fríggjadagur 27. januar 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 – 27. januar 2006
34
Staðarnøvn í Villingabergi
Vestanfyri á Suðuroynni, millum
Hvalba og Sandvík, liggur
Villingaberg. Fólk, ið ikki eru
staðkend halda helst, at navnið
Villingaberg úttalast sum fleiri
onnur orð við tveimum l-um,
t.e., at fremra l-ið úttalast sum
d, men so er ikki. Fyrri partur
av orðinum Villingaberg hevur
somu úttalu sum t.d. orðið
villigur.
Norðantil heldur Villingagjógv,
og sunnantil heldur Nøsin -
Villinganøs. Úr sjógv og upp á
slætt eru knappir 400 m. Hóast
sera bratt, má Villingaberg sigast
at vera eitt sera gott feitilendi, tí
har er væl vallað og sera nógv
gras.
Villingaberg hoyrir til Hvalbiar
sókn, og verður í dag mestsum
bara brúkt sum feitilendi til
veðrar um summarið.
Í dag er lættari at fara í Vill
ingaberg enn fyrr, skilt á tann
hátt, at fáa seyðin niðan á
Skálafjall - millum Hvalba og
Sandvík - og vestur á eggina, har
seyðurin skal rennast, tí tunnil
er gjørdur millum Hvalba og
Sandvík. Eisini er vegur gjørdur
nakað niðan í Eggjarhaga -
Sandvíksmegin, so ikki er serliga
langt at ganga við seyðinum, til
komið er í Bergið.
Fyrr gingu sandvíkingarnir
norður á Lambhagan og so í
brattan niðaná. Hvalbingarnir
fóru niðan Skotgøtuna í Heiðu
num gjøgnum Kriðudalar, undir
Klettin í Brúnni og niðan á
Nøsina, har báðir partar so
møttust.
Seyðurin verður rendur á
Renningini, men verður drigin
uppaftur einar 75 m vestari við
Stíggin omanfyri Smogurók.
Áðrenn samlingina í 1968
vóru 72 gimbrafrælsir og 18
veðrafrælsir í Berginum.
Av hesum sæst, at Villingaberg
er stórt feitilendi, møguliga tað
størsta í landinum.
Gimbrarnar gingu í Berginum
um veturin og veðrarnir um
summarið.
Afturat teimum 18 veðrunum
kom so eitt frælsi afturat. Hetta
frælsið fekk hann, ið hevði skil á,
hvør átti at sleppa og ikki.
Hagarnir, ið eiga frælsini
í Villingabergi eru :
Fjórðingurin, Norðanskarðshagi,
Sandvíkshagin og Bjalvaskor.
Í dag verður Bergið bara brúkt
til veðrar um summarið.
Hóast frælsini, so verða ofta
væl fleiri veðrar sleptir, møguliga
tí, at Bergið verður ikki brúkt
sum vetrarbit til gimbrar longur.
Veðrarnir verða sleptir í
kenning, so onkuntíð gerst onkur
kanska sørur, men so er bara at
herja á aftur og vóna, at betur fer
at gangast næsta ár.
Niðanfyri síggja vit lítið dømi
um, hvussu nógvir veðrar eru
sleptir, og hvussu nógvir eru
fingnir aftur. Haldi, menn eru
komnir eftir, at best er at fara
tíðliga í Bergið eftir seyðinum, tí
oftast hvørva teir longur kemur
út á heystið. Møguliga er tað
brundtíðin, ið ger seg galdandi,
og teir fara at stútast.
Hóast áhugin at røkja bjørgini í
nýggjari tíð kanska ikki hevur
verið stórur, so hava altíð verið
nakrir, ið hava røkt Villingaberg.
Hvør, ið hevur rættindi at sleppa
niður, verður ikki tikið so tungt.
Nakrir taka seg saman, og so
hevur verið farið, uttan at teir, ið
eiga, hava havt nakað ímóti tí
- helst glaðir fyri, at onkur tímir
at røkja bjørgini. Í sóknini er
støðan tó tann í dag, at nógvir av
teimum ungu eru sera hugagóðir
til hetta arbeiði, og teir verða
dyggiliga stuðlaðir av teimum
eldru, ið minnast aftur á farnar
dagar, tá ið ikki bara kundi farast
í handilin at fáa mettuna.
Ein av teimum, ið hava roynt at
eggja hesum ungu til, er Erland
Jensen.
Erland hevur í samfull 50 ár
verið í Villingabergi.
19.septembur 2003 - tá var
Erland 74 ár - og farast skuldi
eftir veðrunum, gjørdist Erland
ikki sørt bilsin, tá ið teir vóru
komnir á Stíggin. Erland varð
biðin um at avdúka plátu við
innskrift á. Hesa plátu høvdu
nakrir av bakkafelagum hansara
verið og sett har nakrar dagar
frammanundan.
