Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 20 - 27. januar 2006 Allar heimurin er tikin á bóli av valúrslitinum í pal­ estinska sjálvstýrisøkinum. Sjálvt um allir eyg­leið­ arar spáddu, at Fatah fór at missa atkvøður, og at Hamas fór at fáa eitt gott val, hevði eingin væntað ein stórsigur til Hamas. Hamas fekk ikki minni enn 76 av 132 tinglimum. Hetta merkir, at Fatah hevur mist valdið, og hevur forsetin Mahmoud Abbas longu heitt á Hamas um at skipa stjórn. Tað er ein sera løgin støða, at ein felagsskapur, sum bæði USA og ES meta sum ein yvirgangsfelagsskap, nú hevur vunnið eitt demokratiskt val. Tað er almenn semja um, at valið er farið fram eftir bókini, so her hava bæði stórveldi fingið ein álvarsaman trupulleika. USA og ES hava stuðlað Fatah við sera stóru peninga­ upphæddum. Stuðulin er farin til undirstøðukervi, til heilsu- og útbúgvingarendamál og til búskaparliga menning. Talan er um milliardir av dollarum og evrum. Hetta er stuðul, sum palestinska samfelagið illa far verið fyri uttan. Av tí at Hamas er lýst sum ein yvirgangsfelagsskapur er forboðið í USA og í ES at stuðla hesum felagsskapi.Um stuðulin nú verð­ur strikaður, tí Hamas skipar stjórn, fer hetta at hava oyðilegg jandi fylgjur við sær fyri tað unga og viðbrekna palestinska fólkaræðið. Ein avgerð um at steðga stuðlinum úr USA og úr ES hevði fingið sera álvarsamar fylgjur fyri lívskor og sosial viðurskifti í sjálvstýrisøkjunum. Hetta hevði so elvt til uppaftur størri hatur til vesturheiminum og til Ísrael. Sostatt eru USA og ES komin í eina sera álvarsama tvístøðu. Hamas er ein vápnaður felagsskapur, sum leingi hevur verið í vápnaðum stríði við Ísrael og við Fatah. Hartil kemur, at meðan Fatah er ein sekulerur politiskur flokkur, er Hamas ein fundamentalistisk muslimsk rørsla, so ikki kann annað sigast, enn at støðan í hesum parti av Miðeystri er radikalt broytt eftir einum degi. Misnøgdin við Fatah hevur leingi verið stór og stavar ikki bert frá friðartilgongdini við Ísrael. Misnøgdin kemur eisini av, at Fatah ikki hevur megnað at geva palestinum eina góða stjórn. Misnøgdin og vónbrotið millum vanliga fólkið í Palestina hava verið støðugt vaksandi. Hóast stóru búskaparhjálpina uttaneftir hevur Fatah stjórnin hjá Qourai ikki megnað at minka um arbeiðsloysið og fátækdømið í landinum. Korruptión og vánalig umsiting hevur verið við til at økja um misáltið á stjórnina millum manna. Hamas hinvegin hevur hildið ta vápnahvíld við Fatah, sum varð lýst fyri ári síðan og hevur megnað at standa sum eitt trúverdugt alternativ til stjórnina. Hartil hevur harðrendi politikkurin hjá Sharon bert styrkt Hamas. Ísrael er komið í eina sera trupla støðu. Sam­ ráðingarpolitikkurin hevur fingið eitt skot fyri bógvin og allir møguleikar eru opnir. Hetta kann eins væl enda við krígg i sum við samráðing við Hamas. Skal Ísrael kunna samráðast við Hamas verður minstakravið hjá Ísrael, at Hamas letur vápnini frá sær til t.d. ST ella ES. Men útlitini fyri slíkari loysn eru smá, so talan er, tá samanum kemur, um eina sera álvarsliga støðu, sum skjótt kann festa í alt Miðeystur. DAGSINS MEINING Sosialurin Tikin á bóli VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. og viðgera sjúklingin - tað føroyska sam­ fel­agið, spyrj Johan Dahl, løgtingsmaður Sambandsfloksins Vit hoyra dag og dagliga tos­ið um, hvussu vit skulu menna hetta samfelagið við nýgg jum sonevndum vitanartungum vinnum. Fyri mær sær tú út sum um tað verður slongt um seg við fínum flosklum og háfloygdum ætlanum, sum uttan eina neyva ætlan og strategi um, hvussu hesi mál skulu náast, neyvan