohamed Ghaleb. Ein annar, Said Chedadi, slapp leysur longu í november í fjør. Sponsku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr máli­num og vísa á, at verandi lóg má broytast. Blaðið El Pais skrivar, at tað, sum nú hendir, minnir um tað, sum hendi í 2002. Tá varð algerski yvirgangsmaðurin Ale­ kema Lamari latin leys­ur orsakað av somu lógar­ grein. Tvey ár seinni, tann 11. mars í 2004, skip­aði hann fyri teirri blóð­ugu bumbuatsóknini í Madrid, sum kostaði 191 manna­ lív. Sleppa útaftur