fríggjadagur 27. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 20 - 27. januar 2006
Elisabeth Leo í
Skopun hevur eina
sjáldsama giktasjúku
við heitinum rela-
polychondritis. Hon
er í dag uttan arbeiði.
– Tá eg fekk at vita, at
eg var 75 % invalid,
var tað ein súr sitrón
at svølgja. Kenslan av
at vera óbrúkulig kom
sníkjandi, sigur hon.
Sjúka
Súsanna Leo Olsen
Skopun: – Tað hendi øgiliga
skjótt. Seint í 1998 breyt
sjúkan út við øgiligari pínu
í fingrunum, sum skjótt
breiddi seg út í allan kroppin.
Í 1999 bleiv eg innløgd.
Elisabeth bleiv í mong ár
sett í viðgerð fyri liðagikt,
hóast hetta ikki hjálpti sera
nógv.
Um hetta mundið, arbeiddi
hon sum dagrøktarmamma,
men var so ofta sjúkrameldað,
at læknanir søgdu hana vera
75 % invalid.
– Mín hobby hevur altíð
verið at binda, serliga við
maskinu. Hana havi eg nú
selt, og bindi bert við hond,
tí tað bleiv ov strævið, sigur
Elisabeth.
Pínan bleiv verri og
arbeiðsførleikin minkaði.
Men í mai 2003 fór hon til
danska læknan P. Helin, sum
er reumathiskur konsulentur
og serfrøðingur í gikt, har
hon fekk staðfest sjúkuna.
– Tá eg fekk at vita, at eg var
75 % invalid, var tað ein súr
sitrón at svølgja. Kenslan av at
vera óbrúkulig kom sníkjandi,
og tað var ógvuliga ringt at
siga arbeiðinum farvæl.
– Eftir at hava tosað við
Helin lækna, fekk eg eina
ró, av tí at læknanir ongantíð
rættiliga kundi siga, hvør
sjúkan var, og tí hevði eg liv
að í eini óhugnaligari óvissu,
greiðir Elisabeth frá.
Ein positiv síða
Í dag er hon sera glað fyri
stuðulin hon hevur fingið
frá familjuni, og hennar
sera positivu hugsjónir, hava
hjálpt henni at sæð ljósið í
myrkrinum.
Fyrr hevur Elisabeth fingið
eina skurviðgerð í knøunum
fyri slitgikt og var í viðgerð
við Paraflex og Arthrotec.
Eisini var hon ofta kannað
fyri hjartatrupulleikar og
trongd.
Hetta vísti seg seinni at
vera av sjúkuni, tí luftrørini
eru av bróski og hovna. Eisini
eru summar tíðir trupuleikar
við spísurørinum av tí at tað
eisini er av bróski.
– Í dag eri eg uttan arbeiði
og fái miðalpensjón. Eg havi
lært meg at liva við sjúkuni
og liva hvønn dag.
– Eg eri sera virkin í Missi
ónshúsinum, serliga barna
arbeiðinum, og havi valt at
síggja sjúkuna frá tí positivi
síðuni: Nú kann eg arbeiða
fyri Jesus fulla tíð, sigur
Elisabeth við einum brosi.
Henda sjáldsama sjúka
førir tó við sær, at Elisabeth
altíð er noydd at hava ein
seðil uppi á sær við upp
lýsingum um sjúkuna, um
hon skuldi komið út fyri
einum ferðsluóhappi, tí hon
kann ikki fáa somu viðgerð
sum aðrir sjúklingar.
– Tað sum eg fyrr tók sum
eina sjálvfylgju, er nú fyri
mær ein Guds gáva. Eg eri
eisini áhugað í, at koma í
samband við fólk, ið kanska
kennast við sjúkuna.
Elisabeth Leo er nú í við
gerð við Prednisolon við
jøvnum millumbili.
