Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 26. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ingemann Krabenhøft, Skopun, andaðist á Rík­ issjúkrahúsinum miku­ dagin 25. januar 65 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andre Mellemgaard Jacobsen, úr Klaksvík, andaðist á Norðoya Røkt­ arheimi, týsdagin 24. januar, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Kyndilsmessudag fyllir elsta skótaliðið í landinum 80 ár. Sjálvan føðingardagin hevur liðið móttøku í Skótahøllini og leygardagin eftir verður veitsla. Hósdagin 2. februar eru 80 ár liðin, síðani teir fýra havnadreingirnir, Es­kild Christiansen, Arne Ellingsgaard, Pauli Christ­ iansen og Zacharias Poulsen stovnaðu Skótalið Sigmunds Brestissonar. Skótarørslan var tá av álv­ ara farin at breiða seg um heimin, og tað, ið hesur dreing­irnir byrjaðu vaks seg skjótt stórt. Í hesi 80 árini hava fleiri túsund havn­ardreingir annaðhvørt verið úlvaungar, skótar, birki­ beinar ella rovarar í SSB. Eftir at hava arbeitt við skótaítróttini í eini trý-fýra ár, keypti SSB síni fyrstu høli á Bakkahellu fyri 1000 krónur. Í hesum smáu húsunum høvdu skótarnir so skótaarbeiði sítt til í 1956, tá tann prýðiliga Skótahøllin var liðug og gjørdist karmur um skótalívið í SSB. Tað hevur gingið upp og niður hjá SSB síðani byrj­an­ ina í 1926, men øll hesi árini hevur verið lív í fylkinum - fyrst á Bakkahellu og síðani í Skótahøllini við Havnará. Nógvir tættir hava eyð­ kent skótalívið í SSB síð­ ani byrjan. Eitt eru summ­ arlegurnar, eitt annað eru tær føstu kappingarnar og eitt triðja var tann árliga skótaveitslan, sum ikki minst tær ungu genturnar gleddu seg til. Skótaveitslurnar vóru í mong ár hildnar í Tórshøll – og seinri í Klubbanum – við borðhaldi, undirhaldi, sangi og dansi. Ikki minst vóru skótaveitslurnar kendar fyri skemt, spæl og sang, tí nógvar góðar kreftir innan leik og tónleik vóru í skótaarbeiðinum. SSB var ikki meiri enn tvey ár, tá liðið var á fyrstu skótaleguni uttanlands og síðani hava skótar úr SSB verið á mongum leg­um, jambore´eum og jambo­ rettum kring stóran part av heiminum. Men í minnunum hjá teimum flestu skótunum standa óivað túrarnir og legur­ nar í tí føroysku náttúruni. Liðið fekk rættiliga góða undirtøku frá byrjan, men størstu undirtøkuna hevði SSB óivað seinast í 30-unum og aftur í 50- og 60-árunum. Í 1939 vóru so nógvir skótar komnir uppí, at 2. lið varð stovnað. Í 1961 varð 3. lið stovnað og tá vóru eitt skifti 18 patruljur í SSB. Men hesi árini batnaðu tíðirnar, og tá fleiri ítriv stóðu teimum ungu í boði, minkaði áhugin fyri skótaarbeiðnum nakað, so seinni varð aftur lagt saman í tvey lið. Tá fleiri yngru dreingir høvdu hug at koma upp í skótaarbeiðið, varð úlvalið stovnað seinast í 20-unum. Úlvaliðið hevur ikki verið virkið alla tíðina, men eitt skifti frá 50-unum og eini 20 ár fram vóru tvey lið og 8 patruljur. Eisini eldri skótar høvdu hug at halda fram, og rov­ ara­flokkurin sá dagsins ljós fyrst í 40-unum. Í 60- unum varð eisini Sankta Jørundsgildið sett á stovn fyri gamlar skótar. SSB var farið um tey 40, tá stig vórðu tikin til at fáa gentur upp í skótaarbeiðið hjá teimum gulu skótunum. Tær bláu gentuskótarnir skip­aðu seg í Skótalið Tóru Sigmundsdóttir í 1969. Saman eru SSB og STS skipað í Skótafylki Sig­ munds Brestissonar. Í dag eru umleið 130 skótar í fylkinum. Í