fríggjadagur 27. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
23
Veðurlagsbroytingar
og ivasamar
orkuveitingar hava
fingið fleiri lond at
útvega sær kjarnorku,
meðan onnur byggja
fleiri verk.
Kjarnorka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani
Tjernobyl-
vanlukkuna fyri skjótt 20
árum síðani hava evropeiskir
politikarar verið varnir við at
tosa um kjarnorku sum ein
hátt at nøkta tann veksandi
eftirspurningin, men soleiðis
er ikki longur.
– Tá Russland skrúvaði
fyri gassinum til Ukraina
á
nýggjárinum,
fóru
ávaringarklokkur at ringja
nógvastaðni í Evropa, tí
brádliga varnaðust londini,
hvussu bundin tey eru at
russiska gassinum., sigur
franski innanríkisráðharrin,
Francois
Loos,
við
International
Herald
Tribune.
Í vikuni er bretska stjórnin
farin undir nakrar hoyringar
um orkupolitikkin, og fleiri
eygleiðarar í London siga,
at tað er lítil ivi um, at
stjórnin miðjar eftir at økja
kjarnorkuna, og at Tony
Blair,
forsætisráðharri,
heldur kjarnorkuna vera ta
einastu loysnina at nøkta
tann veksandi orkutørvin.
Frakland, sum fær ein
stóran part av sínari orku
frá kjarnorkuverkum, hevur
sent ES eitt uppskot um
eina komandi orkuætlan,
og sum í høvuðsheitum
er grundað á kjarnorku.
Samstundis
ljóðar,
at
Spania, Niðurlond og Sveits
umhugsa at byggja nýggj
kjarnorkuverk. Finnland er
í ferð við at byggja heimsins
størsta kjarnorkuverk, og
Washington Post skrivaði í
vikuni, at USA umhugsar at
byggja nýggj verk.
Sambært International
Herald Tribune eru fleiri
orsøkir til, at lond ætla
at útbyggja kjarnorkuna.
Veðurlagsbroytingarnar
eru ein orsøk, vandin, fyri
at oljugoymslurnar kring
heimin fara at tømast, er ein
onnur, og krøvini í Kyoto-
sáttmálanum eru ein triðja.
Harafturat kemur, at sambært
altjóða orkustovninum fer
orkunýtslan at veksa heili
60 prosent tey næstu 25
árini. Vøksturin verður
størstur í Kina og India,
og tey bæði londini hava
eisini lagt stórar ætlanir um
at útbyggja kjarnorkuna.
Kinesarar skulu hava 32
reaktorar afturat teimum
11, sum landið hevur nú,
og India ætlar at fleirfalda
sína kjarnorku. Í Týsklandi
hava politikararnir hava
verið samdir um at skerja
kjarnorkuframleiðsluna,
men nú eru politikararnir
farnir at umhugsa støðuna
av
nýggjum,
skrivar
International
Herald
Tribune.
Samstundis vísa kanningar,
at í Týsklandi og aðrastaðni
í Evropa eru fólk yvirhøvur
ímóti kjarnorku. Herfyri
spurdi ein ES-stovnur 30.000
fólk, hvat tey hildu, og bara
12 proswent svaraðu, at tey
eru fyri at leggja størri dent
á kjarnorku.
Ísraelska
fregnartænastan
ætlaði at beina fyri
Osama bin Laden
longu í 1996, skrivar
eitt ísraelskt blað.
Ísrael
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Sambært blaðnum Yedioth
Ahronoth hevði Mossad
leigað eina kvinnu, sum
skuldi myrða bin Laden,
men politisk viðurskifti
gjørdu, at Mossad mátti
sleppa ætlanini, skrivar
blaðið, sum sigur seg hava
tíðindini frá keldum í sjálvari
fregnartænastuni.
Sambært
keldunum
kom Mossad fram á bin
Laden í 1995, tá egyptiski
forsetin, Hosni Mubarak,
var fyri einari miseydnaðari
morðroynd, meðan hann
var og vitjaði í Etiopia.
Mossad hjálpti CIA og
egyptisku fregnartænastuni
at kanna tilburðin og kom
í tí sambandi fram á ein
yvirgangsbólk í Sudan. Tað
vísti seg, at saudiarabin
Osama bin Laden stóð á
odda fyri bólkinum.
Tað eydnaðist ísraelsku
fregnartænastuni at fáa
samband við eina kvinnu,
sum kendi bin Laden.
Keldurnar vilja ikki siga,
hvørjum landi kvinnan
var úr, men tær siga, at
Mossad samstarvaði við
fregnartænastuna í heimlandi
hennara.
Sambært
Yedioth
Ahronoth bleiv morðætlanin
slept, tá samráðingarnar
ímillum Ísrael og palestinar
slitnaðu, og slitið gjørdi,
at
fregnartænastan
í
heimlandinum hjá kvinnuni
sleit samstarvið við Mossad.
