fríggjadagur 27. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
21
Óli
fegnast
um
lutakastið
– Lutakastið var
heilt gott, og serliga
tey sterkastu
londini í okkara
bólki eru sera
áhugaverd, sigur
liðformaðurin á
landsliðnum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Óli Johannesen telist
millum teir royndastu
spælararnar á fótbólts
landsliðnum, og hann
ætlar sær at verða við
í næstu undankapping,
har nýggjar og spennandi
avbjóðingar eru fyri
framman.
– Tað ber altíð til at
ynskja sær eitt betri luta
kast, men tað kundi eisini
spælt nógv verri av. Tað
verður strævið at fara til
Georgia og Ukraina at
spæla, men dystirnir ímóti
Fraklandi og Italia eru
sera spennandi uppgávur,
sigur Óli Johannesen.
– Eg hevði sum nógv
onnur ynskt mær at fing
ið Ongland í okkara
bólk, men Frakland og
Italia er eisini sera gott.
Vit hava ongantíð roynt
okkum ímóti Italia áður,
og tað er altíð spennandi
at spæla ímóti eini tjóð
sum Fraklandi, sum telist
millum tær sterkastu í
heiminum.
Vil hava stig
Ein annar spurningur er,
hvussu vónirnar eru hjá
føroyska landsliðnum at
fáa nakað stig burtur úr
næstu undankappingini.
– Vit skulu hava okkurt
stig, men eg tori ikki at
siga, hvussu nógv og ímóti
hvørjum vit skulu fáa tey,
sigur Óli Johannesen.
– Hava vit ein góðan
dag, so ivist eg ikki í, at vit
kunnu fáa okkurt burtur
úr onkrum dysti í hesum
bólkinum. Vit skulu so í
øllum førum ikki enda á
null, sigur hann.
Lutakastið til næstu
EM-undankappingina
var í Sveis fríggjdagin.
Úrslitið gjørdist hetta.
Bólkur A
Portugal
Pólland
Serbia-Montenegro
Belgia
Finnland
Armenia
Aserbadjan
Kasakhastan
Bólkur B
Frakland
Italia
Ukraina
Skotland
Litava
Georgia
FØROYAR
Bólkur C
Grikkaland
Turkaland
Noreg
Bosnia-Herzogovina
Ungarn
Moldova
Malta
Bólkur D
Kekkia
Týskland
Slovakia
Írland
Wales
Kypros
San Marino
Bólkur E
England
Kroatia
Russland
Ísrael
Estland
FYR Makodonia
Andorra
Bólkur F
Svøríki
Spania
Danmark
Letland
Ísland
Norðurírland
Liktinstein
Bólkur G
Holland
Rumenia
Bulgaria
Slovenia
Albania
Hvítarussland
Luksemborg
Tað verða nógvar
heimsstjørnur at
halda skil á hjá
føroyska fótbólts
landsliðnum í næstu
EM-undankappingini
– Andrei Schev
chenko, Thierry
Henry, Alessandro
Del Piero og Fran
cesco Totti kom allir
til Føroya at spæla
næsta árið
EM-lutakast
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lutakastið hjá føroyska fót
bóltslandsliðnum til næstu
EM-undankappingina var á
góðari leið.
Tá ið lutakastið var komið
í helvt sá einki út, tí tá vóru
londini Georgia, Litava og
Ukraina komin úr pottinum,
men í einum blandi við
Skotland, Italia og Frakland
gjørdist lutakastið heilt
gott.
Tað kundi saktans enda
nógv verri, um Føroya til
dømis komu í marrubólk A,
ella drógu Grikkaland og
Turkaland sum tey sterkastu
londini.
Tvey bæði londini, sum
Føroyar fingu úr teimum
sterkastu bólkunum, eru
sera áhugaverda ítróttarliga
og fíggjarliga. Áskoðararnir
vilja gjarna síggja Frakland
og Italia spæla í Føroyum,
og landsliðsspælararnir
sleppa at royna seg ímóti
teimum bestu.
Mugu eystureftir
Føroyska landsliðið sleppur
tó ikki undan ferðum eystur
eftir, og tað kann verða sera
trupult at ferðast til bæði
Ukraina og Georgia, har
mótstøðan eisini verður sera
hørð. Føroysk feløg hava
ikki góðar royndir at ferðast
so langt at spæla fótbólt,
og landsliðið fær tvær sera
truplar uppgávur har.
Hini bæði londini í okkara
bólki liggja undir miðal og
yvir miðal. Litava er ikki so
langt burtur sum Georgia
og Ukraina, men heldur
ikki so áhugavert sum Skot
land, har føroyingar aftur
sleppa at royna seg í hesi
undankappingini.
Heimsstjørnur
til Føroya
Føroyska landsliðið sleppur
í næstu EM-kappingini at
spæla seg ímóti nøkrum av
størstu stjørnunum í aljtóða
fótbólti nú á døgum.
Nakrir
av
heimsins
allarbestu álopsspælarum
koma til Føroya, tí Andrei
Schevchnko er stóra stjørnan
á ukrainska landsliðnum,
og á franska landsliðnum er
Thierry Henry skarprættari.
Harafturat kemur Italia við
álopsinnaðum spælarum
sum Alessandro Del Piero
og Francesco Totti.
Aðrir fótbóltsspælarar,
sum føroyingar sleppa at
uppliva í Føroyum, eru
Patrick Viera (Juventus),
Darren Fletcher (Manchester
United), Alessandro Nesta
(AC Milan), Andrea Pirlo
(AC Milan), Gianluigi
Buffon (Juventus) og David
Trezeguet (Juventus bara
fyri at nevna nakrar.
Dystirnir í næstu EM-und
ankappingini verða spældir
frá komandi heyst og eitt ár
fram.
Heimsins bestu koma til Føroya
Føroyingar sleppa næsta árið at dystast við Italia og Frakland, har fleiri av kendastu og bestu fótbóltsspælarunum í heiminum spæla
EM 2008