fríggjadagur 27. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 20 - 27. januar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin var mót
tøka hjá AutoService
við Oyggjarvegin í
Havn í samband við
at eitt nýtt produkt
til at reinsa felgur
á bilum við, Shiny
Wheels, er komið á
marknaðin
Móttøka
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Shiny Wheels er ein nýggj
vøra, ið er framleidd til at
reinsa felgurnar á bilinum
við.
Tað er fyritøkan Incra Sp/f
v. Regin W. Dalsgaard, sum
stendur fyri hesi verkætlan,
ið er gjørd saman við Kemi
lux.
Møguleiki var eisini fyri
at royna nýggju vøruna. Fólk
vóru vælkomin at hava bilin
við og royna hvussu Shiny
Wheels virkaði. Fleiri nýttu
høvi og fingu felgurnar reins
aðar við sera góðum úrsliti.
Shiny Wheels er ein før
oysk vøra, ið er framleidd
í Føroyum og er ætlað bæði
føroyska og marknaðinum í
grannalondunum.
Fríðhild Jacobsen
í Hvalba vann
ferð frá Atlantic
Airways/Lalandia í
jólakalendarakapp
ingini hjá Sosialinum
í desember, og
týsdagin fekk hon
vinningin handaðan
Gávuhandan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ein av vinningunum í jóla
kalendarakappingini hjá
Sosialinum í desember var
eitt gávukort upp á samflex
flogferð fyri tvey vaksin
og tvey børn frá Atlantic
Airways og Lalandia.
Hepni vinnarin av gávu
kortinum við ferðini gjørdist
Fríðhild Jacobsen í Hvalba.
Týsdagin
fekk
hon
vinningin handaðan, tá
umboð fyri Sosialin stakk
inn á gólvið hjá henni
og manninum í Hvalba,
og hóast myndatøka ikki
stendur fremst á listanum
yvir yndisítriv, so var tað ein
fegin Fríðhild, ið tók ímóti
góða vinninginum.
6. januar fingu Kate S. Kruse og Áki Simonsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3415 gr.
17. januar fingu Sonja Árnadóttir Heinesen og Hallur
Joensen, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og
vigaði 3560 gr.
20. januar fingu Hanna Fonsdal og Pauli Zachariasen,
Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
4200 gr.
20. januar fingu June Jacobsen og Kaj Johannesen,
Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
4400 gr.
21. januar fingu Miriann Hentze og Oddur Hentze,
Sandur, eina dóttur. hon var 54 cm. long og vigaði 4160
gr.
21. januar fingu Maj-britt Hellisdal og Johnny Samuelsen,
Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3340
gr.
22. januar fingu Heidi Davidsen og Regin Johannessen,
Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
3370 gr.
22. januar fingu Martha og Andrias Hammer, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr.
22. janaur fingu Jana Mikkelsen og Eyðun Jakobsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3565 gr.
23. januar fingu Ranvá og Ove Nysted tvíburar, drong og
gentu. Drongurin var 49 cm. langur og vigaði 2580 gr.
og gentan var 49 cm. long og vigaði 2590 gr.
23. januar fingu Randi Saxov og Eyðfinn Eyðunsson,
Argir, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3700
gr.
26. januar fingu Hilda og Hanus Kjølbro, Viðareiði, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr.
Vit eru Harranum takksom fyri at hann gav okkum eina
lítla fitta gentu tann 28.des.2005. Hon vigaði 3600 g. og
var 51 cm. long. Hon fekk navn stutt áðrenn middnátt
gamlaárskvøld. Hon eitur Silvia Karlsdóttir Vang
16. januar fingu Rannvá og Dávid Davidsen, Tórshavn,
tvíburar, gentu og drong. Gentan var 48 cm. long og
vigaði 2210 gr. og drongurin var 52 cm. langur og vigaði
3020 gr. Tey eita Sanna og Jàkup
Fríðhild vann ferðina
Dagfinn Olsen frá Sosialinum handar Fríðhild Jacobsen
ferðaseðilin, hon vann í jólakalendarakappingini hjá
Sosialinum
Incra Sp/f:
Shiny Wheels komið á marknaðin
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum mongu, sum
gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 8.
januar 2006. Takk til øll tykkum, sum komu
í føðingardag.
Takk fyri gávur, blómur, heilsanir, talur
og sang. Takk øll tit, sum ringdu og sendu
fjarrit. Takk til børn, svigarbørn, ommubørn
og langommubørn fyri ein ógloymandi dag.
Eisini stóra takk til tykkum øll, sum hjálptu
til á ymiskan hátt. Tykkum øllum ynskist
eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Asta Poulsen
Dagurin
28. Januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814. Eini
400 ár eftir deyða sín varð hann eftir uppskoti frá týska
keisaranum Fríðriki Barbarossa skírdur halgimenni,
men heitið varð ikki viðurkent av pávanum í Róm.
Karlamagnus hevur annars verið høgt í metum, ikki minst
í Føroyum. Karl er germanskt navn og merkir maður, og
Magnus er latínskt og merkir stórur.
29. januar. Valerius. Var síðst í triðju øld biskupur í
Trier í Týskland
30. januar. Aðalgunn, deyð umleið ár 684. Fyri at sleppa
undan giftu, sum foreldrini vildu hava hana at ganga
inn í, flýddi tann unga Aðalgunn og fór í Kleystur. Hon
grundlegði seinni kleystrið Maubeuge í Norðurfraklandi
og var har tann fyrsta abbadissan.
Silvurbrúdleyp
24. januar høvdu Bergur og Mary-Jana á Reynatrøð,
Runavík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdar
húsinum í Leirvík leygardagin 28. januar kl. 18.00.
60 ár
Mánadagin tann 30. januar fyllir Laura Joensen, Tórshavn,
60 ár. Opið hús verður á Gamla Meiarínum sunnudagin
tann 29. januar kl. 14.00.
Hósdagin var móttøka hjá AutoService í samband við at Shiny
Wheels, er komið á marknaðin. Her er Regin W. Dalsgaard
(uttast til høgru) saman við starvsfólkum hjá Kemilux
Prógv
20. januar 2006 fekk
Amanda Ellingsgaard
av Eiði prógv sum
Professionsbachelor í
Ernæring og Sund-hed
við sernám í sundheds
kommunikation á Suhr’s
Seminarium Keyp
mannahavn.
Eva Hansen, Klaksvík, hevur 19. januar 2006 lokið
prógv sum professionsbachelor i pædagogik á Aalborg
Socialpædagogiske Seminarium.