Tá ísraelska fregnartænastan
gjørdi av at taka málið
uppaftur nøkur ár seinni, var
bin Laden ikki at finna.
Dany Yatom, sum var stjóri
í Mossad í 1996, vil ikki siga
nakað um avdúkingarnar hjá
ísraelska blaðnum, skrivar
Reuters.
UTTAN ÚR HEIMI
71 kuldastig í Sibir
Iran-kreppan nærri loysn
Amerikanska
blaðið
Christian
Science
Monitor veit at siga, at í
síðstu viku vórðu máld
71 kuldastig í Jakutsk har
norðuri í Sibir. Mátingin
er tó ikki viðurkend enn,
tí sambært reglunum
skal kuldamátarin fyrst
kannast í einari góðkendari
rannsóknarstovu. Men er
mátingin í lagi, so verður
Jakutsk skrásett sum tað
kaldasta staðið á norðaru
jarðarhálvu. Mesti kuldi,
sum fyrr er skrásettur á
norðaru jarðarhálvu, er
67,8 kuldastig. Tað var í
Verkhojansk og Omjakon
í Sibir.
Mesti kuldi, sum er
skrásettur á Jørðini, er
89,6 stig, og tað var á
Antarktis tann 21. januar
í 1987. Nakað seinni vildi
ein russisk støð á Antarktis
vera við, at mátarin har
hevði víst 92,1 kuldastig,
men hetta bleiv ikki
góðkent, tí mátarin vísti
seg at vera í ólagi.
Ta seinastu tíðina hevur
tað verið ógvuliga kalt
nógvastaðni í Evropa, og
nógv fólk eru deyð í kulda.
Samstundis hevur tað verið
óvanliga lýtt longri norðuri.
Eitt nú vóru 9,4 stig á Jan
Mayen mikudagin, og tað
er heilt óvanligt hesa tíðina
á árinum, sigur norska
veðurstovan.
Tað er líkt til, at eitt russiskt
neyðsemjuuppskot kann
loysa ta spentu støðuna
um kjarnorkuætlanina
hjá Iran. Russland hevur
skotið upp, at Iran skal
keypa alt brennievnið
til
kjarnorkuna
úr
Russlandi, og at alt
kjarnorkuburturkastið
skal sendast aftur til
Russlands. Á tann hátt
ber til at hava eftirlit við
iransku kjarnorkuni og at
forða fyri, at iranar brúka
hana til annað enn orku,
siga russar.
USA tekur undir við
russiska uppskotinum,
og leiðarin á altjóða
kjarnorkueftirlitinum,
Mohammed ElBaradei,
segði í gjár, at uppskotið
úr
Moskva
kann
rudda slóð fyri einari
semju
um
iransku
kjarnorkuætlanina.
USA og ES hava biðið
trygdarráðið hjá ST
viðgera iransku ætlanina,
men Kina hevur boðað
frá, at landið tekur ikki
undir við tiltøkum ímóti
Iran.
Hópdrápsmaður var kvinna
Løgreglan í Meksiko
Býi heldur seg nú
hava loyst gátuna um
hópdrápsmannin, sum
seinastu árini hevur beint
fyri fleiri eldri kvinnum í
býnum.
Tað vísir seg kortini,
at talan er ikkii um ein
hópdrápsmann,
men
heldur eina kvinnu.
Mikudagin tók løgreglan
ta 48 ára gomlu Juana
Barraza. Onkur hevði sæð
hana koma út frá einari
eldri kvinnu, sum búði
einsamøll, og tá løgreglan
fór inn til kvinnuna, var
hon deyð. Kanningar
staðfestu skjótt, at tann
gamla kvinnan var kvald,
og undir avhoyringum
hósdagin viðgekk Juana
Barraza, at hon hevði
beint fyri kvinnuni.
Seinni viðgekk hon, at
hon hevur myrt tvær aðrar
eldri kvinnur.
Meksikanska
løg-
reglan ivast ikki í,
at Juana Barraza er
hópdrápsmaðurin, sum
myndugleikarnir hava
leitað eftir, og løgreglan
roknar við at avdúka tað
við fingramerkjum. Tí
er hon longu skuldsett
fyri at hava myrt 11 eldri
kvinnur.
Ein annar spurningur
er, hví Juana Barraza
legði seg eftir at beina
fyri eldri kvinnum, men
myndugleikarnir halda,
at tað hevur samband við
hennara fortíð. Tá hon var
ung, sendi mamman hana
burtur, og fosturpápin
misbrúkti hana kynsliga
fleiri ferðir, skrivar AP.
Mossad ætlaði at
beina fyri bin Laden
Longu í 1996 hevði Mossad lagt eina ætlan um at myrða
Osama bin Laden.
Kjarnorkan vinnur fram