fríggjadagur 27. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
9
akka alment tikið í nýtslu
– Eg eri
ógvuliga
spentur
Rógvi Reinert
kemur at kalla
beinleiðis úr vinn
uni – og ikki úr
”pappírsveldinum”
Starv
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggi
aðalstjórin
í
Fiskimálaráðnum eftir
Herálv Joensen, sum
er vorðin sendimaður í
Keypmannahavn, verð
ur Rógvi Reinert, ið
er útbúgvin fiskivinnu
kandidatur, sum tað eitur.
Hann tekur við starvinum,
1. februar.
Síðan Rógvi varð lið
ugur við sína útbúgving
á Universitetinum í
Tromsø í Noregi í 1992,
hevur hann starvast sum
virkisleiðari og stjóri inn
an flakavinnu og fiska
útflutning.
Vit kunnu tískil siga,
at nýggi aðalstjórin kem
ur at kalla beinleiðis
úr vinnuni – og ikki úr
”pappírsveldinum”.
Síðan miðskeiðis í fjør
hevur Rógvi havt starv
sum fulltrúi í Fiskimála
ráðnum.
Rógvi Reinert er 42 ára
gamal, nú hann tekur við
starvinum sum aðalstjóri
í Fiskimálaráðnum.
Ógvuliga spentur
Enn hevur hann ikki tik
ið við starvinum, og tí
hevur hann heldur ikki
hug at gera tær nógvu
viðmerkingarnar
til
uppgávurnar, sum liggja
fyri framman.
Rógvi Reinert dylir
kortini ikki fyri, at hann
tekur við avbjóðingini við
lív og sál.
– Jú, eg eri ógvuliga spent
ur upp á hesa uppgávu,
sigur nýggi aðalstjórin í
Fiskimálaráðnum.
Nýggi aðalstjórin í
Fiskimálaráðnum, Rógvi
Reinert, er 42 ára gamal
– Nú felagshúsið alment
er tikið í nýtslu, fara vit at
finna út av eini skipan.
Spurdir, um ætlanin er at
skipa fyri ymiskum tiltøkum,
siga teir, at hugskotini, sum
frammi hava verið, eru mong,
og sum frá líður vænta teir,
at ymiskir aktivitetir fara
at vera í hølunum niðri á
Støð.
– Nú eru vit so komnir har
til, at felagshølið er liðugt,
og húsið kann brúkast, sum
tað er.
Nevndin í Bátafelagnum á
Bakka er sera takksom fyri
tað arbeiðið, sum limirnir
hava gjørt – og teir eru sera
takksamir fyri allan tann
stuðul, sum fyritøkur og
stovnar hava veitt teimum.
– Hetta er ein góður karm
ur um felagsvirksemið, og
vit vóna, nú umstøðurnar
eru komnar upp á pláss, at
uppaftur fleiri bátaeigarar
og bátaáhugað koma við í
felagið, siga teir.
Bøttar umstøður
Teir fegnast eisini um, at
umstøðurnar hjá bátaeigarum
á Bakka eru vorðnar betri,
síðan Bátafelagið fór undir
sítt virksemi.
– Vit hava fingið atløgu
bryggju í bátahylinum,
og vit hava fingið el og
vatn. Vit hava eisini fingið
oljupumpu, so bátar kunnu
taka olju. Hetta eru stór fram
stig.
Teir kundu kortini hugsað
sær, at atløgumøguleikarnir
gjørdust uppaftur betri,
tí tað er ov trongligt, tá ið
fremmandir bátar eru á
vitjan.
– Vit kundu hugsað okkum
at skipað fyri ymiskum til
tøkum, har bátaeigarar og
bátahugað vitja okkum. Tí
kundu vit hugsað okkum, at
umstøðurnar í bátahylinum
á Bakka gjørdust uppaftur
betri, siga nevndarlimir í
Bátafelagnum á Bakka.
Nevndin í Bátafelagnum á Bakka, f.v.: John
Tórður Sigurðsson, Allan Poulsen, Hanus
Lamhauge og Atli Leitisstein. Janus Knudsen
vantar á myndini
Mynd: Vilmund Jacobsen