Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 19 - 26. januar 2006 Sandur: Tað hevur verið arbeitt við málinum um at geva sandingum eitt egið fólkabókasavn í nøkur ár. Nú eru umsíður líkindi til at hetta gerst veruleiki. Sands kommuna hevur fyri stuttum fingið eitt upp­skot um, hvussu ein kann innrætta kjallaran í kommunuskrivstovuni til eitt slíkt bókasavn. Her hevur áður verið handil, og tí er neyðugt við ávísum broytingum á staðnum. Ætlanin er, at brúkararnir m.a. skulu kunna læna bøkur, lesa dagbløðini, eins og tey við teldum fara út at rógva á alnetinum. – Gongur alt sum ætlað, verður fólkabókasavnið á Sandi latið upp áðrenn árs­skiftið, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi við Sosialin. Hvat samstarv, sum kann verða millum hetta fólka­ bókasavnið og listasavnið í bygdini, tað fer so framtíðin at vísa. sb. Trúboðaraskip: Síðani á sumri í fjør hevur Logos Hope  (gamla Norrøna) ligið við skipasmiðju í Kroatia, har alt tað grova stálarbeiðið og høv­ uðsinstalatiónirnar verða gjørdar heilt av nýggjum. Skipið hevur verið í turr­ dok. Eftir at hava sæð botnin á skipinum fyri fyrstu ferð, vóru teir, ið standa fyri umvælingini ov­farnir av at síggja, í hvussu góðum standi stálið var. Nú liggur skipið so aft­ ur við skipasmiðjuna Bro­ do­trogir í Kroatia. Tey ið arbeiða umborð sammeta skipið við eitt kolanám. So gott sum alt er tikið inn­an úr skipinum og nógv stálarbeiði verður gjørt, og tí líkist skipið als ikki gomlu Norrønu innan. Tá umvælingin verður liðug einaferð í framtíðini skal Logos Hope virka sum trúboðaraskip hjá missi­ónsfelagsskapinum “Operation Mobilisation”. sb. Botnurin í góðum standi Kommunur: Tað var ikki uttan stríð og strev at sam­ starvið um eina felags barna­verndartænastu gjørd­ ist til veruleika. Men henda tænastan mill­um tvær kommunur á meginøkinum og tríggjar í Norðoyggjum gjørdist kortini veruleiki. Og nú er gjørligt at seta seg í sam­ band við hesa tænastuna hvønn yrkadag í arbeiðstíð og eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Henda felags barna­vernd­ ar­tænastan fyri  Sunda, Eiðis, Hvannasunds, Við­ar­ eiðis og Húsa kommunur heldur til á Oyrarbakka. sb. Felags barnaverndin farin til verka Bókasavnið gerst nú veruleiki Sandingar fáa nú atgongd til egið fólkabókasavn. Eftir ætlan letur hetta upp seint í heyst Einaferð var hon flaggskip okkara, Norrøna. Í framtíðini fer hon at virka sum trúboðara­ skip Salli Lognberg í Skopun hevur drúgvar royndir sum útróðrarmaður. Hann hevur verið mangan túrin til skips og við sínum egna báti. – At hava bát og kunna fara til útróðrar, – tað kann halda einum eldri manni uppi. Tað er so 100 %, sigur hann. Útróðrarlíkindi Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skopun: Týsmorgunin var Salli Lognberg aftur í báti sínum. Hetta hevur hann gjørt so mangan áður: Hann var burtur um summarið, kom so aftur um heystið og róði so út um veturin. – Tað skal eg siga tær: Ein gleddi seg at koma heim av skipi og síðani at fara til útróðrar við sínum egna báti, sigur tann nú 78 ára gamli Salli. Henda morgunin við havna­lagið í Skopun var alt gjørt klárt at fara á enn eina útróðrarferð. Og tað mundi helst eisini vera tíð uppá tað! – Tað hevur verið so stak