hósdagur 26. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 26. januar 2006
19
vunnið í slíkum kappingum,
bjóðaðir at luttaka.
Hóast sendingin varð
nevnd »reality show«,
sum slíkar sendingar hava
verið nevndar frá tíðini, tá
»Robinson« byrjaði, so var
einki í hesi kapping sum
líktust teimum. Tó undan
tikið at tónleikarar vóru
sáldaðir frá so hvørt sum
fráleið.
Dávur Juul Magnussen
fekk eisini innbjóðing.
Orsøkin var, at hann í 2002
vann klassisku tónleika
kappingina, sum Berlinske
Tidende skipaði fyri.
Í »Spil for livet«, slapp
Dávur rættiliga at royna sítt
tónleikakynstur við trombon
ljóðføri sínum.
– Krevur tað ikki stórt
dirvi at luttaka í slíkari
kapping og at spæla solo á
konsert við Danmarks Radio
Symfoniorkestri?
– Tað er møguligt, at tað
krevur dirvi av tónleikara,
sum ikki hevur royndir
at standa á palli. Hjá mær
kravdi tað størri dirvi,
tá eg sum 12 ára gamal
spældi til næmingakonsert
í Venjingarskúlanum saman
við átta-níggju ára gomlum.
Eg var so nógv størri enn
hini og helt tað vera ógvuliga
»flovisligt« at spæla saman
við hesum lítlingum, sigur
Dávur..
– Sum frálíður og tú
fært royndir at spæla í tón
leikabólkum, verður tú
nærum bundin av løtuni,
tá adrealinið rættiliga er
í hæddini, og tú gevur tað
besta, tú eigur í tær. Tá
gloymir tú alt rundan um
teg og gevur teg yvir til tón
leikin.
– Tað er ein ótrúliga stór
uppliving, tá tað gongur
væl, men eisini ein øgiliga
vónleys kensla, tá illa gongst
í hond, sigur Dávur Juul
Magnussen.
– At spæla klassiskan
tónleik krevur, at tú venur
nógv og fer djúpt inn í
hvørja einastu frasu, men tá
tú stendur á palli, fer løtan
kanska við tær, og tú kanst
broyta okkurt, tí tú verður so
nógv burtur í tónleikinum.
Tað kanst tú bert gera, um
tú hevur vant nógv.
– Fólk siga oftani við
meg, tá eg havi framført, at
»hatta var øgiliga torført at
spæla«. Tá verði eg keddur,
tí tað merkir, at framførslan
ikki hevur verið góð. Tað
skal nevniliga ikki síggjast
á mær, um eitt tónleikapetti
er torført at spæla. Tað skal
virka leikandi lætt, hóast tað
er torført at framføra, sigur
Dávur Juul Magnussen.
Hann nevnir samstundis,
at tað ikki bert er klassiskur
tónleikur, sum er krevjandi
at spæla. Tað er allur tón
leikur, um tað er jazz-coun
try-dansband- bigband- ella
fólkatónleikur. Tí roynir
Dávur altíð at spæla við
so nógvum ymiskum tón
leikagreinum sum tilber. Eitt
nú í tónleikabólkinum Ben-
Jamin saman við Benjamin
Petersen, Jan Rúna Poulsen
og Tróndi Herason Olsen og
í tónleikabólkinum Lawetz,
sum var við í Prix Føroyar.
– Eg var ikki komin so
langt í sjónvarpskappingini,
um eg ikki hevði spælt annan
tónleik eisini, sigur Dávur.
Teir »góðu« og
»ringu« nervarnir
Tá Dávur Juul Magnussen
skuldi framføra trombonsolo
við Symfoniorkestrinum
hjá Danmarks Radio, var
hann ógvuliga bangin, tveir
tímar áðrenn hann skuldi
á pall og nevnir í hesum
sambandi teir góðu og teir
ringu nervarnar.
