Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 27. januar 2006 17 Nr. 20 • Fríggjadagur • 27. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Skála missir lykla­ spælaran nenad Stankovic. Orsøkin er, at inntøkan frá øðrum arbeiði enn ítrótti var á leið 100- 200 kr. ov stór um vikuna í fjør. Og tí er mest sum vónleyst at fáa nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skála noyðist at vera ein av sínum mest týðandi spæl­a­runum fyriuttan, tá teir um góðar tveir mán­ aðir byrja upp á enn eitt kappingarár í Formula- deildini. Eitt kappingarár, sum fleiri helst vóna fer at taka felagið seinasta fetið upp móti oddinum. Hetta eftir ávíkavist bronsu- og silvurmerki í teimum báðum seinastu kappingarárunum. Forvunnið ov nógv Nenad Stankovic fær nevn­ liga eftir øllum at døma ikki nýtt arbeiðs- og uppi­ haldsloyvi. Á Skála høvdu tey onga fatan av, at nakrir trupulleikar vóru í hesum, men hetta skuldi vísa seg, tá umsóknin var til viðgerar. Orsøkin skal finnast í av­tal­ uni, sum Jógvan við Keldu og Bertel Haarder gjørdu um útlendsk ítróttarfólk á heysti 2004. Í hesi verður staðfest, at útlendsk ítrótt­ ar­fólk skulu forvinna í minsta lagi 52% av eini van­ligari arbeiðsmannaløn frá felagnum. Eitt krav, sum Skála hevur livað upp til. Men sama avtala staðfestir eisini, at somu ítróttarfólk í mesta lagi kunnu forvinna 48% av eini arbeiðsmannaløn frá øðrum arbeiðsgevara. Við øðrum orðum, so skulu tey ikki forvinna meira enn 1.935,40 kr. um vikuna frá øðrum arbeiðsgevarum. Og her hevur Nenad fingið ein trupulleika. Mistak av vælvild Eftirkanningararbeiðið, sum verður gjørt, tá nýggj umsókn verður skrivað, staðfesti, at inntøkan hjá Nenad hevur verið eina staðni millum 100 og 200 kr. ov stór um vikuna. Ikki nakað skakandi tal, men tað er oman fyri markið, og tí kann neyvan roknast við, at spælarin fær nýtt innferðarloyvi. Á Skála harmast tey sjálv­ andi almikið um hetta. Ikki minst, tí tey - sum tikið verður til - halda mistakið vera íkomið av berari vælvild. Ein vælvild, sum nú hevur kostað spælarunum møguleikanum fyri longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Nýggjur serbi ávegis Hóast tey harmast, so verður tó ásannað, at tað neyvan er nógv meira at fara eftir í hesum málinum hjá Skála. Skotbráðið til n‡tt kappingarár er stutt, og ístaðin hava tey vent eyguni eftir at fáa n‡ggjan útlending inn á miðvallarplássið, sum nú er tókt. Sum skilst, so verður talan helst eisini um at fáa nýggjan serbiskan spælara á miðvøllin. Hetta tó sjálvandi treytað av, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða fingin í rættlag. Mikukvøldið spældi Ingi Højsted fyri fyrstu ferð við Birminham City, og Christian Restorff Mouritsen fekk leygardagin kjansin á U18 liðnum hjá Manchester City Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú er føroyski fótbólts­spæl­ ar­in Ingi Højsted sloppin í holt við tað, sum hann allarhelst vil – at spæla dyst­ ir fyri enska felag sítt Birm­ ingham City. Mikukvøldið spældi Ingi seinasta partin av dystinum ímóti Wigan, og tað gekk væl hjá Birmingham, sum vann dystin 3-0. Eykaliðið hjá Birmingham hevði tapt fýra dystir framm­an­undan, og fyri at steðga hesari gongd høvdu venjararnir styrkt liðið við nøkrum spælarum, sum van­ liga spæla í Premier League. Stephen Clemence, Jamie Clapham og Julian Grey spældi við, og tað munandi eftir øllum at døma. Tikið sína tíð Ingi Højsted gjørdi sáttmála við Birmingham City seint í fjør, og hann hevur longu vant í felagnum í nógvar vikur. Men hann hevur ikki kunnað spælt higartil. Ingi hevur havt ein minni skaða at dragast við, og harafturat hevur spæliloyvi hjá honum heldur ikki verið í lagi. Hetta er nú alt komið í rættlag, og mikukvøldið fekk hann sínar fyrstu minuttir fyri Birmingham. Christian spælir eisini Ein annar føroyskur spælari í Onglandi er Christian Rest­ orff Mouritsen, sum hevur sátt­mála við Manchester City. Leygardagin fekk hann veruliga kjansin á U18 liðnum hjá felagnum, og tað gekk stak væl hjá honum í dystinum ímóti Bolton. Christian byrjaði dystin á miðvøllin og spældi til heilt fram ímóti endanum, tá ið hann varð útskiftur við einum minni snuddi. John Arni á veg ímóti IM John Arni Nilssen stendur seg væl í eini altjóða talv­ kapping í Kekkia, og møgu­ leikarnir eru rættiliga góðir fyri, at hann fær triðja og seinasta IM-normin, sum skal til fyri at gerast altjóða meistari. John Arni hevði fyri evsta­mark á blaðnum hesa­ ferð fingið 5 1/2 stig, og heldur hann hetta støðið rest­ina av kappingini, so vinnur hann sær sín triðja IM-norm. Talvkappingin í Kekkia endar sunnudagin. ÍF roynir útlending 23 ára gamli Gábor Tamási er komin til Fuglafirðar at royndarvenja. Ung­arski spælarin er ein álops­sinn­ aður spælari, sum hevur spælt nógv í vinstru síðu og í álopinum. Gábor hev­ur spælt við ymiskum lið­um í Ungarn, og hann hevur verið við í lands­liðs­ hópunum hjá bæði U16 og U18 landsliðunum hjá Ungarn. Seinast hevur hann gingið á ítróttarskúla í Århus. Nú er Gabor komin til Fuglafirðar at venja, og í fyrstu atløgu er talan um royndarvenjing. Backe venur kvinnur Fyrrverandi venjaran hjá Toda Jónsson í Fc Keyp­ mannahavn, Hans Backe, gavst í fjør í starvinum sum venjari hjá FCK. Síðani hevur hann ikki fingið sær nýtt starv, men nú venur hann eitt 3. deildarlið við kvinnum. Orsøkin til hetta er, at dóttir hansara spælir við á liðnum, sum kallast Café Opera, og tey mangla venjara. Backe hevur átikið sær nakrar venjingar, men hann sigur við Dagens Hy­heter, at tað verða ikki til fleiri enn tríggjar venjingar. Claus sleppur at royna seg Um vikuskiftið verður spælt aftur í ensku steypa­ kappingini FA Cup. Før­ oyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen og hansara felag, Coventry, fáa vitjan av Premier League-stjørnunum úr Middlesbrough. – Eg vóni, at eg kann blíva klárur til dystin, so at eg fái spælt, sigur Claus Bech Jørgensen, sum hevur havt ein minni skaða at dragast við. Ingi spældi fyri Birmingham Skála missir Nenad Nenad Stankovic hevur í tvey ár verið ein av týdningarmestu spælarunum hjá Skála - og helst í landinum. Men hann hevur í fjør forvunnið einar 5.000 kr. ov nógv sambært útlendingaavtaluni. Og tí fær hann neyvan longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi