Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 19 - 26. januar 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 13. januar 2006 var móttøka á Skúlaheiminum í Havn í samband við at Herluf Simonsen, lærari, gavst á Tekniska Skúlanum Fríggjadagin 13. januar 2006 var móttøka á Skúlaheiminum í Havn í samband við at Herluf Simonsen, lærari, gavst á Tekn­ iska Skúlanum í Tórs­ havn vegna aldur eftir at hava starvast á skúlanum yvir 40 ár Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Fitt av fólki, starvsfelagar, fyrr­verandi lærlingar, meist­ arar og onnur vóru komin at heilsa upp á Herluf Sim­ on­sen í kantinuni á Skúla­ heiminum, nú hann gavst. Fleiri røður vórðu hildnar, eisini vóru heilsanir og gávur vóru til Herluf, m.a. handaði Sigurd Vatnhamar, sum nú er leiðandi lærari á timburdeildini, gávu frá starvsfólkunum á timbur­ deild­ini. Bjarni Djurholm landsstýrismaður, sum í nógv ár var lærari á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, bar fram eina heilsan. Vilhelm M. Johannesen, fyrrverandi stýrisformaður, og núverandi stýrisformaðurin, Mouritz Mohr, bóru fram heilsanir. Fleiri onnur starvsfólk og vinir bóru somuleiðis heilsanir fram. Egon Øregaard, skúlastjóri, nevndi m.a. í røðuni, at Her­ luf var settur í fast starv á Tekniska Skúlanum 1. januar 1970. HS hevur sostatt verið í føstum starvi á TST í 36 ár. Setanarbrævið er undirskrivað av Leif Mohr, sum tá var stýrisformaður og Jóhann Ziska, skúlastjóra. Men Herluf byrjaði sum tímalærari longu 18. august 1965, so hann hevur starvast yvir 40 ár á skúlanum. Fyrsta árslønin hjá Herlufi í føstum starvi var kr. 36.477, tað var tað sama sum Volvo- bilurin kostaði, sum hann keypti í 1969. Skúlastjórin handaði Her­ luf Simonsen gávu, sum var eitt talvborð við talvfólki. Hetta var í einum snotisligum kassa, gjørdur úr mahogni. Tað sermerkta var, at alt er gjørt á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Talvborðið er fresað úr aluminium – talvfólki er dreygað, somu­leiðis úr aluminium og messing. Hetta var gjørt á maskindeildini. Kassin úr mahogni og ramman um talvborðið var gjørt á timburdeildini. Á lokinum stóð á silvurplátu. „Tekniski Skúlin í Tórshavn takkar tær fyri ídni títt“.- Ein sermerkt og sera snotulig gáva. Herluf hevur verið virkin í fakfelagsarbeiðnum hjá lær­ arunum á teknisku skúlunum, og var nevndarlimur í fyrstu nevndini hjá Føroya Tekniska Lærarafelag. Hann hevur verið leiðandi lærari á snikkaradeildini í mong ár. Herluf, ið er 67 ára gam­al, er ættaður úr Sanda­vági. Hann lærdi til bygningssnikkara í Sanda­vági. Skúlagongdin og sveina­royndin fóru fram á Hillerød teknisk skole. Síðan tók hann útbúgving sum byggiteknikari og byggi­frøðingur á hand­verk­ araháskúlanum í Haslev í 1965. Síðan hevur hann verið lærari á Tekniska Skúlanum í Havn. Hóast Herluf er givin sum lærari, hevur hann nokk at takast við heima. Hann eigur m.a. fleiri ellisakfør, sum hann er í ferð við at seta í stand. Herluf Simonsen, Tórshavn: Givin eftir yvir 40 árum sum lærari Lærarar á skúlanum heilsa Herlufi, f.v. Arne Clementsen, Hanus Wang og Beinir Hansen Herluf heilsar upp á familjuna, f.v. Marita (systir Herluf) og maðurin, Christian Martin Christiansen, og beiggi Herluf, Arnhold Simonsen Herluf og Eli Brimsvík (h.m.) formaður í Handverkarafelagnum Famlijan var eisini væl umboðað Herluf saman við stjóranum á Tekniska Skúlanum, Egon Øregaard