fríggjadagur 27. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 20 - 27. januar 2006
– Vit eiga húsið,
sum tað stendur
og skylda ikki eina
krónu. Eingin króna
er goldin í arbeiðsløn.
Alt arbeiðið er
gjørt sjálvboðið,
og vit hava fingið
dyggan stuðul frá
fyritøkum í økinum,
sigur formaðurin
í Bátafelagnum á
Bakka, Allan Poulsen.
Sosialurin vitjaði
í felagshølunum í
gjárkvøldi
Bátafelag
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bátafelagið á Bakka er
stovnað 29. september 2001.
Endamálið hjá felagnum er
at fylkja bátaeigarar og báta
áhugað at skipa fyri felags
tiltøkum og veita tænastu
fyri limir og bátaeigarar
annars.
Eitt av málunum, sum
felagið skjótt setti út í kortið,
var at byggja eini felagshús
Niðri á Støð, beint norðanfyri
kappróðrarneystið
og
beint omanfyri bátahylin á
Bakka.
Húsið er nú alment tikið í
nýtslu, hóast tað ikki er heilt
liðugt enn. Ytri parturin er
liðugur, og tað er snotuligi
felagssalurin, sum er opin
upp í tróðurið, eisini. Góður
køkur er settur upp. Gongin
er eisini liðug og almenna
wc, sum er atkomiligt úr
túninum.
Í hølunum verður eisini
brúsa við wc, vaski og vaski
maskinu, og í fýrrúminum er
ætlanin at hava lítið verkstað,
har bátaeigarar kunnu loysa
smærri uppgávur. Lágt loft
er í øðrum partinum av bygn
inginum, og har er ætlanin at
hava koyggjur, har vitjandi
kunnu hvíla seg.
Tikið í nýtslu
Sosialurin vitjaði í Báta
felagnum á Bakka í gjár
kvøldi og hitti fýra av fimm
limum í nevndini. Fyrr um
kvøldið hevði alt býráðið í
Runavíkar kommunu verið
á vitjan og sæð hølini.
Teir fimm, sum umboða
nevndina í felagnum, eru:
Allan Poulsen, formaður,
Hanus Lamhauge, næst
formaður, Atli Leitisstein,
skrivari, Janus Knudsen,
kassameistari og John Tórður
Sigurðsson, nevndarlimur.
Vit hittu allar hetta kvøldið
undantikið Janus, sum ikki
hevði høvi at vera við.
– Vit eiga húsið, soleiðis
sum tað stendur, og vit skylda
ikki eina krónu. Alt arbeiði
hevur verið sjálvboðið, og
vit hava ikki goldið eina
krónu í arbeiðslønum.
Teir siga, at nógvar fyri
tøkur og stovnar í økinum
hava stuðlað felagnum undir
byggingini, og ikki minst
Runavíkar kommuna hevur
verið felagnum ein dyggur
stuðul.
– Í samráð við kommununa
hava vit bygt eitt alment wc
í bygninginum, og tað var
eisini í hesum sambandi,
at býráðið vitjaði okkum í
kvøld. Býráðið hevur gold
ið wc, og vit eru eisini í
aðrar mátar stuðlaðir av
kommununi.
Felagið hevur yvirfyri
kommununi bundið seg til,
at almenna wc’ið verður
opið í tíðini, 1. apríl til 1.
oktober, frá klokkan 08-20
á kvøldi.
Tað er annars Runavíkar
kommuna, sum eigur økið
undir felagshúsunum. Hetta
er eitt leiguøkið, sum er
vanligt í slíkum føri, tá ið
bygt verður niðri við sjóvar
málan.
Fleiri limir
Bátafelagið á Bakka hevur
tilsamans 63 limir. Øll, sum
hava bát ella hava áhuga fyri
bátum, kunnu gerast limir,
og limagjaldið er 200 krónur
um árið.
– Nú húsið alment er tikið
í nýtslu, vantar felagnum
fleiri limir.
Teir, sum mynda felagið,
dylja ikki, at teir kundu hugs
að sær, at nógv fleiri limir
vóru í felagnum.
– Fyrsta almenna tiltakið
í húsunum, var ársveitslan,
sum felagið skipaði fyri,
28. oktober í fjør. 30 mans
vóru á veitsluni, og tá var
felagshúsið at kalla fullsett.
Felagshølini eru ikki stór,
men felagið hevur valt ikki
at leypa fram av.
– Vit vilja heldur eiga tað,
vit hava enn læna okkum út
á sjógv, soleiðis at felagið
verður ov tungt at reka.
Norðanfyri felagshúsið er
eitt hampiliga stórt øki, sum
kommunan hevur planerað.
– Yvirfyri kommununi
hava vit sett okkara ynski
fram um, at økið ikki fer til
onnur endamál, tí hvør veit,
um vit ikki einaferð seinni
fara at byggja upp í húsini.
Nevndin sigur, at nú hølini
kunnu nýtast, verður ikki
meira gjørt fyribils.
– Vit fara ikki undir at
gera tað, ið eftir er, fyrr enn
vit eiga fyri tað. Vit ætla okk
um ikki at læna pening upp
á húsið, siga teir.
Eisini undirhús
Enn hevur nevndin í Báta
felagnum ikki gjørt av,
hvussu húsið, ið ætlanin eis
ini er at brúka sum eitt slag
av undirhúsi, verður opið.
– Vit kundu hugsað okkum,
at menn komu saman til prát
og hugna.
Ætlanin er, at húsið verður
opið leygarmorgun og ein
annan dag í vikuni.
– Men hvussu hetta verður
skipið, hava vit ikki tikið
endaliga støðu til enn. Vit,
sum eru í nevndini, hava
allir lyklar, og somuleiðis
hava vit eisini latið lyklar til
einstakar menn, sum koma
oman higar at seta seg eina
løtu.
Teir siga, at meðan arbeitt
hevur verið upp á húsið,
hava hølini verið opin, og
menn eru dotnir inn á gólvið
til prát.
Flokkurin, 2.HHb
á Føroya Hand
ilsskúla, skipar í
morgin fyri fleiri
ymiskum tiltøkum á
skúlanum til frama
fyri námsferð
Tiltak
Beinta K. Jacobsen,
starvsnæmingur
Leygardagin, 28. januar,
verður stórur familjudagur
á Føroya Handilsskúla. Tá
fer skúlaflokkurin 2.HHb
at skipa fyri ymiskum til
tøkum til frama fyri náms
ferð.
Tiltakið verður frá
klokkan 11-19, og skráin
fyri dagin er rættiliga fjøl
broytt.
Nógv á skránni
Næmingarnir í 2.HHb
bjóða sær vaska bilar við
skúlan, samstundis sum
fleiri tiltøk verða fyri
børn.
Ein
spildurnýggj
hoppiborg verður á fyrsta
sinni roynd við skúlan;
hetta er ein sonevnd Tar
zan-Hoppiborg.
Á skránni verður loppi
marknaður, køkutombola,
og fólk kunnu keypa sær
bíligt smyrjibreyð og pylsu
breyð aftur við kaffi, te ella
sunkist.
Klokkan 15 byrjar eisini
ein Sudoku-kapping á
skúlanum.
Tey kreativu børnini
sleppa eisini at royna seg
hendan dagin. Skipað verður
fyri eini teknikapping, har
vinnarin verður funnin
klokkan 18. Tá verða allar
tekningarnar koyrdar í ein
posa, og síðan verður ein
tilvildarlig tekning tikin
upp úr posanum sum gerst
vinnari. Vinningurin av
teknikappingini verður ein
posi við góðgæti.
Námsferð
2.HHb á Føroya Hand
ilsskúla fer á námsferð
til Athen síðst í mars,
og tí vóna tey, at hópur
av fólki – bæði børnum
og vaksnum – koma út á
skúlan leygardagin at verða
við í ymisku tiltøkunum.
Næmingarnir,
sum
eru 20 í tali, hava framm
anundan
skipað
fyri
ymiskum tiltøkum, eitt
nú køkutombola og sjavs-
kappingum, og teir hava
eisini selt skava og vinn-
seðlar.
Familjudagur
fyri námsferð
Fá bilin vaskaðan, meðan tú spælir sudoku, og børnini
verða ansaði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bátafelagshúsið á Ba
Felagshúsið er í allar mátar atkomiligt, eisini í rullistóli, við breiðari og lagaligari uppgongd
Mynd: Vilmund Jacobsen
Her er ætlanin at gera koyggjur, har vitjandi kunnu hvíla seg
Mynd: Vilmund Jacobsen