vánaligt veður í seinastuni. Eg fekk bert tveir dagar í desember, - tað var tað heila. – So hetta er fyrsti túrurin í hesum árinum. Men nú er veðrið eisini so frálíkt og streymurin góður, sigur hann og fer bakkandi út úr havnalagnum við báti sínum ”Hemarin”. Hesaferð ætlaði hann sær í Flógvan, har hann hevur verið so mangar ferðir áður. Hetta er vanliga ein góð fiskileið hjá útróðrarbátum. Men tað eru tó ikki bert teir, sum hava fingið eyguni upp fyri hesi leiðini, tí nú eru línubátarnir eisini lagstir á hana. Línan yvirtekur alt Tá talan er um útróður, so man hesin 78 ára gamli út­róðrarknassin úr Skopun vita, hvat hann tosar um. Tá tosið fellur inn á um­ støður og líkindi hjá út­­róðr­ armonnum anno Domino 2006, so hevur Salli sínar avgjørdu hugsar um hetta: – Her er ein álvarsom broyting við at koma í. Tað eru als ikki somu forhold í dag, sum áður, heldur hann. Við útróðrinum í dag er støðan einfalt hon, at tað er línan sum hevur yvirtikið tað heila. Og hetta hevur eisini sínar fylgjur fyri hansara starv. – Tú. Tann gamli útróð­ ur­in hann er simpelthen skúgv­aður til viks. Í dag er eingin tjansur at klára seg hjá einum manni sum skal royna við snellu. – Nei, tað ber yvirhøvur ikki til longur. Er fiskur á einum staði, so er línan har beinanvegin – eisini mitt um summarið, sigur Salli avgjørdur. Út um 3 fjórðingar Eitt dømi um júst hetta er ein av góðu fiskileiðunum hjá snellubátunum – Flógvin, teir kalla. Í dag er henda leiðin yvirtikin av línuni. Inni fyri Norðradali er eisini sama skilið, tí har eru ofta stórir bátar at síggja. – Tosað hevur verið um at halda línuna uttanfyri tríggjar fjórðingar. Men tað hevur altíð verið ein stór mótstøða móti tí. – Tað er tó eingin ivi um, at hetta hevði verið ein sera góð loysn fyri okkum. Hví kunnu vit ikki eisini eiga okkara øki?! – Eitt er so sikkurt: Skal fiskurin fiskast upp inni við land, so er okkurt heilt løgið, sigur Salli. Útróður uttan nakran góðan Sum útróðrarmaður so fylgir Salli væl við í tí, sum verður havt á lofti og tosað um innan fiskivinnu. – Tað vísir seg soleiðis fyri mær, at nógvir føroyingar halda at vit koma at liva foruttan tosk. – Ja, ja, tað kann so væl vera. Men so verður lítið eftir av Føroya fólki. Tað er vist og satt, sigur hann. Størsti trupulleikin hjá heimaútróðrinum er, at hann eigur onga styrki í dag, og eigur heldur ongan góðan. Hetta ger so aftur tað, at menn sum oftast mugu verða einsamallir á útróðri. Sportbátar í havn Einu tíðina varð tosað um at seta lóg í gildi um trygdina, og sum bannaði monnum at vera einsamallir á báti. – Varð tað so, ja, so lógu allir bátarnir fastbundnir við bryggju. Eingin tímir at arbeiða soleiðis, tí einki fæst burturúr. Fyrr fingu teir nøkur oyru burtur úr hesum, og menn sóu upp til hesi oyruni sum teir fingu burturúr. – Nú er tað nakað heilt annað! Eg veit bara tað, at tá alt hetta er farið, og bara nakrir sportbátar fara at liggja eftir í føroysku havnunum, tá er lítið eftir. – Men tað gongur skjótt tann vegin, sigur Salli. – Útróður er alt mítt lív Salla Lognberg dámar væl at fara til útróðrar. Tað vísir seg kortini, at snellubátarnir verða trokaðir burtur av teimum góðu leiðunum. – Hetta fer at enda galið, sigur hann Mynd: Jens Kr. Vang