hósdagur 26. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 26. januar 2006
21
Fríggjadagin verður
tað gjørt av, hvørjum
londum Føroyar
skulu spæla ímóti í
EM-undankappingini
í fóbólti næstu tvey
árini. Nú má stundin
verða komin til,
at Føroyar sleppa
at royna seg ímóti
heimsstjørnunum úr
Onglandi. Lutakastið
kann tó enda við
einum sonnum
ræðubólki við
londum, sum liggja
langt burturi og ikki
eru áhugaverd fyri
áskoðararnar
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjadagin
verður
lutakast til bólkarnar í
undankappingini til EM í
fótbólti í 2008.
EM verður í Sveis og
Eysturríki í 2008, og
frá september í ár og til
november næsta ár verður
innleiðandi kappingin spæld
kring Europa.
Øll tey 52 limalondini hjá
UEFA eru við í kappingini,
og tá ið Sveis og Eysturríki
sleppa við til endaspælið
sum vertir, eru 50 lond eftir
at kappast um tey 14 plássini,
sum eru tøk afturat.
Føroyar eru við mitt í
rokanum, og hóast eingin
mann rokna við, at Føroyar
skulu fara at blanda seg
upp í kappingini um
plássini í endaspælini, so
er spenningur stórur um,
hvørji lond Føroyar sleppa
at dystast við næstu tvey
kappingarárini.
50 lond eru við
Tey 50 londini verða býtt í
7 bólkar. Í seks av hesum
bólkum eru sjey lond, meðan
í tí sjeynda bólkinum verða
átta lond. Tvey tey fremstu
londini í hvørjum bólki
koma víðari til endaspælið.
Føroyar eru styrkismettar
í tí lægsta av teimum sjey
bólkunum, og tað merkir, at
Føroyar hava lítlan møguleika
at møta teimum veikastu
londunum í Europa. Ein lítil
møguleiki er, og tað er, um
Føroyar enda í bólkinum,
har átta lond verða við. So
sleppa Føroyar at royna seg
ímóti einum øðrum landi í
veikasta styrkisbólkinum.
Lutakastið fer fram á tann
hátt, at eitt land verður drigið
úr hvørjum styrkisbólki, og
tað er her, at spenningur
av álvara kemur í. Føroyar
kunnu draga nógv spennandi
lond, men tað ber eisini til
at fáa eitt vánaligt lutakast
og skula spæla ímóti minni
áhugaverdum tjóðum, sum
hartil kanska liggja langt
burturi frá Føroyum.
Ynskisbólkurin
ella ræðubólkur
Tað er langur teinur
frá ynskibólkinum til
ræðubólkin í lutakastinum.
Í øllum førum koma Føroyar
at spæla ímóti nógvum sera
sterkum tjóðum, men tað eru
ikki øll lond, sum eru eins
spennandi fyri spælarar og
áskoðarar.
Ynskibólkurin
hjá
Føroyum kundi sæð soleiðis
út: Ongland, Italia ella
Holland, Danmark, Skotland,
Ísland, Norðurírland, Føroyar
og Liktinstein
Hinvegin kann lutakast
eisini laga seg til dømis
soleiðis: Kekkia, Kroatia,
Slovakia, Slovenia, Albania,
Armenia,
Føroyar
og
Kasakhstan.
Ongland til Føroya
Í teimum báðum sterkastu
bólkinum er ítróttarliga
avbjóðingin hjá Føroyum
sera stór, og tað er kanska
júst her, at tey mest
áhugarverdu londini eru
at finna. Munurin í styrki
millum tey ymsu londini er
ikki stórur, og tí ber til at
ynskja sær, at tey sterkastu
londini, vit fáa í okkara bólk,
verða áhugaverd ítróttarliga
og fíggjarliga. Føroyar hava
spælt ímóti stórum tjóðum
sum Týsklandi, Spania,
Fraklandi og Kekkia, men
enn hava vit ikki havt
møguleikan at dystast við
ensku heimsstjørnurnar.
Tað hevði tí verið eitt satt
dreymalutakast fyri bæði
spælarar og áskoðarar, um
Óli Johannesen og teir fingu
møguleikan at dystast tvær
ferðir ímóti David Beckham,
Frank Lampard, Wayne
Rooney og Michael Owen.
Fíggjarligt tryggari
Nógvar tær fyrstu ferðirnar,
tá ið Føroyar vóru við í
lutakastunum, stóð so at siga
alt fíggarliga upp á spæl.
Nøkur lutakast vóru lítið
heppin - eitt nú tá ið Rumenia
og Russland vóru hægst
styrkismettu mótstøðuliðini
– men seinni hilnaðist tað
betri, tá ið Føroyar vóru í
bólki við Spania og seinni
Týsklandi og Fraklandi.
Nú er sjónvarpssáttmálin,
sum FSF hevur við týska
felagið SportFive, soleiðis
skrúvaður
saman,
at
møguleikin fíggjarligum
katastrofu lutakasti ella
fyri orduliga at skjóta
papageykin er væl minni.
Tað kemst av, at tryggjaða
grundupphæddin er hægri,
enn hon var tey fyrstu árini. Í
FSF hildu teir seg fyri trimum
árum síðani vera noyddir at
fáa størri fíggjarliga trygd
inn í sáttmálan við týsku
fyritøkuna.
Men tað sigur seg sjálvt,
at tað verður stórur munur
í áhuganum fyri at síggja
heimadystirnar og harvið
í
áskoðarainntøkunum,
um størstu mótstøðuliðini
vera eitt nú Ongland og
Italia heldur enn Kekkia og
Rumenina.
Lutakastið
til
EM-
undankappingina verður
fríggjadagin kl. 11.00.
Verður tað Ongland ella Kekkia? Fríggjadagin verður tað gjørt av, hvørjum landsliðum Føroyar skulu spæla ímóti í undankappingini til EM 2008
Kom so við Onglandi
EM 2008
Fríggjadagin
verður lutakastið
til bólkarnar í
undankappingini til
EM 2008. Londini
eru styrkismett í sjey
bólkar, og Føroyar
skulu spæla ímóti
einum landi úr
hvørjum styrkisbólki
n Bólkur 1
Grikkaland
Holland
Portugal
Ongland
Kekkia
Frakland
Svøríki
n Bólkur 2
Týskland
Kroatia
Italia
Turkaland
Pólland
Spania
Rumenia
n Bólkur 3
Serbia og
Montenegro
Russland
Danmark
Noreg
Bulgaria
Ukraina
Slovakia
n Bólkur 4
Bosnia-Herzegovina
Írland
Belgia
Letland
Ísrael
Skotland
Slovenia
n Bólkur 5
Ungarn
Finnland
Estland
Wales
Litava
Albania
Ísland
n Bólkur 6
Georgia
Makedonia
Hvítarussland
Armenia
Norðurírland
Kypros
Moldova
Bólkur 7
Liktinstein
Aserbadjan
Andorra
Malta
Føroyar
Kasakhstan
Luksemborg
San Marino