fríggjadagur 27. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 20 - 27. januar 2006
Enn eru nakrir
dagar eftir at
síggja áhugaverdu
listaframsýningina
Ljósatendring
í Klingruni í
Norðurlandahúsinum.
List
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tey, ið sýna fram keramikk
eru Peder Rasmussen, Vígdis
Petersen og Guðrið Poulsen.
Ole Jacob Nielsen hevur
gjørt træskulpturar og Astrid
Andreasen og Tita Vinther
sýna fram tekstillistaverk.
Tað fyrsta sum møtir
teimum vitjandi eru fýra
litfagrir fiskar sum hanga
undir loftinum.
Astrid Andreasen hevur
gjørt teir fýra fiskarnir úr
kopar og messingtráði.
– Eg arbeiði á djóradeildini
á Náttúragripasavninum,
so eg fáist rættuliga nógv
við fisk. Beint nú havi eg
illustrerað yvir 100 ymisk
fiskasløg til fyrstu føroysku
fiskabókina, sum kemur
út í næstum, sigur Astrid
Andreasen.
Fiskarnir sum eru við á
framsýningini eru ikki nøkur
serlig sløg av fiskum, uttan
teir hevur Astrid sjálv funnið
uppá.
– Fiskar kunnu síggja
so stuttligir út, serliga
djúphavsfiskar.
Fiskarnir verða ikki
seldir uttan ætlanin er, at
teir skulu ferðast víðari til
Ráðhúsið í Keypmannahavn
til eina stóra norðurlendska
framsýning.
Ørðvísi hegn
Tita Vinther hevur aftur roynt
seg við ótraditionellum tilfari
til sína vevlist. Hesaferð er
tað kopartráður, sum hon
hevur vevað eitt ørðvísi
hegn við.
Trælistin hjá Ole Jacob
Nielsen er tað, sum tekur
mest pláss á framsýningini.
Mest eru tað trælampir og
skálir, sum listamaðurin
hevur skorið og dreygað úr
føroyskum viði.
»Hyggur
tú
sum
trælistamaður at viði, leita
eygu tíni oftast eftir tí, sum
snikkarin vildi vrakað. Viður
við vundnum tægrum og
ymiskum litfrábrigdum setir
beinleiðis ferð á hugflogið
og loypir brell á teg at finna
loyndarmálið, sum krógvað
er fyri innan«, skrivar Ole
Jacob Nielsen í einum blaði
um sínar trælutir.
Við øðrum orðum ein
sera vøkur og áhugaverd
framsýning, sum nógv longu
hava sæð, men sum tit, íð
ikki hava sæð kunnu skunda
tykkum í Norðurlandahúsið
at síggja áðrenn hon steingir
týsdagin 31 januar.
Channe Nussbaum
er ímyndin av einum
røttum sigøjnara, í
gjárkvøldið fór hon
á pallin í Klaksvík,
í kvøld verður hon
í Fuglafirði og
leygardagin spælir
hon á Planet Awards.
Vit hava prátað við
Channe.
Tónleikavitjan
Ragnhild Ellingsgaard
– Mær dámar betur veðrið í
dag. Í gjár skríggjaði sólin
"Welcome! Welcome!", men
í dag er tað líkasum meira
grátt yvir øllum. Mær hevur
altíð dámt tað melankolska
betur.
Orðini eigur Channe
Nussbaum, sum mikudagin
kom til Føroyar. Lítla
kvinnan sær tó alt annað
enn melankolsk út, tá hon
situr framman mær við
knallreyðari varrastift og
stórum, livandi purlum í
hárinum. Hendurnar reika
aftur og fram, meðan hon
tosar og svørtu eyguni
goyma ein hita, eg sjálvdan
havi sæð fyrr. Ongantíð
havi eg hitt nakran, sum í so
stóran mun líkist míni ímynd
av einum røttum sigøjnara;
alt við Channe er livandi og
litfagurt. Eg hugsi við mær
sjálvari, at hon líkist hennara
tónleiki. Ella er tað kanska
tónleikurin, ið líkist henni?