– Havi lært meg at liva við sjúkuni
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
heldur lítið um
upp skotið at flyta
løgmanssætið til
Sandavágs. – Hetta
eigur at verða í Havn
og onga aðrastaðni,
sigur hann
Løgmanssætið
Snorri Brend
Hoyvík/Sandavágur: Heðin
Mortensen hevur fylgt væl
við tí orðaskiftinum, sum
nú hevur tikið seg upp
viðvíkjandi spurninginum,
hvar løgmanssætið skal
liggja í framtíðini.
Sandavágs
kommuna
hevur borið uppá mál, at
rætta staðið fyri eitt slíkt
setur er í teirra kommunu.
Og henda ætlanin hevur nú
eisini fingið stuðul frá teimum
báðum tingmonnunum úr
Vágum. Sum skilst ætlar
annar teirra eisini at taka tað
upp á politiskum stigi.
Borgarstjórin í Havn er tó
av heilt aðrari áskoðan:
– Løgmaður hoyrir heima
í Havn. Og eg vænti tí ikki,
at hann fer nakran veg, sigur
hann.
Aftur á søguliga grund
J.P. Gregoriussen arkitektur
hevur fyri Sandavágs komm
unu gjørt hetta uppskotið til
Løgmanssætið í Sandavági.
Hann hevur valt eitt øki í
bygdini, sum liggur millum
Fossá og Myllá, sum eitt
vælegnað pláss til eitt nýtt
løgmanssæti nakað omanfyri
sjálva bygdina.
Ynskið er, at fáa løgmannin
aftur á sama søguliga stað,
har sum seinasti løgmaðurin
sat í 1816, tá hetta embætið
varð avtikið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at
hóast uppskotið um at leggja
løgmanssætið í Sandavági er
áhugavert, so tekur hann ikki
undir við tí. Hann heldur fast
um, at Hoyvíksgarður er rætta
loysnin.
Hoyvíksgarður er væl
egnaður, tí har er so nátt
úruvakurt. Garðurin liggur
fyri seg sjálvan men kortini
mitt í hjartanum í høvuðs
staðnum.
– Landsstýrið hevur í
prinsippinum tikið ta støðu,
at Hoyvíksgarður skal brúkast
sum løgmanssæti í framtíðini,
hóast pengar enn ikki eru
játtaðir til at fara undir hetta
arbeiðið, sigur løgmaður við
útvarpið.
Hoyvík er best
Borgarstjórin í Havn er
samdur við honum í hesum:
Rætta staðið fyri eitt slíkt
sæti er í Havn.
Eftir hansara meting er lítil
meining í, at t.d. suðringar
sum ætla at vitja løgmann
fyrst skulu til Havnar, og
síðani fara víðari vestur til
Sandavágs.
Hoyvíkin er snøgt best
egnaða staðið, sigur hann.
Heðin Mortensen vísir á,
at eitt slíkt stað sum hetta fer
at verða nógv vitjað, eins og
støðan er í Íslandi, har forsetin
býr á Bessastøðum.
Tórshavnar kommuna
hevur áður boðið eina av
ognum sínum - eini stór
sethús Yviri við Strond - til
løgmanssæti. Men eingin
áhugi var fyri hesum tá.
– Sjálvsagt at løgmaður býr í Hoyvík
– Hoyvíksgarður er best
egnaða staðið til løgmanssæti,
halda løgmaður og
borgarstjórin í Havn
– Tað sum eg fyrr tók sum eina sjálvfylgju, er nú fyri mær ein
Guds gáva, sigur Elisabeth Leo í Skopun
Rela-polychondritis er ein sera sjálvsom gikt sjúka, ið
loypur á brósk og gevur sina-, venu- og vøddabruna.
Henda sjáldsama giktsjúka verður ofta blandað saman
við liðagikt, av tí at hetta eisini gnaddar bróskið millum
liðinar.
FAKTA
J. P. Gregoriussen, arkitektur hevur gjørt uppskot um, hvar
løgmanssætið kann liggja í Sandavági
Mynd: Sandavágs kommuna