fríggjadagur 27. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
7
Soleiðis er tilboðið
frá Tryggingarfelag-
num Føroyar. Tilboð-
ið er galdandi fyri øll,
og tað er uttan treytir
– men er bert
galdandi hettar árið
TRYGGING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað at tryggja tíni børn
eigur at vera eins nátúrligt
sum tað er at tryggja tær
bilin ella húsini.
Tað sigur Mortan Poul-
sen, stjóri á Tryggingarfel-
agnum Føroyar, sum frá í
dag og árið út bjóðar øllum
brønum undir 18 ár, sum
tekna barnavanlukkutrygg-
ing, ókeypis trygging fyrsta
árið.
Mortan Poulsen sigur, at
tað bara eru millum 10 og
15% av fólkinum, sum hava
vanlukkutrygging, og tað
halda tey á Tryggingarfel-
agnum Føroyar ikki vera
serliga heppið.
– Nú hevur verið so nógv
tosað um tær kollektivu
vanlukkutryggingarnar av
skúlabørnum, hvørt tað eru
kommunurnar ella Menta-
málaráðið, sum hevur á-
brygdina av teimum. Hetta
kjakið leggja vit okkum
ikki út í, men eg vil bara
vísa á, at tær kollektivu
tryggingarnar
bert
eru
minimumstryggingar, og
tær eru bara gladandi á
ávísum geografiskum øki.
– Tað sum vit bjóða er ein
heiltíðarvanlukkutrygging,
sum er galdandi allastaðni -
bæði í Føroyum og uttan-
lands, sigur Mortan Poul-
sen.
Hóast ongar treytir eru
um, at tryggingartakari skal
hava allar sínar tryggingar
hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyar, so sigur Mortan
Poulsen, at tey sjálvsagt
rokna við at fáa fleiri kund-
ar av einum slíkum tilboð.
Frá komandi ári at rokna
fer Tryggingarfelagið Før-
oyar eisini at bjóða øllum
nýføddum børnum slíkar
tryggingar, sum tá ikki
verða ókeypis.
Prísurin fyri eina van-
lukkutrygging við upp til
eina millión í útgjaldi fyri
avlamni, er 1.000 krónur
um árið. Um barnið gerst
100% avlamið, kann út-
gjaldið verða tvær milliónir
krónur. Við deyða er gjald-
ið 17.000 sum ein jarðar-
ferðarhjálp. Hetta er tí, at
talan er um eina vanlukku-
tryggin, og tá er tað tørvur-
in hjá tí skadda, talan er
um. Við deyða er eingin
slíkur tørvur.
– Teir vanligastu skaðar-
nir eru tannskaðarnir, sigur
Mortan Poulsen. Teir verða
sjálvandi eisini umfataðir
av slíkari trygging.
Mortan Poulsen sigur at
enda, at Tryggingarfelagið
Føroyar hevur boyrtt hug-
takið fyri vanlukku í treytu-
num.
– Hetta merkir m. a., at
tilburðir, har vanlukkur
standast av, at tann tryggj-
aði svímar ella verður ússa-
ligur, eisini verða endur-
goldnar, sigur Mortan Poul-
sen.
Ókeypis vanlukkutrygging
til øll Føroya børn
– Tað at trygggja okkara
børn eigur at vera eins nát-
úrligt sum at tryggja húsini
ella bilin, sigur Mortan
Poulsen, stjóri á Tryggingar-
felagnum Føroyar, bjóðar øll-
um Føroya børnum eina ó-
keypis heildarvanlukku-
tryggin fyri 2006
Mynd: Jens Kristian Vang
Í gjárkvøldið var fyrstu
ferð at Jógvan Sofus
Vágsheyg kundi koma
inn
gjøgnum
høvuðsdyrnar í Miðla-
húsinum í Vágsbotni.
Fyrr hevur hann verið
noyddur at rulla inn
gjøgnum
bakdyrnar
eftirsum
umstøðurnar
hava verði so vánaligar.
– Tað var ein útmerkað
konsert og ein útmerkað
inngongd, sigur Jógvan
Sofus um kvøldið.
Ígjár vóru menn frá
Tórshavnar
kommunu
uttanfyri og løgdu asfalt
á, og áður hevur ein
timburmaður gjørt eina
rampu, so at gjørligt er at
rulla inn.
Men tíanverri eru um-
støðurnar ikki líka góðar
allastaðni. Tá Jógvan
Sofus og konan skuldu
fara at taka sær eina øl
aftan á konsertina á Hotel
Hafnia bar ikki til.
Hóast lyfti um at tey
hava eina rampu (sí grein
á síðu 30-31) visti ongin
á hotellinum um hetta, og
tí vóru hjúnini noydd at
fara til húsar aftur.
it.
Miðlahúsið fyri
rørslutarnað
Ì juli verður summ-
arskeið fyri børn við
vekttrupulleikum.
Tiltakið er fyri 7-15
ára gomul børn og
foreldur teirra. Børn-
ini skulu hava so
mikið av yvirvekt, at
vandi er fyri heilsu-
støðu teirra
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Legan verður á Skarvanesi
í tíðarskeiðinum 26 juni til
23 juli. Ætlanin er at bæði
børn og vaksin skulu røra
seg nógv. Gongutúrar runt
Sandoynna, ríðing, svimj-
ing og rógving stendur á
skránni. Um veðrið verður
vánaligt verður skipað fyri
spæli í fimleikarhøllini ella
í svimjihylinum á Megin-
skúlanum á Sandi.
Umframt nógva likam-
liga rørslu skullu bæði børn
og foreldur luttaka í innk-
eypi og matgerð fyri at læra
seg at velja og gera til sunn-
an kost.
Trý fakfólk verða við alt
skeiðið. Ein útbúgvin kost-
vegleiðari stendur fyri mat-
innkeypti
og
matgerð.
Bar nafysioterapeutur
stendur fyri likamligu venj-
ingunum og barnasjúkra-
systir hjálpur børninum við
serligum tørvi á medisin
ella øðrum.
Tað er Jólamerkjagrunn-
urin sum stendur fíggjar-
liga
aftanfyri
summar-
skeiði. Skeiði er ókeypis
undantikið ferðing til og frá
Skarvanes.
Pláss er fyri tíggju børn-
um og minst sjey børn
skulu tekna seg fyri at
skeiði skal verða hildi.
Treytirnar fyri at sleppa
við á skeiði er at bæði børn
og vaksin eru motiveraði og
síggja yvirvektina sum ein
álvarsligan
vanda
tey
ynskja at gera nakað við.
Sodavatn, chips og góð-
gæti er ikki loyvt at taka
við. Og royking er bannað
innandura. Børn sleppa
ikki at roykja.
Umsóknarblað fæst hjá
kommunulækna ella heils-
usystir.
Lega fyri yvirvektig børn á Skarvanesi
Nú sleppa Jógvan Soufs Vágshey og øll onnur, ið sita í
koyristóli, ótarnað inn um dyrnar í Miðlahúsinum
Mynd: Jan Müller