Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 20 - 27. januar 2006 VIÐMERKINGAR Virgar T. Dalsgaard Trúttandi tvørbøll og forstokkaðir kværu- lantar eru ikki nakað føroyskt uppfinnilsi Longu í gomlu gresku an- tikkini vóru eitt slag av hálv- ella heilintellektuell- um fólki, sum javnliga plágaði samfelagið og ser- liga býin Athen við teirra konstantu trongd til at tjak- ast um alt og einki! Teir vóru tiltikin tvørbøll! Teir tjakaðust oftast fyri tjakið skyld! Teir disputeraðu heldur enn debatteraðu! Hesir menn vórðu róptir so- fistar. Teir átóku sær at »prógva« hvat sum helst. Teir vóru meistarar í so- nevndum dialektikki! Dialektikkin er ein met- oda, har argumentið fyri einum máli ofta verður gjørt ækvivalent við argu- mentið móti sama máli! Formur kann skjótt fáa meira týdning enn innihald (substansur)! Fyri nógvar sofistar ráddi meira um at fáa rætt enn at hava rætt! Tey flestu, sum royndu at argumentera móti teimum blivu næstan í ørviti, tí teir vendu øllum á heysin! Bæði Sokrates og serliga Platon ávaraðu og stríddust móti fleiri av sofistunum, sum teir hildu vera ónyttur, charlatanar og kværulant- iskar orðklúgvarar; - ein- stakir sofistar vóru kortini góðir lærarar, m.a. í reto- rikki, eitt nú menn sum Go- rgias og Protagoras. Gjøgnum alla miðøldina vórðu lærustovnar og kleysturskúlar javnan vitja- ðir av dialektiskum debatt- ørum, men kirkjan køvdi teir oftast við autoriterum dogmum! Men aftaná reformatión- ina, serliga í seytjandu øld kom dialektiska trongdin til at disputera aftur í hásætið, og nógvir intellektuellir skilamenn brúktu ta kost- baru lesnaðartíðina til ørk- isleysar debattir um fiktiv problem og petitessur, so- nevnd pseudoproblem! Ludvig Holberg, sum sjálv- ur var universitetsmaður gjørdi gjøldur burtur úr teimum láturligu debattun- um, sum teir disputerandi studentarnir fingust við, eitt nú í sjónleikinum Eras- mus Montanus! Í nítjandu øld kom dia- lektikkin av álvara aftur at herja universitetini, eitt nú við Hegel og seinni Karli Marx. Sjálvt um bæði He- gel og Marx vóru mætir fil- osoffar, fingu teir eitt ótal av disciplum, sum vóru sera vánalig plagiat av fyri- myndunum! Marx fekk t.d. nakrar av- leggarar, sum kallaðu seg marxistar! Tann totalitera kommunisman var sum kunnugt aftur ein avleggari av marxistunum! Hesir aggressivu politisku dis- ciplar kallaðu seg fyri dia- lektiskar materialistar. Frelstir dialektiskir framamenn Mitt í tjúgundu øld vórðu vit føroysku studentar rætt- iliga nógv plágaðir av frelstum føroyskum komm- unistum, sum kallaðu seg fyri dialektiskar material- istiskar leninist-marxistar á vitskapligum grundarlagi! Tað knípti hjá nógvum av teimum at siga hetta langa knortluta navnið! Men teir funnu hugagóðir saman í einum pubertilum felags- skapi, sum nevndist Fram- in; har vórðu teir system- atiskt heilavaskaðir og nat- ionalt knoðaðir í smáum studeri-cellum undir leiðslu av onkrum superfrelstum framaguru, sum aloftast hevði verið á kommunist- iskari Jugend-kongres í Rostock í DDR og "lært" seg dialektiska debatt! Tað fall m.a. í lut hjá okkum socialdemokratum at skulla debattera við hesar frelstu menn. Tað var líka so lukrativt og gevandi at debattera við hesar fanatik- arar sum at práta við ein stein ella at sláa í eina dýnu! Teir vóru fulkom- uliga forstokkaðir, púra all- ergiskir yvirfyri logikki og vardu tey mest karráu og vitleysu tiltøk hjá tí komm- unistiska Sovjetsamveldi- num við dialektiskum pseudoargumentum. Eitt nú. álopið á Ungarn í 1956, chikanuna av litt- erera nobelvinnaranum Pasternak í 1958, ta and- skræmiligu byggingina av Berlinmúrinum í 1961; in- vasiónina í Prag í 1968, grovu viðferðina av litt- erera nobelvinnaranum Solzenitsjin, fyri ikki at nevna ómenniskjansligu til- tøkini móti atomfysikara- num Sakharov, nobelvinn- ara í fysikk - hann varð tvangsinnlagdur á psyki- atriskt sjúkrahús, tí hann loyvdi sær at vera ósamdur við teimum ráðandi og krit- iseraði teir alment etc.,etc. Av tí at framamenn vóru nationalistar afturvið kommunismuni, - tað var ein herskin