At byggja brýr
Tey seinastu árini hevur
Channe ferðast víða við
hennara tulking av klezmer-
tónleiki; eitt serligt slag av
tónleiki, sum stavar frá teim
eysturlensku jødunum. Hetta
er siðbundin fólkatónleikur,
har Channe tó blandar
saman bæði nýtt og gamalt
av ymsum uppruna. Hon
skrivar sjálv tónleikin og
sum oftast eisini orðini.
Á nýggju fløguni, sum
kemur út um stutta tíð,
hevur Channe tó funnið
fram gamlar norðurlenskar
tekstir, sum hon síðani hevur
smíðað løgini til.
– Foreldur míni eru bæði
úr Polen, umframt at mamma
hevur uppruna sín í Portugal.
Eg eri tó í Danmark, so við
tónleikinum blandi eg alt eitt
sindur saman. Ein kann siga,
at mín tónleikur er mín søga,
fortelur hon.
Vanligur
klezmer-
tónleikur
er
aloftast
skrivaður í moll og kann
gerast heldur syrgiligur at
lurta eftir í longdini, men
á komandi fløguni finna
vit eina samanblanding
av sonevndum klezmer
salsa, balkan og donskum
fólkatónleiki. Okkurt popput
er yvir øllum, so hetta er ein
nýggj byrjan fyri Channe.
– Eg havi arbeitt við
vanligum klezmer tónleiki
í góð 10 ár, so eg hevði tørv
á onkrum nýggjum nú, sigur
hon.
Í einum norðurlenskum
savni við gomlum tekstum
fann hon sær 40 tekstir
og arbeiddi víðari við
teimum. Okkurt er broytt
og
nútímansgjørt
eitt
sindur, men sum heild hava
teksirnir varðveitt sum mest
av upprunanum. Onkur av
teimum eru yvir 100 ára
gamlir, men hetta er sambært
Channe eingin forðing fyri
at gera nútímans tónleik.
– Nógv av tí, sum
verður skrivað í dag, er so
einkisigandi og pátikið. Orð
um kærleika og hatur eru
gjøgnum tíðina fortald so
ótrúliga ofta, og tí virkar alt
eitt sindur klisje-agtigt; teir
gomlu tekstirnir eru nógv
meira erligir. Av tí sama
geva teir enn í dag íblástur,
og tað er ein verulig dygd,
heldur hon.
Meira sárbær
Á lítlu konsertferðini í
Føroyum skal Channe
Nussbaum á pallin í Klaksvík,
Fuglafirði og Tórshavn.
Saman við henni eru Bjarke
Kolerus á klarinett og Jeppe
Tuxen á klaver og innihaldið
á framførslunum verður ein
blanding av nýggjum og
gomlum tilfari hjá Channe
sjálvari.
Konsertferðin er liður
í
konsertrøðini
FO-
DK Konsertferðir, sum
Norðurlandahúsið skipar
fyri saman við FUT og
donsku DJBFA og Dansk
Artisforbund, har danskir
bólkar koma til Føroyar
og fara á konsertferð við
føroyskum bólki.
Tískil er talan um tríggjar
konsertir, har Channe
Nussbaum trio'in verður at
hoyra saman við føroyska
bólkinum Yggdrasil saman
við Kára Sverrasyni. Saman
fara bólkarnir báðir eisini
at framføra serstøk løg hjá
hvørjum øðrum. Sjálv kallar
Channe hesa løtuna saman
við Yggdrasil fyri eitt slag av
"We Are The World-løtu", har
heimstónleikur við ymsum
uppruna verður lagdur saman
til enn eitt slag av tónleiki.
Eitt serstakliga deiligt slag
av tónleiki, skal so líka
viðmerkjast av undirritaðu,
sum fekk møguleika til
at hoyra bólkarnar báðar
saman á pallinum í Atlantis
hóskvøldið.
– Eg eri von við at fara
á pallin við hugburðinum
um bara "at give den gas!",
sigur hon og sipar til, at
hennara framførslur higartil
mest hava verið merktar
av klezmer tónleiki, har
áhoyrararnir klappa, trampa
í gólvið og annars eru við
undir allari framførsluni.
Á hesari konsertferðini
krevst tó nakað annað, tá
nýggi tónleikurin hjá Channe
inniheldur
friðarligari
løg við rót í donskum
fólkatónleiki.
– Vit framføra jú eisini
saman við Yggdrasil, og
hetta ger meg á ein ella
annan hátt meira sárbæra. Eg
má læra meg at verða nøgd
sjálv á pallinum, heldur enn
bara at fáa tey í salinum glað
og soleiðis gera tey nøgd,
sigur hon.
Um virðislønir
Seinasta framførslan á
hesi konsertferðini verður
leygarkvøldið, tá Channe
Nussbaum trio'in saman
við Yggdrasil verða eitt
av mongu forkunnugu
nøvnunum, sum Planet
Awards bjóðar gestum
sínum.
– Hetta er fyrstu ferð, at
eg verði við til eitt tílíkt
Awards-kvøld. At tað so
skuldi verða júst í Føroyum
ger bara alt meira spennandi,
heldur Channe.
Haraftuat heldur hon tað
verða umráðandi, at eitt land
vísir virðing fyri síni list.
Eisini innan tónleikin, og
tí kunnu slík kvøld næstan
bara kasta jaligan ávøkstur
av sær.
– Tó er umráðandi, at
tónleikarar ikki seta seg niður
at skapa við tí í hyggju, at
teir allarhelst vilja hava eina
virðisløn av onkrum slag
afturfyri. Hugurin til at skapa
má altíð verða drívkraftin, tá
tú ert virkin innan tónleik.
Virðislønir koma og fara,
men drívkraftin; hon má
fyrst og fremst koma innan
úr tær sjálvum, slær hon
fast.
Mest av øllum gleðir hon
seg tó til at hoyra allan
tann føroyska tónleikin,
sum Planet Awards fer at
borðreiða við komandi
leygarkvøld
á
Hotel
Føroyum.
Um Channe
Nussbaum
Channe Nussbaum hevur
skrivað og framført tónleik í
fleiri ár og hevur við trimum
væl móttiknum fløgum sligið
navn sítt fast sum eitt tað
størsta innan klezmer tónleik
í Danmark. Í næstum gevur
hon út fløgu, har tilfari er ein
blanding av balkan, klezmer
salsa og popputum donskum
tónleiki. Løgini hevur hon
sjálv skrivað, meðan onkrir
av tekstunum eru gamlar
norðurlenskar fólkavísur.
Tónleikararnir á fløguni
eru allir væl kendir innan
danskan jazz, heimstónleik
og popptónleik.
Hon er kend og vird sum
tónleikari í Danmark og
hevur harumframt eisini
verið við á festivalum
aðrastaðni, m.a. í Polen,
Ungarn, Týsklandi, Svøríki
og Noregi.
Í USA varð Channe
Nussbaum fyri stuttari
tíð síðani kosin sum tann
týdningarmesti tónleikarin
innan endurnýggjan av
jødiskari tónleikatraditión
kring allan heim.
Gjøgnum árini hevur hon
arbeitt við fleiri kendum
tónleikarum innan alskyns
sløg av tónleiki. Saman hava
tey givið áhoyrarnum eitt
serstakliga dámligt boð uppá
heimstónleik í Danmark.
Í kvøld fer Channe
Nussbaum á pallin í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði og leygarkvøldið
endar konsertferðin við eini
framførslu á Planet Awards
á Hotel Føroyum.
Channe Nussbaum trio saman við Yggdrasil:
– Eitt sindur »We Are The World«
Endabresturin hjá Ljósatendring
Channe Nussbaum og Yggdrasil við Kára Sverrasyni hava í
hesum døgum konsertir kring Føroyar.
Skroypilig konstruktión -
kallar Guðrið Poulsen hesa
standmynd.
Fiskarnir hjá Astrid Andreasen eru bundnir og flættaðir við
kopar- og messingtráði.
Mynd Jens Kristian Vang