Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tíðindaskriv Í dag klokkan 16 verða Sofus Olsen og Leila Solmunde heiðrað í Miðlahúsinum í Vágsbotni sum ársins maður og ársins kvinna í Føroyum í 2005. Eftir uppskotum frá lesarum hjá Sosialinum hevur ein dómsnevnd gjørt av at velja út hesi bæði sum ársins mann og kvinnu í Føroyum í 2005. Tiltakið er alment og vera umboð fyri landsstýrið og Tórshavnar kommunu til staðar, tá handanin fer fram. Sum grundgeving fyri at velja Sofus Olsen og Leilu Solmunde sum ársins mann og kvinnu sigur dómsnevndin: Ársins maður í Føroyum 2005 ”Sofus Olsen fær heiðurin ”Ár­sins maður 2005” fyri sítt slóðbrótandi arbeiði til frama fyri listina og heimbygd sína. Hann hevur við Sands Listasavni á ein ótrúliga ósjálvsøknan hátt givið ikki einans bygdafólkum sínum men øllum føroyingum eina gávu, ið bæði núverandi og komandi ættarlið fáa gleði av. ” Ársins kvinna í Føroyum 2005 ”Leila Solmunde fær heiðurin ”Àrsins kvinna 2005” fyri sítt slóðbrótandi arbeiði sum for­ maður í MBF, Meginfelag teirra Brekaðu. Við ágrýtni, dirvi og skilagóðum og vælgrundaðum átøkum hevur hon megnað á ein sera jaligan hátt at seta fokus á viðurskiftini hjá m.a. rørslutarnaðum í Føroyum. Virksemi hennara hevur økt um vitan og fatan almenningsins um hetta álvarsama mál, ið viðkemur øllum føroyingum.” Nr. 20 • fríggjadagur • 27. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Ársins maður og kvinna 2005: Sofus Olsen og Leila Solmunde – Tað er ómetaliga stórfingið av einum einsamallum manni, at hann gevur sandoyingum og føroyingum øllum eina slíka gávu sum Listasavnið á Sandi er Tað heldur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, um listasavnið á Sandi, sum Sofus Olsen hevur reist. – Tað er ein stórfingin gáva, sum tað er eitt øgiligt virði í. Jógvan á Lakjuni sigur, at tað tí var sjálvsagt, at mentamálaráðið stuðlaði eftir førimuni. Hetta er eitt heilt merkisvert, mentanarligt tiltak, sum Sofus Olsen hevur avrikað, tí talan er um nakrar av okkara mætastu listarfólkum. Landsstýrismaðurin heldur, at eitt listasavn, sum hetta, hevur ómetaliga stóran týdning, bæði fyri Sands bygd og fyri alla Sandoynna. – Hetta hevur sera stóran týdn­ ing í einum økis­menn­ingar­ligum, ferðavinnuligum og trivnaðarligum høpi, tí eitt listasavn sum hetta kann heilt avgjørt lokka nógv fólk í Sandoynna, tí eitt savn, sum hetta er heilt vist eitt ferðamál Ikki minst heldur hann, at tað hevur týdning, fyri børnini og tey ungu, at fáa eitt slíkt savn í oynna so at tey kunnu venjast við góða list. Tað skerst ikki burtur, at tað er mest í Havn, at vit eru von at síggja slíka list, sum nú er í listasavninum á Sandi. Tí heldur Jógvan á Lakjuni, at tað hevur ein heilt serligan týdning at fáa eitt slíkt savn uttanfyri Havnina í økjum, har fólkið ikki eru so von við góða list. Tað er ómetaliga hugaligt, at privatfólk megna og hava áræðið til at fara undir eitt slíkt savn, sum hetta og tað eigur tað almenna heilt avgjørt at virðismeta. – Við einum savni, sum hesum, eru nógv list, sum áður hekk í privatum umstøðum, eisini komin út til almenningin at fáa gleði av og tað er avgjørt eitt megnartiltak, sigur Jógvan á Lakjuni. Jógvan á Lakjuni um Sofus Olsen: Framt eitt sjáldsamt mentanarligt avrik Hans Pauli um Leilu: Ein góður viðspælari við einum ljósum sinni – Leila Solmunde brennur so inniliga fyri tí, hon stríðist fyri, at tað smittar, ikki minst tí hon altíð ger tað í einum ljósum sinni, við einum smíli, og mangan við einum humoristiskum vinkli, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður – Leila Solmunde er eitt framúrskarðandi umboð hjá øllum teimum føroyingum, sum hava skerdan førleika, ella bera brek. Tað sigur Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í heilsan síni til forkvinnuna í Meginfelag teirra brekaðu, nú lesarar Sosialsins hava valt hana til ársins kvinnu. Hann sigur, at hesi bæði árini, hann hevur verið landstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, hevur hann havt ein góðan viðspælara í Lailu Solmunde. – Almanna og heilsuøkið er eitt ógviliga torført og víðfevnandi øki, og tað er eisini ógviliga viðkvæmt, tí alt snýr seg í veruleikanum um viðurskifti hjá fólki. – Ikki minst gerst tað viðkvømt, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini hjá teimum við skerdum førleika ella breki av ymiskum slagi. – Samstundis skerst ikki burtur, at tað dag og dagligar er eitt stórt trýst á alt almanna- & heilsuøkið, bæði frá politikarum, frá fjølmiðlum og frá brúkarunum, samstundis sum bæði játtan og tilboð, eru avmarkað. Hans Pauli Strøm sigur, at hetta ger, at øll sum hava ábyrgd av hesum øki, mugu taka arbeiðið í størsta álvara, mugu arbeiða ógvuliga miðvíst og ógvuliga konstruktivt og mugu arbeiða saman um at skapa tær bestu loysnirnar, við teim møguleikunum, vit hava. – Og vit mugu eisini arbeiða saman um at seta okkum mál, so at vit røkka neyðugum batum og framstigum. Ikki minst í tí sambandinum er tað av størsta týdningi, at arbeiða framrættað, realistiskt og at duga at síggja mun á stórum og smáum. Annars kann tað, sum vit seta okkum fyri, ikki setast í verk. Hans Pauli Strøm sigur, at alt hetta eru eginleikar ið eyðkenna Lailu Solmunde. – Hon er seriøs, málrættað, konstruktiv og realistisk og Meginfelag teirra Brekaðu kundi ikki havt eina betri talskvinnu. – Laila Solmunde hevur lært meg eitt og tað er kanska tað týdningarmesta av øllum: Tað er, at ístaðin fyri at tosa so nógv um fólk við skerdum førleika, eiga vit at hugsa um, at í veruleikanum snýr tað seg um eitt samfelag, sum á fleiri økjum skerjir virkismøguleikarnar hjá summum av sínum borgarum. – Tí er hetta nakað sum vit ikki bara eiga, men eisini kunnu gera nakað við fyri at broyta. Landsstýrismaðurin sigur, at Leilu Solmunde, brennur so inniliga fyri teirri søk, hon stríðist fyri, at tað smittar, ikki minst tí hon altíð ger tað í einum ljósum sinni, við ein smíli, og mangan við einum humoristum vinkli. – Og tað er kanska tann týdningar­mikl­ asti eginleikin av øllum, sigur Hans Pauli Strøm.