fríggjadagur 27. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 20 – 27. januar 2006
Ársins kvinna
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Áki Bertholdsen
Hóast tað kom óvart á Leilu, tá
blaðstjórin á Sosialinum bar
henni boðini um, at hon varð
vald til Ársins kvinnu, munnu
flest onnur verða samd um, at
heiðurin er væl og virðiliga
uppiborin. Seinastu tvey árini er
Leila Solmunde mest sum vorðin
ímyndin av rødd teirra veiku í
samfelagnum við síni ósvikaligu
trúgv uppá, at har viljin er til
staðar, kann alt lata seg gera.
– Tað sigst jú, at vantar tær
okkurt likamliga, fært tú tað í
staðin aftur í sinninum. Jú, eg
havi eitt lætt sinni og trúgvi uppá,
at alt ber til, um tú veruliga vilt.
Hetta er eisini tað, sum eg fegin
vil, at MBF skal endurspegla
úteftir – sum ein felagsskapur, ið
roynir at vísa á loysnir, heldur
enn at stara seg blindan uppá
forðingar. Ongin tímir at blíva
við at lurta eftir grenji, um ongi
stig verða tikin til at broyta til
tað betra, sigur Leila Solmunde,
sum tó ásannar, at sum formaður
í Meginfelag teirra Brekaðu,
kennur hon seg ofta rættiliga
júkuta.
– Tíverri er tað ofta neyðugt at
júka upp í saman, áðrenn glið
kemur á eitt mál. Lógarverkið í
teimum ráðunum, sum varða av
okkara málum, er ofta ótrúliga
tungt at dansa við. Eg kann gott
bíða, tá tað er neyðugt, men um
mál draga út orsaka av strivnum
mannagongdum, gerist eg ótolin.
Kannar atkomumøguleikar
Leila fegnast tó um, at sum heild
tykist tað, sum at samskiftið við
politikarar er vorðið munandi
lættari seinnu árini. Í heila tiki
tykist tað fella politikarum
lættari at taka mál upp, sum
viðvíkja teimum brekaðu og at
venda sær til felagið í sambandi
við málsviðgerðir.
– Tað hevur allatíðina verið
ein av mínum hugsjónum fyri
felagið, at fólk skulu vita, at tað
er her, serkunnleikin finst, tá tað
ræður um viðurskifti hjá teimum
brekaðu. So tað er veruliga
gleðiligt, at politikarar og onnur
ikki afta seg við at brúka okkum,
sigur Leila.
Sum dømi um, hvat onnur
kunnu brúka felagsskapin til,
nevnir Leila, at MBF javnan fær
tekningar til nýggjar bygningar
til ummælis fyri at tryggja,
at atkomumøguleikarnir hjá
rørslutarnaðum eru í lagi. Og júst
hetta við atkomuviðurskiftum
er eitt mál, Leila hevur brúkt
nógva orku uppá í síni tíð, sum
formaður í MBF. Í løtuni ferðast
hon kring alt landið fyri at kanna
eftir, hvussu stendur til við
atkomumøguleikunum í teimum
ymsu bygdunum. Tá vit fingu
orðið á hana, var hon júst komin
aftur úr Sumba, har hon var sera
positivt ovfarin av framúr góðu
atkomumøguleikunum allastaðni,
har hon kom.
– Har var stutt sagt onki at
seta fingurin á nakrastaðni.
Eg havi júst verið inni á
býráðsskrivstovuni, har eg ikki
kundi ynskt mær betri umstøður
sum rørslutarnað. Og eg má siga,
at skúlin í Sumba er tann mest
atkomiligi skúlin, eg yvirhøvur
havi verið inni í, sigur Leila.
Endamálið við kanningini
er at skráseta upplýsingarnar,
sum síðani verða givnir út sum
handbók. Leila leggur dent á, at
hetta átakið ikki skal skiljast sum
ein atfinning móti avvarðandi
myndugleikum. Bókin er ætlað
teimum rørslutarnaðu sum
kunning um atkomumøguleikar
kring landið sum heild og sum
vegleiðing hjá kommunum, har
ábøtur eiga at gerast.
Fyrimunur at vera
rørslutarnað
Leila dylur ikki yvir, at tað í
ávísan mun er ein fyrimunur
sjálv at vera rørslutarnað, tá
boðskapurin um atkomumøgu
leikar skal fáast fram. Sjálv
hevur hon verið bundin at koyri
stóli í nógv ár, og kann tí út
frá egnum royndum greiða frá,
hvørjar trupulleikar tað kann
hava við sær og vísa á, hvar
ábøtur krevjast.
– Tá eg komi har í mínum
koyristóli og ongin lyfta er, nýtist
mær jú ikki at forklára, hvør
trupulleikin er. Tað síggja fólk
sjálvi, tá tey verða noydd til at
bera meg og koyristólin upp
gjøgnum trappurnar. Í so máta
fái eg nokkso nógv forerandi, um
tú kanst siga tað so, tá eg royni at
fáa boðskapin fram, sigur Leila.
Hon leggur eitt sindur skemtandi
afturat, at hon onkuntíð er
strandað uttanfyri bygningin,
har hon skuldi luttaka á onkrum
fundi um viðuskifti hjá teimum
brekaðu.
– Jú, tað er komið fyri, at tey
sum skipaðu fyri fundinum um
tey rørslutarnaðu “gloymdu” at
formaðurin í Meginfelag teirra
Brekaðu er rørslutarnað, og
hvørjar atkomutrupulleikar tað
kann hava við sær, smílist Leila.
Hóast Leila ásannar, at orsøkin
til tvørligu atkomuviðurskiftini
ofta bert er tankaloysi, so kundi
nógv verið gjørt fyri at sloppið
Tað var ein sera rørd og takksom Leila Solmunde, sum tók ímóti boðunum
um, at lesararar á Sosialinum høvdu valt hana til Ársins Kvinnu 2006.
– Eg fái ikki rættiliga alt hetta hóvastákið at hóska til mín. Men um
hetta kann skapa uppmerksemi kring viðurskiftini hjá teimum brekaðu,
so taki eg tað fegin við, sigur ársins kvinna, sum tey flestu munnu
kenna best sum formannin í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum
Ongin tímir at
lurta eftir grenji
• Leila Solmunde, fødd í 1962
í Trongisvági, búsitandi á
Kambsdali
• Sum blaðung fekk Leila staðfest
liðagikt og hevur í fleiri ár verið
bundin at koyristóli
• Var formaður í Giktafelag Føroya í
16 ár
• Vald til formann í MBF í mei 2004
Tveir dagar um vikuna starvast
Leila í MBF húsinum í Havn.
Restina av vikuni arbeiðir hon
heimanfrá.
• Eisini ferðast Leila kring landið
og heldur fyrilestrar, um eitt nú
hvussu tú kanst læra at liva við tíni
sjúku
FAKTA UM ÁRSINS KVINNU