fríggjadagur 27. januar 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 – 27. januar 2006
29
undan, at hesir trupulleikar
yvirhøvur uppstanda. Í londu
num kring okkum er tað til
dømis ásett í byggilógini, at
rørslutarnað skulu tryggjast
atkomumøguleikar í øllum
almennum bygningum. Hetta
merkir millum annað, at ein
byggifyritøka kann stevnast,
um hesi viðurskifti ikki eru í
lagi. Í Føroyum eru ongar slíkar
ásetingar í byggilógini, og tí er
tað avmarkað, hvørji krøv tey
rørslutarnaðu beinleiðis kunnu
seta.
– Sum er, kunnu vit bara heita
á avvarðandi mynduleikar um
at hava hesi viðurskifti í huga.
Men eitt av mínum málum sum
formaður í MBF er avgjørt at fáa
hesi viðurskifti tryggjaði við lóg,
áðrenn eg leggi frá mær, sigur
Leila.
Ráðstevna um
rehabilitering
Eitt av stóru málunum, sum
MBF arbeiðir við í løtuni, er
ein ráðstevna um rehabilitering,
sum verður hildin í Føroyum í
mei mánað. Leila greiðir frá, at
rehabilitering í hesum samband
snýr seg um, at taka tað heila
menniskja við, tá korini hjá
teimum brekaðu skulu betrast.
– Tá eitt menniskja ber brek
ella verður rakt av einum breki,
ávirkar tað ikki bara eitt nú teir
likamligu førleikarnar. So at siga
alt lívið hjá viðkomandi verður
ávirkað, líka frá innrætting av
heiminum til útbúgvingar- og
arbeiðsmøguleikar. Tá talan
er um rehabilitering, mugu øll
hesi viðurskifti takast við í eini
heildarætlan fyri hvat skal til,
fyri at tann brekaði kann fóta
sær í samfelagnum sum heild,
greiðir Leila frá. Hon vísir á, at
meðan umstøðurnar hjá teimum
brekaðu í Føroum á ávísum
økjum eru nógv batnaði seinnu
árini, hava vit ongantíð rættiliga
viðgjørt teirra støðu út frá eini
heildarhugsjón. Í fyrsta umfari
er ætlanin tískil at fáa sett hol á
hetta kjakið, har allir avvarðandi
mynduleikar og fakbólkar eru
við.
Sigur ikki nei
Hesa tíðina, Leila hevur ver
ið formaður í MBF, hevur
nógv orka verið løgd í gera
mannagongdirnar í felagnum
meir smidligar og gjøgnum
skygdar. Í hesum sambandi hevur
felagið eisini skipað fyri skeiðum
fyri tey 23 limafeløgini, so hesi
kunnu virka so effektivt, sum
til ber. Leila vísir á, at hóast
tey einstøku felgøgini altíð eru
tey, sum kenna sína diagnosu
best, krevur tað innlit í ávísar
mannangongdir, um tú vilt verða
hoyrdur.
– Mín uppgáva er so at
savna tráðirnir og vera eitt
felags talurør hjá øllum hes
um feløgunum. Tað er ein stór
ábyrgd, og í løtum hevur nerva
trýstið verið stórt. Men hetta
er fyrst av øllum eitt ómetaliga
spennandi og gevandi arbeiði,
sigur Leila, sum ikki avvísir, at
hon letur seg stilla upp aftur til
komandi formansval í MBF í
mei mánað.
– Um feløgini eru nøgd við
mítt arbeiði og ynskja, at eg skal
halda fram, fari eg ikki at siga
nei. Tað liggja nógvar ætlanir
á borðinum, sum eg fegin vil
verða við til at gera til veruleika.
Tað fer nokk altíð at vera lætt
at lokka meg við nýggjum
avbjóðingum, sum kunnu betra
um umstøðurnar hjá teimum
brekaðu í Føroyum, sigur ársins
kvinna at enda.
Leila var gleðiliga ovfarin av
atkomuviðurskiftunum allastaðni,
har hon kom, í Sumba. Her er hon
inni í Sumbiar Kirkju