Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 20 - 27. januar 2006 Í sambandi við barsilsfarloyvi er eitt tíðaravmarkað starv sum avloysari fyri fulltrúa hjá Løgtingsins umboðsmanni leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast gjørligt fyri tíðarskeiðið fram til 31. des. 2006. Embætið Umboðsmaðurin, ið virkar sambært løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000, fór undir virksemi sítt 1. mai 2001. Uppgávan hjá umboðsmanninum er at hava eftirlit við almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, herundir at viðgera klagur frá borgarunum um avgerðir v.m. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, tveir løgfrøðiligir ráðgevar og ein skrivstovufulltrúi. Uppgávurnar Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðs- heitum: • fyrireiking og viðgerð av innkomnum klagum • uppgávur í sambandi við eftirlits- kanningar av málsviðgerðini á út- valdum økjum, og • kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um virksemið hjá umboðs- manninum. Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi starv í tøttum samstarvi við umboðs- mannin. Setanartreytir Tann, sum settur verður, skal hava prógv sum løgfrøðingur. Stórur dentur verður harumframt lagdur á royndir eftir lokna útbúgving, og er tað ein fyrimunur, um viðkomandi hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er fyri setan sum ráðgevi, um førleikin og royndirnar eru til tess. Tann, sum settur verður, má tola møguligar broytingar í arbeiðsuppgávunum. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu verða umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. februar, kl. 12. Adressan er: Løgtingsins umboðsmaður Traðagøta 43 Postsmoga 2008 165 Argir Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann ella Johnhard Klett- heyggj, ráðgeva á tlf. 358500. Fulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni Rigsombudsmanden på Færøerne Dansk-Færøsk kulturfond Opmærksomheden henledes på, at fristen for indsendelse af ansøgninger til Dansk-Færøsk Kulturfond er fastsat til den 1. marts 2006. Der kan gives støtte til formål indenfor teater, film, musik og kunst, bogudgivelser, visse studierejser m.m. Der gives normalt ikke støtte til nordiske konferencer, skolerejser og lign. samt egentlige uddannelsesformål. Dansk-Færøsk Kulturfond bestyrer også »Dansk-Færøsk Samfunds studierejselegat«. Legatet består af to portioner på 10.000,- kr. Den ene portion til en studierejse til Færøerne, den anden til en studierejse til Danmark for personer mellem 18 og 30 år. Studierejsen skal have et formål, der falder inden for Dansk- Færøsk Kulturfonds formål. Ansøgninger skal sendes til fondens sekretær, afdelingsleder Lenna Hansen, Statsministeriet, Prins Jørgens Gård 11, DK-1218 København K. Yderligere oplysninger om Dansk-Færøsk Kul- turfond kan fås ved henvendelse til sekretæ- ren, tlf. 0045 33922231, eller til Rigsombudet, tlf. 351200. Sandoyar Barna- verndartænasta Við hesum verður søkt eftir leiðara til Sandoyar Barnaverndartænastu, sum umfatar kommunurnar í Sandoynni og Skúvoyar kommunu. Starvið, ið er hálvtíðarstarv, verður at seta so skjótt sum gjørligt, eftir at umsóknarfreistin er úti - ella so skjótt sum tilber eftir uppsagnarfreist í einum verandi starvi. Starvið krevur eina hóskandi, miðallanga útbúgving. Um umsøkjarin harumframt hevur royndir innan barnaverndarøkið, er tað ein fyrimunur. Skrivstovan hjá Barnaverndartænastuni verður í Húsavík. Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og freistin at søkja er úti 11. februar 2006. Umsóknirnar skulu stílast til: Sandoyar Barnaverndartænastu v/ Hanusi undir Leitinum 230 Húsavík Leiðari til Sandoyar Kunningarstovu Søkt verður eftir leiðara til Sandoyar Kunningarstovu at byrja 1. mars 2006. Arbeiðið er umleið hálv tíð á skrivstovuni, men leiðarin skal harumframt vera tøkur uttanfyri skrivstovutíð. Leiðarin er eisini skrivari hjá økisferðavinnufel- agnum. Løn sambært avtalu. Til starvið krevst góður teldukunnleiki, somuleiðis góður kunnleiki til føroyskt og enskt bæði í talu og skrift. Av tí at nógv samband er við Ferðaráð, aðrar kunningarstovur, kommunur og veitrarar, eru samstarvsevni sera týdningarmikil. Tey, ið vilja hava meira at vita um starvið, kunnu venda sær til Lauru Joensen, Skálavík, tlf. 210549. Freistin at søkja er úti 13. februar 2006. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast: Sandoyar Kunningarstovu 210 Sandur Íslendskur lestrarstuðul Íslendska Mentamálaráðuneytið bjóðar føroying- um at søkja stuðul (72.500 ísl. kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókment- um á hugvísindadeild Háskóla Íslands lestrarárið 2006/07. Stuðul kann eisini latast til nám í altjóða námi í íslendskum miðaldarbókmentum á M.A.- stigi. Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsa- leigan verður goldin av studninginum. Námið byrjar 1. september 2006 og endar 30. apríl 2007. Umsóknir skulu vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. mars 2006 kl. 12.00. Umsóknarblaðið fæst á Setursskrivstovuni. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan · J. C. Svabosgøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn Tlf. 35 25 00 · Fax 35 25 01 Skráseting Føroya hevur í dag móttikið prospekt frá P/F 4113, P/F FaroeJet, 380 Sørvágur, samb. § 45, stk. 3 í "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v. " Í sambandi við útbjóðing av min. 4.450.000 og max 14.450.000 partabrøv áljóðandi DKK 1,00 til kurs 100, hevur Skráseting Føroya 26.01.2006, móttikið prospekt frá P/F 4113, P/F FaroeJet til almannakunngerðing jvb. § 44, stk.1. í "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v. " Útbjóðari: P/F 4113, P/F FaroeJet, 380 Sørvágur. Útgevari: P/F 4113, P/F FaroeJet, 380 Sørvágur. Prospektið er góðkent av Grunnaráðnum (Fondsrådet) tann 26.01.2006. Skráseting Føroya tann 26. januar 2006 Kristin Balle _______________________ www.sosialurin.fo