Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 19 - 26. januar 2006 – Tað gevur tær møgu­­leikar, sum onn­ur ikki fáa, men er samstundis eisini ógvuliga krevjandi. Tú skalt venja nógv hvønn dag, og tað kosta­­r tær bæði blóð, sveitta og tár, men tað er ongantíð keði­ligt, sigur 20 ára gamli tónleikarin, sum seinastu 12 ár­ini hevur roynt seg á yms­ um tón­leika­pallum Orð & myndir: Dagny Joensen dagnyj@post.olivant.fo Hann spælir í Symfoni­ orkestrinum í Norður­ landa­húsinum, jammar á Cleopatra hvørt mikukvøld, spældi í fjør við Havnar Hornorkestur á Manhattan í New York, bert fyri at nevna nøkur dømi, har 20 ára gamli Dávur Juul Magnussen hevur luttikið við sínum trombon ljóðføri seinastu árini. Ljóskastarin hevur sein­ astu tíðina verið settur á tón­­leik­aran, sum var við í sjón­varpssendingini »Spil for livet«, har hann gjørd­ ist millum fýra tey bestu í hesi klassisku tón­leika­ kappingini. Sum rosinan í pylsu­endanum spældi hann solo í Danmark Radio Symfoniorkestri, har hann framførdi Concertino fyri trombon hjá Ferdinand David. – Tað er »feitasta« upp­ liv­ingin, eg higartil havi havt, sigur Dávur og brosar varisliga, bangin fyri at virka reypandi av sínum avvriki. Í næstum fer hann til Dan­ markar til upptøkuroynd í Orkester Norden, sum er symfoniorkestur fyri 15 til 26 ára gamlar klassiskar tón­ leikarar. Verður hann góðtikin, skal hann saman við Orkester Norden venja í Svøríki, áðrenn farið verður á kon­ sertferð í Suðureuropa í summar. Tað eru eisini aðrir tónleikarar, sum saman við Dávi fara til upptøkuroynd í Orkester Norden í hesi viku. Tey eru Tróndur Herason Olsen, Niklas Mouritsen og Mia Káradóttir. Til heystar gongur leiðin til Glasgow í Skotlandi, har hann var til upptøkuroynd á hægri lærustovni fyri musikk- og drama í heyst­ frítíðini í fjør. Fýra tey kom­ andi árini skal hann útbúgva seg har við trombon sum høvuðslærugrein. Øðrvísi »Reality- show« Tá Danmarks Radio í fjør skipaði fyri klassiskari tón­leikakapping, vóru tón­ leikarar, sum áður høvdu Dávur Juul Magnussen, tónleikari: Talent er einki í sjálvum sær Dávur Juul Magnussen, tónleikari: – At spæla solo í Danmark Radio Symfoniorkestri, er tað ”feitasta” upplivingin, eg higartil havi havt, sigur Dávur og brosar varisliga, bangin fyri at virka reypandi av sínum avvriki.