verða annað enn flosklar. Vit halda áfram við at útflyta okkara ungdóm, men eru farin í coma, tá tað snýr seg um, hvussu og hvat vit skulu gera fyri at fáa tey heimaftur eftir lokna útbúgving. Vit hava snøgt sagt ikki arbeiði til tey. Fakfólk mugu inn í myndina fyri neyvt at fáa sett út í kortið, hvat vit í heila tikið kunnu gera her hvat er møguligt, fáa hugsanirnar/ dreymarnar niður á eitt jarð­bundið støði og so fara eftir og fokusera upp á tær verkætlanir, sum eru møguligar at útinna í verki og seta tær á skinnarar Granskingin Eisini innan hetta økið verður tosað nógv, granskingin er vorðið eitt slag av gandaorðið - um vit bert kunnu granska, ja so sýnist sum eru allir trupulleikar loystir. Misskiljið meg ikki, - áhaldandi útbúgving er umráðandi, tað at granska er umráðandi, men vit mugu eisini har sígg ja í eyguni, at skal nakað ítøkiligt gerast, so mugu vit seta pening av á okkara fígg jarlóg nógv ár fram í tíðina, kanska einar 30-50 mio um árið fyri at tað yvirhøvur skal muna nakað og fyri yvirhøvur at fáa nakran at koma aftur hendan vegin at granska. Vit mugu allarfyrst eisini her finna út av, hvørjum vit skulu granska í??? Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss eisini her at latið veruligu fakfólkini greitt okkum frá, hvat mest áhugavert er at granska í? - og eisini hvat innan nøkur ár kundi blivið eitt gott ískoyti til samfelagið Føroyar. Hvat við Fiskivinnuni og tí áhaldandi konsentratiónini og flytingini av loyvum frá útsettum økjum? Útjaðarin hevur eisini fingið ein trupulleika, tí um vit yvirhøvur skulu hugsa okkum at hava eina fiskivinnu á landi, so er eisini neyðugt at hava skip og rávøru til at virka. Vit hava sæð gjøgnum seinastu árini, hvussu fiskiloyvir og skip orsakað av umsetiligheit, eru seld úr útjaðaraøkjum uttan at arðir í økjunum hava havt ein livandi tjans til at keypt hesi skip og loyvir. Peningakonsentratiónin er ikki tilstaðar í hesum økjum, og skipini enda í Klaksvík, Eysturoynni og Streymoynni. Tað er neyðugt at endurskoða skipanina sum er galdandi ‒ ongantíð ov skjótt ‒ um tað ikki verður gjørt, so stendur politiski mynduleikin innan 1-2 ár við einum ov­urstórum trupulleika í útjaðaraøkjunum Sandoynni, Suðuroynni og Vágoynni, sum er størri enn kanska møguligt er at loysa hetta bert tí, at vit av gomlum vana ikki fara í holt við at viðgera sjúklingin og royna at grøða hann fyrrenn kanska ov seint er. Hygg ið eftir søguni hygg i eftir 50’unum, 60’unum 70’unum og ikki at gloyma 80’unum so sígg ja tit, at vit eru væl á veg aftur í 80’ini. Lat okkum viðgera sjúk­ lingin, meðan enn er tíð til tess diagnosuna kenna vit allir. Tað er spurningurin um at tora at taka støðu, tá neyðugt er og at tora at spyrja betur vitandi til ráðs. Vágur 25.01.2006. Nær ætla vit at síggja veruleikan í eyguni? Løgtingsmaður Johan dahl Eitt av evnunum á aðal­ fundinum hjá útgávu­fel­ agn­ um Tutl, er ein roynd at menna arbeiðið við marknaðarføring, útbreiðslu og umsiting av heimasíðu og vevhandlinum hjá Tutl. Í tíðindaskrivi í dag kallar Tutlnevdin inn til aðalfund 11. februar kl. 17.00-19.00 á loftinum í Café Natúr. Millum innkomnu málini er uppskot frá nevndini um inngjald frá limana parti av fløgusøluni til felagið, fyri á hendan hátt at styrkja marknaðarføringina hjá Tutl. Nevndin í felagnum ætlar at taka hetta mál upp til kjak á aðalfundinum, og verður høvi hjá limum at geva sítt ískoyti til hvussu ætlanin skal skipast og setast í verka á besta og mest praktiska hátt. Allir limir í felagnum og áhugaði annars vælkomin á aðalfund. nud Tutl ætlar at menna marknaðarføringina