cocktail, komu teir eisini við vitleyst for- skrúvaðum álopum á Dan- mark og serliga føroyskar og danskar javnaðarmenn í tíð og úrtíð! Alt kundi verjast dialekt- iskt, og teir vardu tann mest brutala yvirgang eystanfyri jarntjaldið; men vóru djúpt forargaðir hvørja ferð onk- ur smáhending kundi kriti- serast vestanfyri Tyngjandi subkulturellur arvur Ein beinleiðis andiligur ar- vingi av hesum ónossliga subkulturi er harra Høgni Hoydal, eitt ovurpedantiskt megintvørball, sum er upp- alt í púra einoygdum marx- istiskum og dialektiskum umhvørvi og harafturat vitnisfast roknaði seg fyri dialektiskan marxist, líka til Berlinmúrurin datt! Hann lá leingi í lýggjari lívd av Múrinum, og tá ráddi bara sovjettiskt evst- avald; seinni er hann seinni er hann metafysiskt flýddur til Kirkjubíggjar at kroka undan veruleikanum og gerandisdegnum! Nógv hava ógvast yvir, hvussu stívrendur hesin norðuratlantiski smáfrøð- ingur er. Men atburður hansara er heilt eftir bókini hjá teimum tvøru frama- monnunum. Hetta er tann klassiska frama-dialekt- ikkin, tá ið hon var allar- mest destruktiv! Man trúttar, júkar, trætir og kværulerar um tær allar- minstu og molekyleru peti- tessur. Man setir sær fyri at gera svart til hvítt og øvugt í hvørjari debatt. Man letist sum um sjónarringurin er so mikroskopiskt trongur, at tað ikki rúmast nakað argument ella nakar annar tanki enn forkálkað tjóð- veldis-dogmatikk, sum so verður vard við dialekt- iskari fanatismu! Harra HH hevur í longri tíð verið ekstremt nalva- skoðandi og sjáldsama tvørur superpedantur! Men soleiðis, sum hann hevur leikað í hetta seinasta árið, ber av øllum! Ikki nógmik- ið við, at hann lítið mans- liga hevur jagstrað og for- fylgt drottningina við dia- lektiskum møsni, so flestu føroyingar eru rodnaðir av skomm, men hann hevur eisini lagt á løgmann við púra vitleysum orðaklandri um totalt líkagyldug aka- demisk trætumál um proce- duru, sum allarflestu juri- star ikki høvdu skoytt um at debattera, uttan teir høvdu góða kenning! Tað er somikið meira mansevni í Margretu, drottning enn í Høgna, at hon hevur stórt sæð ikki virt honum svar, men ypt øksl, sum gjørt verður við óflýggjaligar óargaungar! Men løgmaður hevur svar- að. Hetta er púra burtur í vón og viti, at Føroya løg- maður hirðir at svara einum trætandi politiskum óvita! Hann hevur annað at brúka sína kostbaru tíð til, enn at svara einum pedantiskum tvørballi aftur! Løgmaður kundi akkurát tað sama ført eina drúgva samrøðu við Trøllhøvda - tað hevði loyst seg nógv betri! Einki kjøt uppi á hoydalsbeininum Tað er so lítið kjøt at piða uppiá hesum spinkla høgn- abeini, at tað kundi ikki mettað eina klænvaksna kolibri! Men harra Høgni framtúrar í at trútta, mani- pulera og disputera, - tað er sum um tað stendur um lív at fáa "prógva" í hvørjum enda á svávulspinninum, at svávulin situr! Slíkt er drúgt arbeiði - tað kann lættliga gerast monomani fyri lívstíð! Sum flestu sofistar hevur hann als einki eyga fyri de facto-málum. Hann livir og krógvar seg í einum de jure- heimi. Passar veru- leikin ikki inn í verðins- bílætið hjá einum dialektik- ara, er tað bara verst fyri veruleikan! Slíkir menn flýggja inn í virtuellan rea- litet - og har ráða teir sjálv- ir! Fyri HH er procedura meira avgerandi enn prak- sis, úrslit og veruleiki! Men hetta er ofta ein sjúka hjá dialektikaranum. Hann skal vera ímóti, og hann viður- kennir aldri argument frá mótpartinum. Tey, sum ikki makta ger- andisdagin og praktiskan politikk leita sær ofta út í politisku oyðimørkina at rópa um pseudo-jura og proceduru-feilir! Tað syndarliga við harra HH er, at hann er so forb- lindaður av síni sjálvsyvir- vurdering, at hann billar sær inn, at vit onnur halda hann vera ein raskan drong, tá ið hann ýlir við sínum illa funderaðu juridisku rakstrarrópum eftir løg- manni og drottningini og fatar ikki, at hann er pol- itisk rukka! Hann heldur seg vera eitt eindømi og heilt úr leikum tiknan sum trætandi sofist, men hann hevur, sum nevnt hegnigari undanmenn, sum hava minst hálvttriðja túsund ár á baki, og hann