fríggjadagur 27. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 20 - 27. januar 2006
Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovn-
um undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum
og Sambýlinum á Rúnarvegi í Runavík, er eitt
tænastumannastarv leyst at søkja frá 1. mars
2006.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40
tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við
morgun-, kvøld-, náttar og vikuskiftisarbeiði.
Arbeiðið fevnir millum annað um at vegleiða
búfólkið í øllum tí, sum tey hava tørv á, og at
menna hvønn einstakan til at húsast saman í
felagsskapi.
At skapa trivnað og á ein pedagogiskan hátt
tryggja búfólkunum menningarmøguleikar og
saman við teimum finna útav, hvussu innihaldið í
gerandisdegnum skal virka.
Dentur verðu rlagdur á, at tann ið sett/ur verður,
hevur evni og vilja at samstarva og samskifta við
avvarðandi hjá búfólkunum og við starvsfelagar, og
er áhugað/ur at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum
á arbeiðsplássinum og er opin fyri nýhugsan.
Lønar- og setanartreytir:
Tænastumannastarvið verður sett sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag,
og lønt stigini 24, 25, 27, 28 og 30 til 33.
Nærri fæst at vita um starvið frá Oddfríðu Højgaard,
leiðara á tlf. 226121.
Umsóknarfreistin er 11. februar 2006 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum v.m. skal sendast til:
Bústovnurin á Rúnarvegi
Att: Leiðarin
Rúnarvegur 6
620 Runavík
HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN
SERSTOVANDEILDIN
Pedagogur
til Bústovnin og Sambýli
á Rúnarvegi, Runavík
VINNUMÁLARÁÐIÐ
RÁÐSSKRIVSTOVAN
Søkt verður eftir
fulltrúa til
KT-fyrisiting
Vinnumálaráðið søkir eftir einum fulltrúa til KT-
fyrisitingina.
KT- fyrisitingin tekur sær av kunningartøkniligari
samskipan innan landsfyrisitingina sum heild,
herímillum at røka uppgávur viðvíkjandi KT- trygd
o.a.
Starvið:
KT-fulltrúin skal stjórna, samskipa og leggja til
rættis KT-trygdarvirksemi hjá landsfyrisitingini sum
heild, umframt at kunna aðalráð og allar stovnar
um KT- trygdarmál.
Talan er um ein nýtt starv í eini rættiliga nýggjari
fyrisiting, og skal tann sum settur verður tola
møguligar broytingar í starvsinnihaldinum.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum av umsøkjarnum at teir hava:
• Hægri útbúgving so sum cand. It., cand. merc.
(dat), KT-verkfrøðingur ella aðra viðkomandi
hægri útbúgving.
• Kunnleika og royndir innan EDV og almenna ella
privata fyrisiting.
• Góð samstarvsevnir
• Duga væl føroyskt, danskt og enskt.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi
starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi,
ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir
strævið, men samstundis sera áhugavert og
mennandi við nógvum samskifti úteftir. Fjølbroyttar
arbeiðsuppgávur, har ið tú fert at arbeiða í
tøttum samstarvi við politisku myndugleikarnar,
áhugabólkar í samfelagnum og starvsfólkini hjá
landsfyritøkuni. Góðar møguleikar fyri skeiðum og
eftirútbúgvingum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið
og
viðkomandi
yrkisfelag.
Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir
tí, umframt onnur aðalráð.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til:
Vinnumálaráðið
Tinganes
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 20. februar 2006. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Arna
Poulsen, tlf. 356070.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Avloysari fyri
dagrøktara
Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir
avloysara fyri dagrøktara í farloyvi í eitt ár at byrja
tann 1. mars 2006.
Vit ynskja at tú:
• Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og
uttanfyri
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfeløgum
• Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
• Ert tolin og vísir umsorgan
• Hevur hegni og áhuga í at menna børnini
• Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar.
Í dagrøktarskipanini starvast 8 dagrøktarar og ein
leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 40.
Ein fastan dag um vikuna eru 3 dagrøktarar
saman við børnum í spælistovuni og 1,5 tíma um
vikuna eru allir dagrøktarnir ísenn við børnunum í
fimleikarhøllini.
Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30-17.15. Lønin er
millum FA og FKA.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
tlf. 443251 og tosa við Marion Leifsdóttir, dagrøkt-
arleiðara.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 31. januar 2006.
Vinarliga send umsókn tygara til
Leirvíkar Kommuna
Dagrøktarskipanin
Postboks 42
520 Leirvík
Tímalærari til
Føroya Læraraskúla
Fyri lærara í farloyvi verður lýst eftir avloysara frá 15.
februar og fram til 30. juni. Undirvísingin fevnir um
2 tímar í sálarfrøði í 2. flokki á læraraútbúgvingini
3 tímar í pedagogiskum serlestri í sama flokki og
2 tímar í pedagogiskum serlestri í 3. læraraskúla-
flokki.
Førleikakrøvini eru viðkomandi prógv frá hægri
lærustovni.
Løn eftir sáttmála millum Føroya Magistarafelag og
Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við avriti av prógvum,
møguligum viðmælum og c.v. skulu vera Føroya
Læraraskúla, Postboks 348, FO-110 Tórshavn í hendi
í seinasta lagi 15. februar á middegi.
Eru spurningar starvinum viðvíkjandi, eru áhugaðir
umsøkjarar vælkomnir at seta seg í samband
við Paula Nielsen, rektara, tlf. 313506 ella 225328
Telduatsetrið er paulini@flsk.fo
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
www.sosialurin.fo