Á plátuni stendur:
Í MEIRA ENN HÁLVA ØLD
HEVUR ERLAND JENSEN SØKT
HETTA LENDI
Á VÁRI OG HEYSTI
VIT TAKKA TÆR FYRI GÓÐAN
FELAGSSKAP
VIÐ VÓN UM ENN FLEIRI
GÓ‹AR LØTUR
HEILSAÐUR
RAKSTRARMENNINIR Í
VILLINGABERGI
Á HEYSTI 2003
Erland helt, at hetta varð at gera
ið so nógv av, men segði seg tó
vera sera takksaman og glaðan,
um hann gjøgnum øll hesi ár
hevði givið nakað av tí førningi,
hann sjálvur hevði fingið frá
fedrum sínum til yngra ættarliðið
– ein sera hátíðarlig løta.
Her skal so sigast eitt sindur
um, hvussu rikið verður.
Aftaná at hava fingið sær
ein bita, lesa menn seg niður
Stíggin og niður á Smogurók.
Her verður gjørt eitt keksi við
pelum og einum stikstubba, tí
her á Smogurókini, beint undir
Stígnum, skal seyðurin bindast
niður, áðrenn hann verður drigin
upp á slætt.
Tá ið keksið er liðugt, fara allir
niður. Á ryggin beint sunnan
fyri Urðini verða tveir mans
settir. Harnæst verður farið niður
Moggushellu. Eitt stik verður so
sett omaneftir Vestara Vegaryggi,
og nakrir menn verða so settir
ovast í rygginum soleiðis, at
seyðurin sleppur oman fyri teir,
tá ið hann kemur upp úr Sót .
Tveir fara niður í Tánna í Sót -
Nasan í Sót . Harnæst fara nakrir
suður undir Drangarnar.
Tá ið ein tími er farin, koma
so veðrarnir, og teir, sum sita
í Tánni í Sót gera seg sjónligar,
so veðrarnir fara uppeftir
Vestara Vegaryggi, vestanfyri
stikið, ið sett varð. Teir, ið hava
verið undir Drongunum, koma
spakuliga eftir rásunum aftan
á seyðin, og við tað, at teir í
Vestara Vegaryggi nú eisini vísa
seg, er at vóna, at alt endar uppi
í Urðini. Teir, ið sita á rygginum
sunnanfyri Urðina, gera seg nú
eisini sjónligar. Sera stillisliga
verður farið um, og sum oftast
eydnast at fáa seyðin upp í
Smogurókina og eftir henni
suðuryvir og í keksið. Nú skuldi
so verið sloppið. So er at binda
niður og draga upp á slætt.
Fyrr var seyðurin rikin upp beint
sunnan fyri Vestara Vegarygg
og upp í Urðina, har Stíggjurin
í Urðini, Steinurin í Urðini og
Moggushella eru. Har sprongdu
teir gomlu, fyri at betri skuldi
verða at fáa seyðin upp í sjálva
Urðina. Síðani róku teir seyðin
allan vegin suður ígjøgnum
Smogurókina - vestur í móti
Nøsini. Beint áðrenn rókin
gongur upp á slætt byrgdu teir
fyri, og gjørdu teir eina tøku.
Hetta plássið eitur Í Tøkuni.
Aftur til nútíðina.
Tá ið alt er komið uppá, og menn
hava fingið sær ein bita og leska
seg við onkrum, verður bundið
á veðrarnar. Gingið verður so
oman í gjøgnum Heiðarnar og
oman á Hólar, har bilar eru at
koyra seyðin til húsa. Ikki hevur
hildið vera neyðugt at skunda sær
henda síðsta teinin oman slætta
hagan. Menn eru í góðum lag
eftir strævnan og væleydnaðan
dag, og prátið gongur bæði við
gaman og álvara.
Vanligt er eisini at steðga á,
tá seyðurin skal av bilinum, tí
hvør vil verða blíðari enn annar.
Bjóðað verður í kjallaran ella
í hoyggjhúsið at njóta tað, ið
hoyrir einum slíkum degi til.
Omanfyri havi eg nevnt,
hvussu viðurskiftini í Villinga
bergi eru til seyð.
Villingaberg hevði fyrr í
tíðini sera stóran týdning fyri
hvalbingar og sandvíkingar, tá
tosað verður um fleyggj og
ræning.
Í tveimum støðum varð sigið
eftir lomvigareggum – í Midveg
og í Prestnøs.
Átta nátasessir eru í Villinga
bergi – Torvan, Sunnaraknæ,
Vestaraknæ, Barmurin, Ryggurin,
Eystaratorva, Sannulinuryggurin
og Svartbaksrókin.
Nátafleyggj hevði alstóran
týdning fyri húsarhaldið fyrr.
Menn tóku seg ofta saman í
”partí” og gingu vakt um náttina
fyri at tryggja sær sessin í
lýsingini dagin eftir.
Uttan at taka nakað frá nøkrum,
man Hans Jacobsen - Hans hjá
Villingaberg – nakrar hugleiðingar
Í Nesi, í Hvalba
John næs
Berg
Ár
Sleptir
Fingnir aftur
1991
31
23
1992
30
18
1993
19
12
1996
26
18
1997
23
18
2000
22
15
2003
22
19
2004
23
20
2005
20
16