– Tað, at hava ávísan
skjálvta á sær, kann júst
gera, at tú leggur tað besta, tú
eigur, í tónleikin. Ein ávisur
spenningur kann nýtast til at
geva áskoðarunum eina góða
uppliving. Teir ringu kunnu
verða orsakað av, at tú ikki
hevur vant nóg nógv og tí ert
ótryggur í tíni framførslu.
– Tú kanst venja teg til
vera djarvan og taka avbjóð
ingina. Tað er ein partur av
»showinum«, eisini av tí
at hetta er nakað, sum tú
hevur sett tær fyri at gera.
Tað kunnu øll gera, sigur
Dávur.
– Er tað ikki ein spurningur
um tónleikagávur?
– Jú avgjørt, men talent
ella listagávur eru bert 10 pst.
av heildini. Talent gevur tær
møguleikar, men tað krevur
nógva venjing, sigur Dávur,
sum er sannførdur um, at tað
kostar blóð, sveitta og tár at
fáast við klassiskan tónleik,
hóast tað ongantíð verður
keðiligt.
Hann venur fleiri tímar
dagliga. Spurdur, um tað
ikki er strævið at venja so
nógv, játtar Dávur, at tað
eru tíðir, tá hann ikki tímir
at venja.
– Um eg onkran dag ikki
haldi, at tað er stuttligt at
venja, gevist eg bert, tí tá
fái eg einki burturúr.
– At spæla á konsert verði
eg avgjørt ongantíð keddur
av, sigur Dávur og leggur
brosandi aftrat:
– Tað billi eg mær, ið
hvussu er inn, men eg eri
bara ungur og býttur, so tað
velji eg at halda.
Tilvildarligt ljóðføri
Tá Dávur var átta ára gam
al, var hægsta ynski hansara
at læra at spæla á klaverið
heima hjá teimum. For
eldrini meldaðu hann inn
í Musikkskúlan, men har
var átta ára bíðitíð til klaver
spæl, og tí fekk hann ístaðin
privatundirvísing hjá Árna
av Reyni.
– Í fyrstuni dámdi mær
øgiliga væl at spæla klaver
og at venja, men sum fráleið
kendist tað so einsamalt bara
at venja, ganga til undirvís
ing, fyri at fara heimaftur
at venja, so eg gavst við
klaverspælinum og helt, at eg
var liðugur við tónleikin.
Eg vildi heldur vera pilot
ur, verkfrøðingur ella arki
tektur.
Tá eg var 12 ára gamal og
framvegis stóð á bíðilistanum
hjá
Musikkskúlanum,
ringdu teir ein dagin til
mammu mína og søgdu,
at nú hevði eg staðið so
leingi á bíðilistanum, at eg
var vorðin ov gamal at fáa
undirvísing í klaverspæli.
Hinvegin bjóðaði skúlin
mær undirvísing í onkrum
øðrum ljóðføri, kanska í
messing ljóðføri, har pláss
var fyri mær.
– Eg svaraði, at eg feg
in vildi sleppa at spæla
saxofon, sum var einasta
messing ljóðføri, eg kendi.
Tá segði lærarin, at einki
pláss var til saxofon, men
at eg kundi fáa undirvísing
í at spæla trombon.
Dávur heldur í dag, at tað
var heppið, at hann lærdi at
spæla trombon, tí hann var
einasti trombon næmingur
á skúlanum, og tí fekk hann
serliga góða undirvísing í
átta ár.
– Í fyrstuni var tað strævið
at blása í hetta ljóðførið, og
eg ætlaði mær at gevast, men
so bjóðaði lærarin mær at
spæla í barnaorkestri, men
tað dámdi mær lítið, tí hini
børnini vóru nógv yngri enn
eg.
– Eg tók kortini av tilboð
num, og tá vit fóru undir
venjing, dugdi eg at síggja
eina meining í tí og helt tað
vera ógvuliga áhugavert.