er avgjørt heldur ikki nakað unikum sum føroyskt politiskt tvør- ball. Tjóðveldisflokkurin hev- ur hýst nógvum øðrum tvørum fanatikarum gjøgn- um árini! Tí er tað helst eisini til fá- nýtis at royna at hjálpa so forstokkaðum pedanti sum harra Hoydal aftur á eina sámuliga politiska gøtu; - hann er helst langtsíðani handan allan pedagogikk; men tað kann vera, at hann kortini við at lesa niðan- fyristandandi uppbyggiliga týska studentaskúla-stubba kanska kundi tikið eitt lítið sindur í egnan barm og eina stutta løtu førka focus eitt evarskalítið vet burtur frá sínum egna tjóðveldis- nalva! Tað hevði helst givið perspektiv, tamba tann heimføðisliga sjónarringin og bøtt munandi um út- sýnið! Fara kinesarar at fylkjast við høgnesarum? Jóannes Patursson skuldi eitast at vera loysingarmað- ur, men var reelt næstan norskur sambandsmaður - Erlendur Patursson segði seg eisini vera loysingar- mann, men royndist meir sum undirbrotligur ís- lendskur sambandsmaður. - Soleiðis hevur eisini verið við høgnamonnum! Teir hava fegnast um og vælsignað, at vit eru við at avreiða alt okkara vinnulív til Íslands, men nú hevur Hoydal lagt sjáldsaman trumf á og er við at búnast til og leypa út sum kines- iskur sambandsmaður!. Her er veruliga eitt ný- skapilsi í føroyskari nation- alismu og aðrari undirluta- kenslu. Tað verður ikki lætt hjá Danmark at telva við 1200 milliónir kinesarar! Ein fusión millum Hoy- dals-Føroyar og komm- unist-Kina kann gerast ein ræðandi sterkur ríkisfelags- skapur! Dialektiskt skuldi tað ikki verið trupult hjá høgnesarum at prógva, at vit hava nógv meira til fel- ags við Kina enn við Dan- mark. Eins og HH í síni tíð and- iliga hoyrdi heima handan Berlin-múrin og síðani pol- itiskt hevur byrgt seg inni í sjálvum Kirkjubíggjar- múrinum, so fer tað dial- ektiskt ikki at vera trupult hjá honum at finna seg til rættis handan Kinesiska Múrin. Eftir gomlum frama-logikki er tað greitt fyri hvørjum høsnarhøvdi, at Føroyar og Kina eru á einhvønn hátt í allarevsta hoydals-týdningi púra javn- bjóðis tjóðir við nærskyld- um problemum á næstan øllum økjum!. Tað má vera dialektiskt týðuligt og krystallklárt fyri einhvønn smátvøran høgnesiskan tjóðveldisfantast! Hvat er dialektikkur ? Tveir fimtan ára gamlir studentaskúlanæmingar komu algoystir til tann læraran, sum undirvísti teimum í forngreskum máli og spurdu hann: " Harra lektorur, høvdu tygum gjørt so væl at sagt okkum, hvat dialektikkur er fyri nakað?" Lærarin hugsaði seg um eina góða løtu, og so helt hann fyri: "Eg fari at greina tykkum hetta við einum lítlum dømi: Tveir menn koma heim til mín; annar er reinur og nossligur; hin er gravskitin. - Eg royni at vera gestablíður og bjóði báðum eitt bað. Hvør av teimum, halda tit, tekur ímóti mínum tilboði um bað?" "Tann skitni, sjálvandi", søgdu báðir næmingarnir sum við einum munni! "Nei, tann reini, svaraði lærarin, " tí hann er vanur við at baða sær, tann skitni harafturímóti leggur einki í at baða! Ná, mínir vinir, hvør av teimum fer altso í bað? "Tann reini", hildu næmingarnir nú fyri. „Nei, tann skitni, tí hann hevur brúk fyri einum baði! svaraði lærarin og spurdi alsamt:„Nú, hvør av mínum vitjandi tekur so hatta baðið?" „Tann skitni", róptu næmingarnir enn einaferð! „Men nei, - báðir sjálvandi", segði lærarin. "Tann reini er jú vanur við at baða, og tann skitni treingir harðliga til tað! Altso, hvør tekur baðið, góðu menn?" "Báðir", svaraðu næmingarnir ikki sørt ørkymlaðir. "Nei, tvørturímóti - hvørgin teirra", mælir lærarin avgjørdur, tí tann skitni plagar jú ikki at baða, og tann reini hevur als ikki brúk fyri einum baði!" "Ja, men", mótmæltu teir hugavilstu gymnasiastarnir, "hvussu kunnu vit fata hetta? Tygum siga hvørja ferð okkurt annað, og tað er altíð tað allarsíðsta, sum er" rætt" - tygum muta jú ímóti øllum tí, sum vit halda!" " Íðan, ungu menn, síggja tit, - soleiðis er dialektikkur! segði lærarin og fór yvir móti lærarastovuni við einum stórum, men ikki ófryntligum brosi. (Leysliga týtt úr týskum studentaskúlatilfari til HF og gymnasium.) FAKTA