Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 27. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við André Mellem­gaard Jacobsen, Klaksvík, fer úr kapell­ inum á Klaksvíkar Sjúkra­húsi í kvøld, fríggja­kvøldið klokkan 18 heim í Betesda. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13. Ingemann Krabenhøft, Skopun, andaðist á Ríkis­sjúkrahúsinum miku­dagin 25. januar 65 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 28. januar fyllir Hans Petur Jespersen á Lágargarði í Havn 80 ár. Flestu havnarfólk kenna Hans Petur frá Restorffs Bryggjarí, har hann arbeiddi í umleið 40 ár. Men eisini frá mongum góðum og hugna­ligum løtum saman uttan fyri arbeiðsplássið, har Jespersen, sum mong eisini kalla hann, oftani varð mittpunktið, hann, sum savnaði fólk rundan um seg og hann, sum fólk virdu og lurtaðu eftir. Hóast nógv einsamallur var hann tó altíð partur av felagsskapinum. Hans Petur er av Valinum á Tvøroyri. Foreldrini vóru: Sigrid, f. Olsen, úr Halgabyrgi á Sandi, og Frederik Jespersen, van­liga nevndur Frederik hjá gamla-Jaspuri, sum var millum tey fyrstu, ið settu seg niður á Valinum. Valurin á Tvøroyri var fyrsti veruligi arbeiðarabýlingur í Føroyum, og fólkið har livdi mangan undir sera trongum korum. Sigrid og Frederik fingu fýra børn. Elst var Marin Elisabeth, hon doyði av tuberklum sum 20 ára gomul, síðan var tað Charles og Anna, tey eru bæði deyð, Anna doyði í fjør. Hans Petur var yngstur av systkjunum og tann einasti, sum er eftir á lívi. Hjúnalagið hjá Sigrid og Frederik helt ikki, og Sigrid flutti við øllum fýra børnunum til Sands at búgva hjá foreldrunum. Í 1935 doyr mamman, Sigrid, og øll børnini fóru aftur til Tvøroyrar at búgva, uttan Hans Petur, sum fór til Velba­ staðar.   Eftir kríggið fór Hans Petur aftur til Tvøroyrar, har hann arbeiddi hjá T. F. Thomsen í nøkur ár. Fyrst í 50-unum kom hann til Havnar og fekk arbeiði hjá Restorffs Bryggjarí. Hetta bleiv hansara lívsstarv. Hann hevði nógvar ymiskar upp­ gávur har, hann var raskur og arbeiðssamur, m.a. var hann nógv við í bilinum, sum koyrdi øl og sodavatn út til handlarnar í býnum. Hann arbeiddi har, til hann kom til pensiónsaldur. Seinni fór heilsan at bila, og síðan 1999 hevur Hans Petur búð á Miðstovuni á Lágargarði, har tey gera alt fyri at hjúkla um hann. Hóast høgan aldur og viknandi heilsu so er Jespersen, framvegis tann sami gamli Jespersen, ið dámar at speireka og skemta, tá okkurt er á vási. Altíð klárur við eini skjótari og speiskari viðmerking, sum fær lív í vinir og kenningar og tey, sum annars eru um hann. Vit ynskja Jespersen ein góðan 80 ára føðingardag og mong góð ár enn. Tøkk til starvsfólkini á Miðstovuni og Lágargarð fyri, at tit eru so góð við Hans Petur og taka tykkum so væl av honum. Vinir Hans Petur Jespersen 80 ár Leygardagin 21. januar gjørd­ist Katrin Holm í Havn 60 ára gomul. Føðingardagin helt hon í Barcelona, har hon var á dómaraskeiði í est­et­ iskum fimleiki fyri Fim­ leika­samband Føroya. Dagin eftir var hon millum áskoðararnar á Camp Nou til dystin millum Barcelona og Alaves. Einki løgið í hesum – tí ítróttinum hevur Katrin altíð víst stóran ans, og man hon eisini eiga mong sporini bæði í Gundadali og úti á Stórheyggi. Katrin varð fødd og vaks upp í Skálum í Hvalba. For­ eldrini vóru Betta og Niels Pauli Holm, vanliga nevndur Palliba. Systkinaflokkurin taldi 6, har Katrin var tann elsta. Palliba sigldi sum 1. stýrimaður við ymiskum donskum reiðaríum, meðan Betta tók sær av børnunum. Sum 16 ára gomul flutti Katrin til Havnar at arbeiða. Fyrst sum kassadama hjá P.A. Restorff og síðani í Samvinnufelagnum. Í Havn møtti hon ítrótt­ ar­úrmælinginum Tórður Holm, sum hon giftist við í 1964. Saman fingu tey børnini Ingilín, Borgarhjørt og Hall. Ingilín starvast sum fysioterapeutur hjá Stimbur. Hon er gift við við Jákup Símuni Simonsen úr Hoyvík, og eiga tey døturnar Karin og Elisabeth. Borgarhjørt býr í Ribe, har hon er lærari. Hon er gift við Carsten Lund, og hava tey tríggjar døtur: Maria, Catharina og Anna Tóra. Hallur er bókhaldari hjá Norðbil. Hann býr í Streymnesi sam­an við Jens­ inu Magn­us­sen. Tey eiga tveir dreingir - Steingrímur og Fríði. Katrin gekk, sum flest allar aðrar kvinnur tá, heima hjá børnunum. Seinni bleiv hon vikarur í Nonnuskúlanum, har hon fyri tað mesta undirvísti í fim­leiki. Nøkur ár var hon eisini fast í forskúlanum hjá Nonnunum. Í 1986 fekk hon fast starv í umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu. Hesi árini Katrin hevur verið hjá kommununi, hev­ur mangan verið sera torført at fáa ansingarpláss til børnini. Her var Katrin – áðrenn Snarskivan var sjósett – sum pláss-ávísari andlit kommununnar úteftir, og mangt glepsið man hon eisini hava fingið frá ørkymlaðum havnarfólki. Seinnu árini hevur Katrin livað saman við Jens Mariusi Poulsen í Havn. Katrin Holm 60 ár 16. des. 2005 bleiv Arnhold Olavsson av Tvøroyri premierløjtnantur í donsku sjóverjuni. Hann hevur frá 18. des. 2005 til 23. januar 2006 verið í tænastu í Irak, sum hernaðarlækni hjá donsku hernaðardeildini í Irak. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálptu okkum, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Ingálvur av Reyni andaðist og varð jarðaður. Vit takka øllum, ið fylgdu Ingálvi til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Fyri tey avvarðandi Elsa Kári, Gunnvør, Heri, Eyðun, Árni, Ása og Inga Premierløjtnantur Lesið Sosialin - so eru tit við Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá Elinborg Mørk Jørgensen so brádliga andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sandvíkar kirkju. Takk til Erik Bock prest, til kirkjutænarar og onnur í Helligkors kirkju, tøkk til berarar og tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga tøkk øll somul við ynski um eitt gott nýggjár. Torgerð og Aslaug