Áhugavert at
fáa kritikk
Hóast Dávur hevur nógvar
royndir at standa á palli, eftir
at hava spælt og framført í
átta ár, var tað eitt sindur
øðrvísi avbjóðing at luttaka
í »Spil for livet«. Í fyrstuni
var torført at venja seg við
upptøkutólini, sum snurraðu
alla tíðina og allastaðni, har
luttakararnir vendu sær. Tá
ein tíð var fráliðin, vandi
hann seg kortini við tað.
Serliga áhugavert var
tað at fáa skotsmál og kri
tikk frá teimum trimum
lærararunum, sum luttóku
í sendingini. Hetta eru sera
dugnaligir, yrkislærdir lær
arar og professorar innan
klassiskan tónleik.
– Eg havi ongantíð áður
fingið so frískan og góðan
kritikk. Tað hevur givið
mær nýggjan íblástur og
innlit í tónleiki, sum eg
ikki havi hugsað um áður,
bæði tekniskt, tónlistarliga
og viðvíkjandi framførslu.
Eitt nú hvussu vit skulu føra
okkum fram á palli.
– Nú veit eg, at tað sæst á
einum persóni, tá hann kem
ur inn á pallin, um hann er
góður tonleikari ella ikki.
– Tað er so umráðandi at
kenna seg væl á palli, vera
nátúrligur og slappa av, og
bert taka tað sum eina upp
living – hóast tú ongantíð
kann hvíla 100 pst. i tær
sjálvum.
– Oftani verða klassiskar
framførslur stívar og háment
anarligar. Vit hava lært, at
tað nýtist ikki at vera so.
Tað var bara hugaligt og
einki stívt yvir konsertini,
og tí var tað eisini lættari
at vera nátúrligur, hóast tað
vóru eini 450 áskoðarar í
konsertsalinum, sigur Dáv
ur.
Hann situr hugsunarsamur
lítla løtu og vendir aftur til
tað at fáa kritikk frá yrkis
lærdum.
– Kritikkur er kortini ikki
absoluttur, hann kann eisini
vera subjektivur, av tí at tað
er so ymiskt, hvat lærararnir
fokusera uppá. Vit fingu eis
ini ymisk tips um, hvussu vit
skuldu spæla. Nakað av tí
skalt tú taka undir við, annað
skalt tú lata liggja.
– Í veruleikanum er tað
bert tann, ið skal framføra,
sum kann gera av, hvat
hann vil velja til ella frá,
hvussu hann persónliga vil
framføra tónleik, sigur Dáv
ur Juul Magnussen og leggur
aftrat:
– Alt hetta hevði ikki borið
til, um eg ikki hevði so góðan
lærara í Kenneth Jones, ið
hevur undirvíst mær øll
hesi árini. Eisini Musikk
skúlin hevur uppborið stórt
takksemi frá mær, at eg havi
fingið møguleikan at royna
meg.
Tú verður ongantíð keddur av at fáa kritikk frá
yrkislærdum tónlistafólki, av tí at tað er so ymiskt,
lærararnir fokusera uppá. Nakað skalt tú taka
til tín, annað skalt tú lata liggja, tí tað er hóast
alt ein sjálvur, sum skal geva tónleikinum lív og
innihald
”
Eg havi ongantíð áður fingið so frískan og góðan
kritikk. Tað hevur givið mær nýggjan íblástur
og innlit í tónleiki, sum eg ikki havi hugsað um
áður, bæði tekniskt, tónlistarliga og viðvíkjandi
framførslu á palli
”
Oftani verða klassiskar framførslur stívar og
hámentanarligar. Vit hava lært, at tað nýtist ikki
at vera so. Tað var bara hugaligt og einki stívt yvir
konsertini við Danmarks Radio Symfoniorkestur,
og tí var tað eisini lættari at vera nátúrligur, hóast
tað vóru eini 450 áskoðarar í salinum
”