fríggjadagur 27. januar 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
týdningarmikið og tíðarkrevjandi
arbeiði, men eisini sera vanda
mikið. Í desember 1943 varð
ein av starvsfeløgunum hjá
Sofusi tikin. Hann nevndi nøkur
nøvn. Millum annað navnið á
Sofusi. Sofus hevði júst verið
til skrivliga próvtøku, men varð
noyddur undir jørðina, áðrenn
hann slapp upp til munnliga
próvtøku. Hann sigur frá, at
hann var sera keddur av hesum,
tí hann hevði fyrireikað seg
til próvtøkuna og vildi ikki, at
hetta arbeiðið skuldi fara til
spillis. Tí valdi hann, at møta
upp til munnligu próvtøkuna,
væl vitandi um, at nasistarnir
kundu taka hann, ein vinmaður
var longu endaður í týningarlegu.
Hann var gjøgnumbloyttur í
sveitta, áðrenn próvtøkan var av.
Men tað gekk væl, og hann slapp
undir jørðina aftur uttan at verða
tikin.
Hetta var í januar 1944, og
Sofus fekk tí ikki gjørt meira við
skúlan, fyrr enn kríggið var av.Í
staðin nýtti hann alla sína tíð til
arbeiðið við ólógligum bløðum
Heim til Føroyar
Aftan á kríggi brúkti Sofus fyrstu
tíðina, til at halda fríð, áðrenn
hann byrjaði aftur at lesa. Í 1949
var hann liðugur sum cand. polit.
Hann skuldi nú velja sína lívsleið.
Hann hugsaði eitt sindur um, at
fara í starv í ministeriuminum í
Danmark. Men Jóhann Djurhuus
vildi hava hann at koma heim í
eitt starv í Vinnulánsgrunninum.
Sofus søkti starvið, men fekk tað
ikki. Hann sigur orsøkina vera
hansara politiska tilknýti, ið ikki
var tað sama, sum tað hjá tí, ið
skuldi seta starvið.
Stillaði upp fyri
Tjóðveldisflokkin
Hann byrjaði í staðin hjá sak
føraranum Leif Waagstein.
Skrivstovan hevði nógv arbeiði
innan vinnulívið, og Sofus var
settur at arbeiða við hesum.
Her treivst hann ikki serliga
væl. So tá Erlendur Patursson í
1950 bað Sofus um at stilla upp
fyri Tjóðveldisflokkin á fyrsta
løgtingsvalinum, ið flokkurin
stillaði upp til, var hann til dystin
fús. Hann var sostatt við til at
tryggja flokkinum, neyðugu
atkvøðurnar til at fáa tvey umboð
á ting. Um sama mundið fór
hann í starv sum skrivari hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann røkti hetta starv til í 1954,
tá han fór av landinum aftur.
Góðir dagar í Skotlandi
Sofus leitaði sær til Glasgow í
Skotlandi. Hann kallar Glasgow
eitt magiskt stað, og hann hevur
miklan alsk til Skotland enn í
dag. Í Glasgow starvaðist hann í
tvey ár hjá Scottish Cooperative
Wholesale Society. Hann
minnist hetta sum sínar bestu
dagar. Hann vildi fegin halda
fram í starvinum, og tey vildu
eisini fegin hava, at hann varð
verandi, men hann fekk ikki
arbeiðsloyvið. Tí noyddist hann
heim aftur. Nógv fremmandafólk
kom til Bretlands í árunum
eftir kríggið, so trupult var at
fáa arbeiðsloyvið. Tað gjørdi
heldur ikki støðuna betur, at
Scottish Cooperative Wholesale
Society stuðlaði Labour, og teir
konservativu sótu í stjórn. Sofus
hevur vitjað aftur í Skotlandi
javnan. Hann leggur ikki skjól á,
at hetta er eitt land, ið eigur eitt
serligt pláss í hansara hjarta.
Sigldi við fiski
Heimaftur komin til Føroyar
arbeiddi Sofus eitt sindur fyri
D.P. Danielsen, og fekst við
leyst og fast. Hann fór í 1957
til Aberdeen at royna eydnuna.
Men treivst ongantíð veruliga
har, so tá nakrir mánaðar vóru
farnir,fór hann aftur til Føroyar
at arbeiða fyri Samvinnufelagið
og Fiskimannafelagið. Hann varð
settur sum troubleshooter og
fekst við fiskin frá útróðrinum
í Grønlandi. Hann sigldi við
farmaskipum niður til evropeiska
marknaðin við fiskinum og hevði
ábyrgd av at ansa eftir fiskinum,
takað sær av trupulleikunum, um
okkurt var áfatt við góðskuni
og syrgja fyri, at eingin snýtti
føroyska seljaran. Her var talan
um túrar m.a. til støð sum Grikka
land, Napoli og Rom.
