Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 26. januar 2006 17 Sambært heims­heilsu­ stovni­num WHO doyggja fleiri fólk í Vesturheiminum av yvirvekt og fiti enn tað doyggja av svongd í restini av heiminum, segði Gudrun Sigfuss on, kostráðgevi m.a. á almennum fundi í Føroyum Lívsstílur Tað er ein sannroynd, at ósunni lívsstilurin í væl­ ferð­arsamfeløgunum í vest­ urheiminum við at fólk eta ov nógv og røra seg ov lítið, er vorðin ein so stórur heilsutrupulleiki at fólk verða sjúk av fiti og yvirvekt, segði Gudrun Sigfusson, sum er sjálvstøðugur kostráðgevi og konsulentur hjá heilsu­ fyritøkuni Herbalife Inter­ national í Danmark. Hon var í Føroyum helt fyrilestur um sunnan kost og tað at lætna. Gudrum hevur eisini arbeitt sum tannlækni í 40 ár. Sambært heimsheilsu­ stovn­inum WHO doyggja eins nógv fólk av fiti og yvirvekt í Vesturheiminum, sum tey ið doyggja av svongd í restini av heiminum. Nakrir av størstu vandu­ num ið tey, sum eru ov feit, eru í er t.d. vandi fyri at fáa hjartasjúkur, suk­ur­ sjúku, krabbamein í magan, gallstein og ov høgt blóð­ trýst. Sjey út av tíggju deyðs­ orsøkum í vesturheiminum standast av hjarta- og æðra­ sjúkum, krabbameini, heila­ bløðing og lívsstíls­diabetes. 50 prosent av hesum deyðs­ orsøkum kundu verið fyri­byrgdar við broyttum mat­vanum og broyttum lívs­ stíli. Sambært heims­heilsu­ stovninum WHO eru 70 pro­ sent av øllum læknavitjanum í samband við sjúkur, ið standast av skeivari føði, sum føra til t.d. sukursjúku, astma, ovurviðkvæmi, gigt, møði og høvuðpínu. Flestu okkara mugu nokk taka í egnan barm. Vit hava so nógvan skund, alt skal ganga so skjótt fyri seg. Vit finna lættar loysnir, sum t.d. at eta meðan vit arbeiða og konsentrera okkum um alt annað meðan vit eta. Vit fóðra okkum við fastfood, sum bara ger okkum feit, samstundis sum vit kropsliga eru minni virkin, bæði til arbeiðis og í frítíðini. Fyri at klára tað dagliga trýstið, stíva vit okkum av við onkr­ um stimbrandi, sum í londini ger at vit gerast sjúk og noyð­ ast at taka heilivág, sum ofta hevur skaðilig hjáárin við sær. Best er at leggja sær lív­ið um, áðrenn ein fær trupul­ leikar við heilsuni, við t.d. at fáa nokk av frískari luft og motión, eta rætta føði sum t.d. grønmeti, frukt, kolhydratir, proteinir, miniralir, vitaminir og drekka nógv vatn. Sjálvmorð við knívi og gaffili Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo ”Fyri at klára tað dagliga trýstið, stíva vit okkum av við onkrum stimbrandi, sum í londini ger at vit gerast sjúk og noyðast at taka heilivág, sum ofta hevur skaðilig hjáárin við sær” ” Vit hava so nógvan skund, alt skal ganga so skjótt fyri seg. Vit finna lættar loysnir, sum t.d. at eta meðan vit arbeiða og konsentrera okkum um alt annað meðan vit eta. Vit fóðra okkum við fastfood, sum bara ger okkum feit, samstundis sum vit kropsliga eru minni virkin, bæði til arbeiðis og í frítíðini ” Hví er vatn so neyðugt? • Vatn hjálpir kroppi­ num við at skilja seg av við gift- og affalsstoffir • Vatn hjálpir kroppi­ num við sodningini við at taka upp mat og sundurskiljing av affalli. • Vatn hjálpir til við sundurskiljingini av affalsstoffum frá tarmum og nýrum • Blóðið hjá okkum er gjørt úr 92 prosentum av vatni • Kroppurin missur umleið 1,7 litur av vatni um dagin gjøgnum sveitta og sundurskiljing av affalsstoffum. Í 1985 høvdu 30 mill. fólk í heiminum disbetis2 ella lívsstílsdiabetes, í 1995 var talið komið upp á 135 mill. og í 2000 var talið komið upp á 171 mill. Framrokningar vísa, at gongdin er,sum hon er nú, fara 366 milliónir fólk at fáa diabetes av skeivum kosti og ov lítlari motión Kelda: WHO