nógv ár lá talið um 250, og tá talið var av tí mesta, høvdu meiri enn 300 úlvar, skótar og rovarar sína gongd í Skótahøllina. Móttøka Í samband við at Skótafylki Sigmunds Brestissonar verð­ ur 80 ár verður opið hús í Skótahøllini við Havnará hósdagin 2. februar kl. 16.00 til 19.00. Skótaveitsla Skipað verður eisini fyri stórari veitslu nú SSB fyllir 80 ár. Veitslan verður í sam­ komuhøllini í Hoydølum leygardagin 4. februar kl. 16. Umboð fyri onnur skótalið í Føroyum, landsstýrið og býráðið eru boðin við. Eisini verða fyrrverandi skótar í SSB og STS bodnir við. Atgongumerki á kr. 150,00 fáast við at ringja ella senda sms-boð til 21 10 30, 21 94 18 ella 21 44 63. Ella í Skótahøllini mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið kl. 19-21. Tíðindaskriv frá Konsertfelagnum Tað er ikki bara listarmálarin Mikines, ið verður há­tíðar­ hildin í hesum døgum. Um allan heim verður eisini gjørt nógv burturúr, at tvey av mætastu klassisku tónaskaldunum fylla runt í hesum árinum. Fríggjadagin verða liðin 250 ár síðan Wolfgang Amadeus Mozart varð borin í heim í Salzburg, tann 27 januar 1756. Og seinni í ár, tann 25. sep­ tember, verða liðin 100 ár síðan russiska tónaskaldið Dmitri Shostakovich varð føddur í Sankta Pætursborg. Í hesum sambandi skipar Kon­sertfelagið fyri tveim­ um konsertum við eini ný­stovnaðari klavertrio, sum hevur vant eina skrá við verkum eftir Mozart og Shosta­kovich. Trioin er mannað við Jó­hannesi Andreasen, klaver­leikara, Sámali Peter­ sen, violinleikara og Tóra Restorff Jacobsen, sello­ leikara. Flestu stóru klassisku tóna­ skaldini síðan eina ferð í 18. øld hava skrivað fyri hesa manning. Men síðan tann víðagitna Trio Pro Arte vitjaði Føroyar regluliga sein­ast í sjeytiárunum hava føroyskir áhoyrarar bert hendingaferð havt høvi at hoyra klavertrioir á kon­ sertum. Á konsertunum leggja Jóhannes, Sámal og Tóri fyri við klavertrio í C-dur, KV 548, eftir Mozart, sum varð skrivað á sumri 1788. Hetta er um somu tíð sum Mozart skrivaði sínar seinastu sin­ foniur. Síðan spæla teir klaver­ trio nr. 1 c-moll, opus 8, eftir Shostakovich. Hetta verkið er í einum satsi, og Shostakovich var bert 17 ára gamalur og fram­vegis næmingur á konservatoriinum í heimbýi sínum, tá hann skrivaði tónleikin. Eftir ein steðg spæla teir trio nr. 2 e-moll, opus 67, eisini eftir Shostakovich. Trioin er eitt stórverk og varð skrivað í 1944. Um hetta mundi var Shostakovich, eins og flestu sovjettbúgvar, illa trongdur av kríggi og harðræði Stalins. Nýstovnaða trioin spælir hesa skránna tvær ferðir. Fyrru ferð í Fríðrikskirkjuni á Toftum hósdagin 26. januar, kl. 19.30 og seinnu ferð í Læraraskúlahøllini í Havn leygardagin 28. januar, kl. 16.00. Tøkk Tøkk fyri sýnda samkenslu tá góða mamma, vermamma og omma okkara Anna Joensen Klaksvík doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til gravar. Familjunnar vegna Rudolf, Hallgerð og Eyðbjørg Skótalið Sigmunds Brestissonar fyllir 80 ár Konsertir við nýstovnaðari klavertrio Dagurin í morgin 27. januar. Chrysostomos, deyður ár 407. Jóannes æt hann, men fekk navnið Chrysostomos (gullsmiður), av tí at hann var tiltikin at prædika. Var patriarkur í Kon­ stantinopel, men fekk so nógvar fíggindar innan fyri kirkjuliðið, at hann fleiri ferðir mátti taka til rímingar, og á einari av ferðunum doyði hann, men varð seinni skírdur halgimenni.