Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 20 – 27. januar 2006 Tórsgøta Soleiðis er at sita í rullistóli í Havn Gongubreytirnar eru alt ov høgar manga staðni. Her uttan fyri sjónleikarhúsið mundi Jógvan Sofus farið afturav tá hann royndi at koma uppá gongubreytina. Mynd Álvur Haraldsen – Eg kann ongastaðni í Havnini keypa mær eina fløgu. Tað sigur Jógvan Sofus Vágsheyg, sum situr í rullistóli. Í samband við at MBF fer at gera eina »handicapguide« yvir Føroyar, avgjørdu vit at fara ein býartúr við Jógvan Sofus Vágsheyg, nevndarlim í MBF og finna útav, hvussu tað er at búgva í Tórshavn og verða búndin til rullustól Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Túrurin byrjar heima hjá Jógvan Sofus, Undir Ryggi í Havn. Hann hevur sitið í rullustóli í sjey ár, síðani hann fekk ein blóðtøpp sum gjørdi hann lamnan í einari síðu. – Nú havi eg vant meg við hetta lívið, sigur hann meðan hann fer í tí rúkandi ferð omaneftir brekkuni. Fyrsta forðingin møtir honum longu, tá hann skal um hornið hjá Essaba. Har er ongin gongubreyt, og tí noyðist hann út á vegin saman við bilum og bussum. Okkara fyrsta stopp er Hotel Hafnia. Jógvan Sofus sleppur inn í gongina, men so er stopp. Trappur eru upp til »Einglabarrina«, og sleppur man upp har, eru enn fleiri trappir. – Vit kunnu leggja tær eina rampu, so tú sleppur upp, rópar eitt av starvsfólkunum. Tá vit tosa við hana viðgongur hon, at tað ber til hjá handikappaðum at koma inn, men tað er avgjørt ikki lætt. Á hinum hotellinum í býnum ber betri til, sigur Jógvan Sofus. Løgtingsskrivstovuna, sum er nakrar metrar longri uppi, er ógjørlig at koma inn í. Har er eitt stórt trin, og um Jógvan Sofus hevði sína egnu rampu við, so hevði ikki borið til at komið longri enn innum hurðina, eftirsum húsið er fult av trappum. – Men her er okkurt tit mugu síggja, sigur hann og fer afturum H. N. Jakobsens bókhandil. Har er Kunningarstovan flutt inn, og ein sera góð brekka er gjørd so at rullustólsbundin og onnur við hjólum sleppa inn. – Hetta eri eg øguliga glaður fyri, sigur Jógvan Sofus. Vit skunda okkum yvir um gonguteigin og staðfesta, at bæði býráðshúsið og Snarskivan hava góðar umstøður. Kemur ikki inn Verri er við nýbygda Løgtingshúsinum, har Jógvan Sofus ikki eingongd kemur inn. – Hetta hava teir so brúkt 80 miljónir krónur uppá, sigur hann, meðan hann roynir at fáa rullistólin um gáttina inn í Løgtingshúsið. Tað eydnast ikki. Kantarnir, sum Jógvan Sofus skal uppum, skulu ikki verða hægri enn 2,5 centimetrar. Tað er kanturin í Løgtingshúsinum. Næsta stopp er Býarbókasavnið. Har ber í løtuni ikki til at koma inn, men vón er fyri framman, eftirsum ein lifta verður bygd. Føroya Sparikassi á hinari síðuni á vegnum, líkasum nógvir aðrir bankar í Tórshavn, hava góðar umstøður fyri rullustólsbundin. Men um Jógvan Sofus vil hava nýggjan tónleik, er stopp. Hvørki H.C.W. Tórgarð ella fløguhandilin í SMS hava umstøður sum gera, at hann kemur inn. – Handilin í SMS liggur uppi á loftinum, so har ber ikki til. Cafe Kheops hinumeðna vegin er eisini ógjørligt hjá honum, men cafe Jinx longri nirri ber væl til. – Ebenezer ber tað til at koma inn í, um eg fari um bakdyrnar, men um eg skal í Philadelphia ella til Jehovas Vittni, sleppi eg ikki inn. So tað verður torført hjá mær at koma uppeftir, skemtar Jógvan Sofus. Handiskjarnin og SMS eru støð, sum hann fegin vitjar eftirsum bæði hava góðar umstøður fyri hann. í Radiohandlinum hava teir eisini lagt eina rampu, og har er Jógvan Sofus ofta. – Vit hava fingið øguliga nógvar jaligar raktiónir upp á hetta, so um man vil hava fleiri kundar, so er hetta eitt gott hugskot, siga teir. Men eitt sum ein ikki hugsar so nógv um, tá man bara gongur gjøgnum býin er, hvussu høgar gongubreytirnar eru. Serliga eru tað tær nýbygdu sum er hægst. Høg gongubreyt Jógvan Sofus vil fegin, at vit fara niðan í Sjónleikarhúsið at síggja, hvussu góðar umstøðurnar eru har, men tá hann skal yvir um vegin og upp á gongubreytina, steðgar ferðin. Hóast kanturin er nógv lækkaður fyri rullu- stólar og barnavognar, so er ógjørligt hjá honum at koma upp á gongubreytina. Tískil noyðist hann aftur út í ferðsluna fyri at síðani koma upp á gongubreytina oman fyri Sjónleikarhúsið. – Eg vil helst ikki, at tey skifta tær gomlu gongubreytirnar út, tí tær eru nógv lættari hjá mær enn tær nýggju, sigur Jógvan Sofus. Teir dagar tað regnar ber ikki til hjá honum at fara út við elektriska rullistólinum.Tá er tað bilur ella bussur sum er at taka til. – Tað eru komnir nakrir býarbussar sum eru gjørdir fyri okkum at sleppa inn í, men man veit ongantíð, um tað er ein slíkur sum kemur ella ein av gamla slagnum, tí fari eg ikki í býarbussin, sigur hann. Handikappparkerings-pláss er tað heldur ikki nøktandi av. Á Skálatrøð er einki og í SMS er eitt, fyri at nevna tvey dømi. – Eftir røttum skal tað verða eitt handikapparkerins-pláss fyri hvørt 25 vanligt par-keringspláss, sigur Jógvan Sofus. Tað er tað ikki ídag. Um tú sum rullustólsbundin skal ferðast ber nokkso væl til, flogførini hava serligar rullustólar og Norrøna har Jógvan Sofus hevur verið umborð bar væl til. Smyril og Teisin eru tó einastu strandfaraskipini sum hann sleppur við. – At sleppa ein túr til Nolsoyar er ógjørligt hjá mær. – Eg havi ikki ferðast nógv síðan eg bleiv lamin, men Føroyar er so avgjørt truplasta land, eg havi verði í, hjá okkum handikappaðum, sigur Jógvan Sofus at enda. P.s. Miðlahúsið hevur nú lagt eina rampu so at rullustólsbundin kunnu koma inn.