fríggjadagur 27. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
11
VIÐMERKINGAR
Tað harmar meg, at
Gerhard Lognberg
og undirritaði,
sum standa lið við
lið í flestu etisku
spurningum, í bløð
unum síggja út til at
vera ósamdir. Lat tað
vera sagt, at vit báðir
framvegis eru samdir
um tað allarmesta, tó
at onkur munur er,
treyðugt so, sigur Bill
Justinussen
Gerhard Lognberg undrast í
lesarabrævi um mína støðu
til hansara útsagnir um tey
samkyndu. Tíverri er onkur
misskiljing íkomin, tí eg
havi ikki nevnt nakað um, at
Gerhard burdi verið sendur í
geglið, og um tíðindafólkið
hevur fingið tað burturúr
telefonsamrøðuni við meg,
so taki eg tað í meg aftur og
biði um orsaka, tí tað var
ikki tað, sum eg meinti.
Men fyri at rudda allar
misskiljingar av vegnum,
skal eg her stutt greiða frá
míni meining um ítøkiliga
spurningin um at nokta
lærarum starv, um teir eru
samkyndir. Eg taki ikki und
ir við at nokta fólki alment
starv orsakað av teirra kyns
ligu orientering. Ongin ivi
skal tó vera um, at sum
ein persónliga trúgvandi
hevði eg ynskt, at øll, sum
undirvísa og uppala børn
vóru trúgvandi. Men tað krav
kann eg ikki seta, tí tað er upp
til fólk sjálvi at avgera. Eg
meti tað eisini vera í stríð við
ta samfelagsskipan, sum vit
øll eru ein partur av, at nokta
fólki sama rætt til starv, um
tey lúka vanligu treytirnar
fyri starvssetan. Persónligir
eginleikar eru sjálvsagt ein
týðandi partur av einihvørji
starvssetanarviðgerð, men
hetta eru altíð persónligir
eginleikar, sum verða sett
ir í mun til førleikan at
røkja starvið. T.d. er tað
ikki ein fyrimunur hjá ein
um umsøkjara at hava alko
holtrupulleikar.
Nøkur viðurskifti eru
felags fyri øll í okkara sam
felag. M.a. hava øll somu
skyldu at gjalda skatt.
Eisini eru vit samd um, at
øll hava sama rætt til arbeiði.
Og tá talan er um almenn
arbeiðspláss, harímillum
fólkaskúlan, er ongin ivi um,
at øll hava sama rætt til at fáa
starv, uttan mun til persónliga
støðu annars. At nokta sam
kyndum hendan rætt er at
gera mismun á fólki, og
tað tekur Miðflokkurin ikki
undir við. Ein av orsøkunum
til, at vit ikki vildu taka undir
við broyt-ingaruppskotinum
til revsilógina var júst, at vit
ikki meta, at mismunur er í
samfelagnum. Tí metti eg tað
fyri mín part vera neyðugt
at gera vart við hesa støðu.
Og tá ið Gerhard Lognberg
sigur sína meining um júst
hendan spurningin, kunnu
fleiri helst halda, at hinir
løgtingslimirnir, sum eisini
atkvøddu ímóti broytingar-
uppskotinum, hava somu
støðu sum hann. So er
tann spurningurin vónandi
greiður.
Tað er ein erlig søk at hava
eina støðu, og ongin skal
ivast í, at eg virði Gerhard
fyri hansara týðandi leiklut
í øllum hesum málinum.
Eisini kann eg leggja aft
urat, at útsagnirnar hjá
honum eru í alt ov stóran
mun yvirtulkaðar bæði av
fjølmiðlum og flokki hans
ara.
Til Gerhard frá Bill
Løgtingsmaður
Bill
justinussen
Tíðindaskriv
Nú byrja vit aftur við nýggj
um sjálvhjálparbólkum fyri
børn og ung, sum hava mist
foreldur ella syskin við
deyða. Aldurin fyri luttøku
er frá 8 ár og uppeftir.
Higartil hava millum 50
og 60 børn og ung verið við
í sjálvhjálparbólkum.
Bólkarnir eru ætlaðir sum
ein hjálp, til at fáa ein liviligan
gerandisdag. Bólkurin veitir
ikki akutta kreppuhjálp. Tí
skal nakað vera fráligið,
síðani avvarðandi doyði.
Vanliga umleið tveir
mánaðir. Hinvegin sær tað
ikki út til, at tíðin kann blíva
ov long.
Ung, sum hava mist for
eldur ella syskin fyri fleiri
árum síðani, hava eisini havt
gleði av bólkunum.
Tíðin gongur skjótt, og
arbeiðið við sjálvhjálpar
bólkum er drúgt. Tey, sum
vilja verða við frá byrjan,
vera tí biðin um at siga
frá sum skjótast. Tað kann
gerast hjá Annu Dalsgaard
á tlf. 319552/5195552 ella
T-postur janna@kallnet.
fo, og hjá Jóngerð Poulsen
á tlf. 316419/227074 ella T-
postur jongerd.poulsen@
skulin.fo.
Berin:
Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo