Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 27. januar 2006 5 – Skuldi eg flutt til Suðuroyar, hevði eg ikki blunkað við at búsett meg í Sumba, sigur Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu Atkoma Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg hevði ikki væntað, at eg skuldi heilt til Sumbiar fyri at finna tað staðið í Føroyum, har tey brekaðu hava kanska tær bestu umstøður í landinum. Jú, sumbingar hava rætti­ liga tikið Leilu Solmunde á bóli. Forkvinnan í Meginfelag Teirra Brekaðu hevur hesa seinastu vikuna ferðast í Suðuroy at kanna eftir, hvussu umstøðurnar eru hjá brekaðum at sleppa inn í skúlar, bygdarhús, komm­ unuskrivstovur og aðrar almenna bygningar. Og hon er heilt ovfarin av, hvussu framskygd tey eru á hesum øki í bygdini sunnast í Føroyum í ein landsynning, sum skaldið sigur. – Eg má viðganga, at tá ið eg var á veg til Sumbiar, hevði eg ikki væntað tað stóra. Tað er ein lítil kommuna, langt burturi, so har hevði eg í veruleikanum ikki væntað, at tey høvdu gjørt sær teir stóru tankar um atkomumøguleikar hjá brekaðum í skúlum, kommunuskrivstovu os.fr. – Men eg má samstundis viðganga, at eg varð stór­ liga bilsin, tá ið eg sá, hvussu vorðið var. Serliga hugtikin var eg av skúlanum í bygdini. – Eg havi ikki sæð allar skúlar í landinum, men av teimum nógvu, eg veit um, er skúlin í Sumba tann, har tey brekaðu hava tær bestu umstøðurnar og eg ivist í um umstøðurnar eru betri nakrastaðni. Hon sigur, at onkur nýggj­ur skúli er í Havn, so hon er spent eftir at síggja umstøðurnar har, men tað skal nógv til at gera tað betri enn sumbingar. Í Sumba hava tey bygt nýggjan skúla og bygt hann saman við tí gamla skúlanum. – Tað, sum serliga hug­ tek­ur meg, er, hvussu væl tey hava dugað at bygt tann nýggja og tann gamla skúlan saman. Leila Solmunde vísir á, at hóast hon situr í rullustóli, slapp hon runt á øllum skúlanum, eins og har var serligt wc til rørslutarnað og tað hevði hon ikki væntað. – Hurðar vóru breiðar og í trappunum var lyfta til koyristólar. Leila Solunde sigur, at eisini í nýggju komm­­unu­ skrivstovuni og í kirkj­­uni, vóru sera góðar umstøð­ur at at sleppa til í koyristóli. Ì Samkomuhúsinum og Dansi­stovuni, var nakað gjørt og har skuldi ikki so nógv til, áðrenn umstøð­ urn­ar eis­ini har vóru sera góðar. Leila Solmunde er so hugtikin av tí, sum sumbingar hava útint á hes­ um øki, at skuldi hon flutt til Suðuroyar, hevði hon ikki ivast í at búsett seg í Sumba. Ongantíð nakar ivi Arnfinnur Bjarkhamar er fyrstilærari í Sumba. Hann var eisini formaður í bygginevndini, tá ið skúlin varð bygdur og eigur sostatt ein leiklut í, at skúlin er so væl umhugsaður, sum hann er. – Tað lá alla tíðina í kortunum, at skúlin skuldi nøkta tørvin hjá øllum í nógv ár fram, sigur hann. Hann sigur, at tað var heldur aldrin nakar ivi um, at skúlin skuldi vera atkomuligur hjá øllum. Samstundis vísir hann á, at bygdaráðið hevur alla tíðina stuðlað hesum hugburði fult út og tað var heldur ongantíð nakar ivi hjá bygdaráðnum um at játta tann neyðuga peningin til skúlan, so at hann varð atkomuligur hjá øllum. – Bygdaráðið var ótrúliga positivt og har var onki spart fyri at fáa ein so góðan skúla, sum yvirhøvur gjørligt, leggur fyrstilærarin afturat. Sum alla aðrastaðni Nú hon hevur ferðast runt í Suðuroy hesa seinastu vikuna, heldur hon, at um­støðurnar eru, sum hon væntaði. – Sum heild eru um­støðurnar hjá brekaðum í Suðuroy sum alla aðrastaðni í Føroyum. Tað merkir, at nógva staðni er illa atkom­ andi hjá brekaðum, burtur­ sæð frá í Sumba, har eg var ovfarin av umstøðunum. – Í Suðuroy havi eg tíverri verið noydd at skrivað fleiri minuss í bókina enn pluss, men soleiðis er støðan alla­ staðni í Føroyum og eg haldi ikki, at umstøð­urnar í Suðuroy eru verri enn aðrastaðni. – Tíverri vísir tað seg, at eisini í sambandi við byggjarí, sum er lutfalsliga nýtt, er heldur ikki hugsað um at­komuna hjá brek­að­ um. Hon heldur, at eitt, sum hevur stóran týdning í hes­um sambandi, er, hvussu tilvitað tey, eru, sum vara av eini bygging, tað verið seg bæði arkitektar, bygginevndir og myndugleikar. Hon vísir á tvey dømi úr Suðuroy og tað eru skúlin í Hovi og skúlin í Porkeri. – Báðir skúlarnir eru bygdir at kalla samstundis í fyrru helvt í áttatiárunum. Í Hovs Skúla er ikki at­kom­ andi hjá rørslutarnaðum, men í Porkeris Skúla eru heilt góðar umstøður. Mun­ urin ímillum tey bæði byggjaríini má vera, hvussu til­vitað tey eru, sum vara av byggingini, bæði arkit­ ekt­ar, bygginevndir og myndugleikar. Hava ikki pengar Tá ið almennir bygningar verða bygdir, fær MBF annars tekningarnar til góðkenningar. – Men tíverri hava vit ikki ráð til at hava professionelt fólk til at hyggja at tekningunum. Tí skal gjøgnumgongdin gerast av fólki, sum kann gera tað ókeypis og tað er verri enn so altíð fakfólk. Av tí sama hevur MBF strongt á at fáa landsins mynd­ugleikar at gera greið­ ar mannagongdir á hes­um øki og tað arbeiðið er gongd sett á nú. Sostatt arbeiðir Almanna- og heilsumálaráðið við at gera reglugerðir fyri, hvussu al­mennir bygningar skulu vera fyri at vera atkomu­ ligir hjá brekaðum, bæði tá ið almennir bygningar verða bygdir, leigaðir og umbygdir. – Í hesum sambandi skulu ávísar treytir setast til almennar bygningr og tað skal so lýsast í sambandi í byggi- og býarskipanar­ lógini, har tað verður ásett, hvussu bygningurin skal vera fyri at tryggja, at hann er atkomuligur hjá brekaðum. Ovfarin av sumbingum Er Skúlin í Sumba tann besti, er skúlin á Tvøroyri í hinum endanum á skalanum. Har slapst ongastaðni Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumba fekk heiðurin at trilla forkvinnuna í MBF runt í skúlanum í Sumba, sum er so góður, at hann átti at verið ein fyrimynd hjá øllum øðrum. Hann var eisini formaður í bygginevndini og hann sigur, at tað var ongantíð nakar ivi hjá byggienevnd og bygdaráði, at soleiðis skuldi tað vera