fríggjadagur 27. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
15
Listamaðurin Sámal Blak
og fínmekanikarin David
Geyti hava gjørt planetirnar,
ið verða handaðar á Planet
Awards leygarkvøldið, og
hvør planet er vorðin eitt egið
listarverk. Planetirnar hava
felags snið, men orsakað
av dynamiska tilfarinum er
eingin planet heilt eins.
Viðkomandi
heiðurslønir
Sámal Blak heldur arbeiðið
við at gera planetirnar hev
ur verið stuttligt. Hann
sigur at hetta var lutvíst
eitt arbeiði, har hann varð
noyddur at hugsa kreativt,
men samstundis halda sær
fyri eyga, at planetirnar
skuldu vera viðkomandi.
Hann heldur, at alt ov ofta
verður tílík list óviðkomandi
og eitt sindur tilvildarlig.
Hann setti sær tí fyri, at
hetta skuldi ikki vera so
við hesum planetunum. Nú
planetirnar eru klárar at
handa, er listamaðurin væl
nøgdur við úrslitið.
Strammur
tíðarkarmur
Sámal sigur, at tíðarkarmurin
hevur verið strammur, og tí
er tað blivið til langar dagar,
men hann fekk beinanvegin
fínmekanikaran David Geyti
við í arbeiðið, og hetta hevur
verið stór hjálp. “David
veit hvussu tingini rigga,
og hetta hevur hjálpt nógv
bæði í kreativu prosessini og
í sjálvum handverkinum”,
sigur Sámal.
Rustfrítt stál
Planetin er í tveimum part
um, eini rustfríari stálskivu
og einum fóti, ið er eitt
igulker. Stálskivan ímyndar
eina fløgu, men eisini
eitt Føroya kort og planet
búmerkið. Skivan er tekna av
Sámali og løgd inn á teldu av
David. Tekningin varð síðan
send til Danmark, har hon
varð útskorðin í rustríum
stáli. Á skivuni er navnið á
heiðurslønini gravera.
Eitt komiskt igulker
Hin parturin er eitt igulker.
Sámal greiður frá, at David
kom við hugskotinum um
igulkerið. Teir vildu hava
natúrligt føroyskt tilfar til
fótin. Fyrst hugsaðu teir um
rekavið, horn ella grót, Hetta
tyktist bara so vanligt, sigur
Sámal. David skeyt so eitt
igulger upp. Í fyrstani helt
Sámal ,hetta vera rættiliga
komiskt. Men teir fingu ikki
slept hugskotinum aftur.
Igulkerið er ikki nógv brúkt
í listini og líkist nógv eini
planet, holini har píkarnir
hava verið minna um lond,
og litspælið er egið á hvørjari
planet. Hetta ger á onkran
hátt heiðurslønina egna, ser
føroyska og vakra.
Aftan á Planet Awards
verður afterparty við
Frændum og Johnny
Deluxe á Hotel
Føroyum. Donsku
superstjørnurnar og
tað størsta føroyska
tónleikanavnið gjøg
num tíðirnar fara at
undirhalda
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Planet Awards verður ein stór
sligin tónleikauppliving úr
enda í annan, við bólkunum
200, Marius, Yggdrasil
við
Kára
Sverrisyni,
Channe Nussbaum Trio,
Terja Rasømussen, Petsi
Tvørfoss og Brandi K. Jacob
sen. Á tiltakinum verða
heiðurslønir handaðar til
bestu útgávu, besta føroyska,
besta útlendska, bestu song
kvinnu, besta sangara og
besta nýggja.
Men ert tú ein av teim
um, sum ikki hevur eydnast
at tryggjað tær eitt atgongu
merki til sjálva Planet
Awards gallaveitsluna, kanst
tú alíkavæl gerast ein partur
av tiltakinum.
Tá klokkan er farin av
miðnátt fara donsku popp
rokkstjørnurnar úr Johnny
Deluxe á pallin at framføra
unplugged. Bólkurin er
eitt tað allar størsta danska
tónleikanavnið, við løgum
sum Drømmer Jeg og Drenge
Som Mig, ið longu eru
vorðin fólkaogn. Eisini fer
Føroya størsta tónleikanavn
í gjøgnum tíðirnar Frændur
at spæla til dans.
Atgongumerki á kr. 165
fáast í forsølu á Hotel Før
oyum og við dyrnar.
Seks egnar planetir
Dansur og afterparty við
Frændum og Johnny Deluxe
Søren og Noam úr Johnny Deluxe fara at framføra unplugged
Frændur fara at spæla til dans