Reiðari í 40 ár
Í 1961 gjørdist hann reiðari
á Havsøka. Hann segði hetta
starv frá sær í 1967 og gjørdist
í staðin reiðari á Polli. Her
byrjaði samstarvið við Demmus
Hentze, ið átti skipið og var
skipari á tí. Hetta samstarv helt
í 32 ár, og hóast Pollur varð
skiftur út við Hoyvíking, so
hildu Sofus og Demmus fram við
somu leiklutum. Sofus sigur, at
Demmus gav honum fríar teymar.
Hetta trivust teir báðir væl við.
Hetta er kanska heldur ikki so
løgið. Tí tey 40 árini Sofus fekst
við reiðaravirksemið hevði hann
ikki reyð tøl á einum einasta
roknskapi. Hetta hóast tíðirnar
og fiskiskapurin hava verið
skiftandi.
Yrkið í fíggjarheiminum
Í 1963 varð Búskaparráðið sett
á stovn, Sofus var við frá byrjan.
Hann røkti henda álitissess
fram til 1992. Í tíðarskeiðinum
1980-92 sat hann sum formaður
í ráðnum.
Í árunum 1964-70 virkaði
Sofus sum fiskaútflytari. Hann
seldi fisk fyri nøkur skip, ið ikki
vóru undir Fiskasøluni, hetta
var eftir áheitan frá Løgmanni
Hákuni Djurhus, ið bað hesi
fiskiskip um at selja fiskin í
felag. Hetta starv gavst Sofus
við í 1970, tá táverandi stjórin
í Føroya Banka bað hann um at
koma í starv sum grannskoðari
hjá bankanum. Hetta starv røkti
Sofus fram til 1986, tá hann fór
frá. Miðskeiðis í 80’árunum,
royndi Sofus sum grannskoðari
hjá bankanum at senda boð til
Den Danske Bank, um at sum
gongdin var, fór at verða galin
endi. Men Revisiónschefurin
vildi ikki bera boðini víðari,
greiður Sofus frá.
Áhugin fyri listini
Í 1961 keypti Sofus sín fyrsta
málning, og hevur líka síðan
hetta samlað list, serliga útvalda
føroyska list. Áhugin fyri
myndlistini kom síðst í fimti
árunum. Hesa tíðina gekk hann
inn í hús, har nógvir málningar
hingu, og hesir vaktu hansara
ans. Um sama mundið gjørdist
hann vinmaður við Nonnegaard,
ið var stjóri í Føroya Banka.
Nonnegaard hevði stóran áhuga
í myndlist og hetta smittaði.
Saman við Hanus við Høgadalsá,
settu Sofus og Nonnegaard eina
ávísa upphædd um mánaðin
av til at keypa listaverk hjá
útvaldum listamonnum, m.ø.
Ingálvi av Ryeni. Teir deildu
síðan listaverkini í millum sín.
Áhugan fyri myndlist hevði
Sofus felags við konu sína
Gunnhild, ið hann giftist við
í 1965. Gunnhild hevði sjálv
málað sum yngri, og í húsunum
á Tinghúsvegnum vóru longu,
tá Sofus flutti inn listaverk av
málarum sum Waagstein og
Mikines. Tey høvdu sostatt bæði
nógva gleði av listini, ið tey
samlaðu sær gjøgnum árini heilt
upp til 1999, tá Gunhild andaðist.
Høg góðskukrøv
Sofus hevur eisini stóran áhuga
í aðrari list, bæði tónlist og
bókmentum. Hann er kendur
fyri sínar onkuntíð heldur ber
søgnu meiningar og setur høg
góðskukrøv. Hetta hevur verið
við til, at gera savnið hjá Sofusi,
til ivaleyst tað mest forkunnuga
og spennandi privata listasavnið
í Føroyum.
Hetta er list, sum hann
hevur savnað ígjøgnum eitt
langt lív sum listasavnari. Við
útvaldum listaverkum av m.ø.
Samuel Joensen Mikines, Poul
Horsdal, Elinborg Lützen, Jack
Kampmann og Frimod Joensen
umframt nógv listaverk av
Ingálvi av Reyni.
Mynd av Sofusi tikin hjá myndamanni í Keypmannahavn í 1940
Sofus á veg til Capri har hann var 3 dagar á ferðum sínum í 1959
Mynd tikin í 80-unum av Sofusi og konuni Gunnhild í heiminum á
Tinghúsvegnum