Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 19 - 26. januar 2006 Nr. 19 • hósdagur • 26. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo FSF krevur dómarar Fótbóltssambandið setir nú feløgunum ítøkiligt krav um, hvussu nógvar virknar dómarar tey skulu hava í kappingarárinum 2006 Fótbólts­ dómarar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tilgongdin av fót­bólts­ dóm­arum er ikki nóg stór, og skal føroyskur fót­bóltur ikki renna seg heilt fastan í ov fáum dóm­ arum, má nakað gerast við støðuna. Tað ásannar Fótbólts­ sam­bandið, sum nú setir feløgunum eitt ítøkiligt krav um, hvussu nógvar virknar dómarar tey skulu hava í kappingini í ár. Feløg í Formuladeildini skulu hava í minsta lagi tríggjar virknar dómarar ella hjálpardómarar. Feløg í 1. deild sleppa við tveimum dómarum ella hjálpardómarum, og feløg í 2. deild skulu hava í minsta lagi ein dómara ella hjálpardómara. Rímiligt krav – Tað hevur altíð verið eitt krav til feløgini, at tey skulu syrgja fyri til­ gongdini av dómarum, men nú seta vit eitt tal á hett a, so at feløgini hava eitt ítøkiligt krav at halda seg til, sigur Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum. – Tað ber ikki altíð til at seta krøv, tá ið tað sn‡r seg um sjálvbodnan ítrótt , men vit halda, at kravið til feløgini er rímiligt, og vit verða noydd at gera nakað við støðuna, tí tað eru heilt einfalt ov fáir dómarar virknir, sigur hann. Leita eftir dómarum Fótbóltssambandið ætlar ikki bara at seta krøv til feløgini um dómarar. Ætl­ anin er eisini, at FSF skal gera eitt meira uppsøkjandi arbeiði fyri at fáa fleiri dómarar virknar. – FSF skal út at leita eftir dómarum. Tað kunnu verða spælarar, sum eru komnir upp í árini, ella onnur, sum eru egnað at verða dómarar, sigur Bjarki Mohr. Samstundis sum alt hett a verður gjørt, skipar FSF eisini fyri útbúgving av dómarum. Kyndil kláraði rætti­ liga óvæntað at vinna greiða tapið frá fyrru hálvfinaluni ímóti StÍF innaftur, men seinastu min­ utt­irnar kiksaði alt, og StÍF streyk við samlaða sigrinum. Steypafinalan hjá monnum verður í ár ímillum StÍF og VÍF Hondbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mikukvøldið vóru seinnu hálvfinalurnar í steypa­ kapp­ingini hjá monn­um í hondbólti spældar. Eft­ir fyrru hálvfinalurnar var mest sannlíkt, at VÍF og StÍF fóru at vinna sær pláss í finaluni, og soleiðis endaði tað eisini. Men tað var líkavið, at Kyndil gjørdi eitt ord­ans comeback og stjól finalu­ plássið frá StÍF. Fyrra hálvfinalan ímillum Kyndil og StÍF endaði við greiðum sigri til StÍF, sum vann 25-20. Tí skuldi Kyndil vinna við seks málum, um teir skulu fáa plássið í fin­ al­uni. Kyndil hevði møguleikan StÍF legði best fyri í dyst­ in­um í Havn, men tá ið strand­ingar fingu tvær út­vísingar miðskeiðis í fyrra hálvleiki mistu teir leiðsluna, og teir fingu hana ongantíð aftur. Kyndil fór fram um við nøkrum mál­ um, og í hálvleikinum var høvuðsstaðarliðið á odda 14-12. Hett a legði av álvara upp til ein stóran offensiv í seinna hálvleiki, og Kyndlamenninir stríddust av heilum hjarta fyri sínum møguleika. Og tað var líkavið at tað gekk. Mistu á stokkinum Tá ið 9 minutt ir vóru eftir at spæla var Kyndil á odda 21-14, og tað var ríkiligt til at vinna samanlagt. Men so gekk tað heilt galið hjá Kyndli. StÍF ressaðist, og rest­ina av dystinum vóru tað teir, sum vóru omaná. Fýra útvísingar og tvey brend brotskøst gjørdu av við Kyndil, og StÍF vann sein­ astu minutt irnar 6-2. Har­ við lá finaludreymurin hjá Kyndli í knúsi, hóast liðið vann seinnu hálvfinaluna 23-20. Toppskjútt ar hjá Kyndli vóru Rókur Akralíð og Hans Áki Dahl-Christiansen, teir skutu seks mál hvør. Hjá StÍF var Alexandur Johansen toppskjútt i við seks málum, meðan Sveinur Justinussen gjørdi fimm . StÍF hevur verið fastur gestur í steypafinaluni seinnu árini, og aftur í ár verða tað teir, sum skulu spæla um steypagullið. Mót­ støðuliðið verður VÍF, sum hevði eina nakað lætt ari uppgávu mikukvøldið. VÍF ongantíð hótt Vestm enningar høvdu fult tamarhald á støðuni, tá ið teir spældu seinna hálv­fin­ alu­dystin ímóti 2. liði hjá Kyndli. VÍF var á odda all­a­ tíðina, og tá ið teir samstundis høvdu seks mál at geva út av eftir fyrra dystin, kom ongantíð spenningur í hesa hálvfinaluna. VÍF var á odda við fimm málum í hálvleikinum, og endaliga úrslitið gjørdist 27-21. Toppskjútt i hjá VÍF var Áki G. Olsen við sjey málum, meðan Regin Fossa­ berg gjørdi átt a mál fyri Kyndil II. Kvinnu­finalistar finnast Hóskvøldið verður seinna hálvfinalan í steypa­kappingini hjá kvinnum millum Neistan og StÍF. Fyrra dystin vann Neistin 20-19, og alt er tí opið til seinna dystin, sum verður spældur í ítrótt­ar­høllini á Skála. Hin hálvfinalan í steypa­kappingini hjá kvinnum er ímillum Stjørnuna og VB, og seinni dysturin teirra millum verður í Klaksvík sunnudagin. Fyrra dystin vann Stjørnan við sjey málum, og VB skal tí taka eitt ordans tak fyri at venda hesum tapi. Kyndil misti á stokkinum Kyndil stríddist fyri møguleikanum og var næstan komið á málið, tá ið alt kiksaði, og teir mistu á stokkinum. StÍF bjargaði sær upp á turt og skal aftur í ár spæla steypafinalu Mynd: Álvur Haraldsen