Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 – 27. januar 2006 32 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá blaðstjórin á Sosialinum fór á dyr hjá Sofusi Olsen fríggja­ kvøldið í seinastu viku og bar honum boðini, at lesarar blaðsins høvdu kosið hann til ársins mann, so noktaði Sofus blankt at taka ímóti hesum heiðuri. Hann segði, at Sands Listasavn, var als ikki ein roynd hjá honum at seta ljós á sín persón, og tí vildi hann einki hoyra um hetta. Hetta er nak­að í eyðkennir Sofus Olsen, hóast lívið hjá honum man hava verið meira hendingaríkt enn hjá teimum flestu, so hevur hann gingið stillisliga við hurð­ unum. Eisini seinastu tíðina, tá miðlarnir hava sagt søguna um listasavnið, hevur Sofus valt ikki luttikið. Men blaðstjórin fekk eftir eina góða løtu sannført Sofus um, at hann átti at taka av heiðurinum. Barnaárini Sofus varð føddur á Sandi og búði har øll barnaárini. Hann heldur nógv av bygdini og sigur, at hetta var eitt sera gott stað at vaksa upp. Ein part av barndóminum búði Sofus hjá ommu og abba sínum. Hetta var í grannahúsinum hjá Sands Listasavni. Sofus eigur hesi hús og sostatt eisini grundstykkið, ið listasavnið stendur á. Sluppfiskiskapur Konfirmeraður fór Sofus, sum dreingir flest til skips. Hann var sluppfiskimaður í fimm ár, inntil hann í 1935 fór á háskúla. Ætlanin var altíð, at hann skuldi við aftur sluppini, tá háskúlin var av. Men so var ikki, og hóast hann seinni bæði silgdi og fekst við reiðara virksemi, so var hetta endin á hansar lívið sum fiskimaður. Til Danmarkar at lesa Á háskúlanum sá Símun av Skarði gávurnar hjá unga manni­num og spurdi hann, um hvørjar ætlanir hann hevði. Sofus segði, at hann skuldi aftur til vaðbeinið. Men hetta helt Símun av Skarði ikki. Hann segði, at um hann slapp at avgera tað, so skuldi Sofus til Danmarkar á preliminer skúla. Hetta var í 1936, og Sofus so gjørdi. Hann gekk á preliminer skúla í Høngí tvey ár, síðan fór hann á student somuleiðis í tvey ár. Búskap í Århus Í 1940 hevði Sofus fingið studentsprógv og skuldi undir víðari lestur. Áhugin var fyri søgu. Men ein vinmaður hansara á studentaskúlanum fór til Århus at lesa búskaparfrøði. Hesin greiddi Sofusi frá, at hetta var skila­besta útbúgvingin at fáa sær. Sofus lat seg yvirtala og fór við. Men tíðin í Århus gjørdist tó ikki long. Sofus sigur, at hann kendi næstan ongan í Århus. Har vóru ikki nøkur onnur av teimum, ið hann hevði lisið saman við, og allir føroyingarnir vóru í Keypmannahavn og lósu. Hann treivst tí als ikki har. Tá hann hevði lisið í ein mánað, avgjørdi hann at flyta. Hann fór til Keypmannahavnar, har hann var innskrivaður á universitetið at lesa til cand. polit. Lestur undir krígnum Hetta vóru hendingarík ár í Keyp­mannahavn. Kríggjið setti sín dám á tilveruna, og gerandisdagurin hjá Sofusi varð eisini nógv merktur av hesum. Sofus gjørdist partur av mótstøðurørsluni. Hann arbeiddi á tí ólógliga blaðnum Information. Har hann var hánd­ langari, sum hann sjálvur kallar tað. Hetta var skitið arbeiðið við at hjálpa við at duplikera bløð við trumlum og blekki. Eisini var nógv baks við at fáa til handa neyðuga tilfarið. Arbeiðið við ólógligu bløðunum var Sofus Olsen: Ein lítillátin eldsál Sofus Olsen er ein eldsál, ið brennir fyri tí, ið honum dámar. Hetta hevur sent hann undir jørðina undir krígnum, givið honum frálík úrslit sum reiðari, givið honum álitissessir í fíggjarheiminum og nú hevur tað givið føroyingum Sands Listasavn. Sofus Olsen við modellinum av bustuni, ið listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur gjørt