Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 – 27. januar 2006 35 Simonu helst verða hann, sum í nýggjari tíð hevur fleygað flest nátar í Villingabergi. Tosaði við Mortan Mortensen, Mortan hjá Jacobi í Garðsenni, nú ein dagin. Hann segði mær, at einaferð hann og Axal Ludvig, Axal hjá Dalla vóru og fleygaðu í Rygginum, var nógvur náti at fáa. Teir byrjaðu um 8-9 tíðina um morgunin. À middegi høvdu teir 233 uppi á sløttum, so hetta má sigast at hava verið ein góður dagur, tí strævið og bratt er at bera upp. Fleygasessurin Ryggurin er miðskeiðis í Vestara Vegaryggi, har tann niðara Renningina er, ikki at blanda við ta ovaru. Henda niðara renning varð ofta brúkt fyrr, tá ið seyður skuldi sleppast niður í Sót, tí her er ringt at ganga, so lættari var hildið at renna seyðin her, enn at leiða hann heilt niður. Eitt staðarnavn í Villingabergi eitur Trætirøkurnar. Navnið sigst vera íkomið ein dagin, teir vóru og sigu eftir lomvigareggum. Prestur- prestfjalsmenn vóru í í Prestnøs, meðan Toftabøndur – vestarumenn vóru í Miðveg. Sigmenninir komu niður á áðurnevndu røkur mestsum í senn. Ósemja stóðst av hesum, tí báðir hevdaðu sær rættin at ræna røkurnar. Báðir vórðu sjálvsagt stuðlaðir av teimum, ið sótu undir, tí báðir partar hildu seg hava rættin – herav kom sum sagt navnið. Hóast vit ikki síggja suður um Villingatanga á myndini omanfyri, kunnu vit nevna nøkur staðarnøvn har, tí fyri at koma til hesi støð mátti farast ígjøgnum Villingaberg. Har er t.d. Veilan, Hellisvaðið, Sigið við Hellisvaðið - ovasta sigið Undir Drongunum, Oyðis­ skortur, Oyðisrókin, Rókin í Niðastavað, Sandrókin, Gras­ rókin, Skarið í Grasrókini, Træturøkurnar, Skarið í Træturókunum, og Urðin undir Nøsini, onkur sigur Trøllaurðin. Í hesum sambandi kann nevnast, at á Oyðisrókini funnu menn einaferð fyrst í 1900-talinum mannabein. Av einum slíðra við bókstavum á varð hildið fyri vist, at hetta vóru leivdirnar av nøkrum útróðrarmonnum úr Hesti, ið ikki høvdu borið boð í bý. Kann eisini nevna, at ovasta rókin í Villingagjógv, ið liggur norðanfyri Villingaberg, eitur Mantarøkur. Beint omanfyri uppi á sløttum er so Tjørnin á Mantarókum. Villingaberg hevur ikki bara givið, men eisini kravt. Í 1930 fall Emil Willumsen – Emil á Skøvunum. Teir vóru innanbergs eftir lomvigareggum í Miðveg. Emil var áhaldsin og fall 80 favnar. Í 1957 fall Even Skaalum í Sunnara Vegaryggi. Ein planki, sum teir høvdu lagt um eina gjótu, fór undan honum. Hann fór á strok og steðgaði niðast í rygginum móti einum steini. Fór hann øðrumegin steinin hevði hann farið á sjógv, havi eg latið mær fortalt. Vónandi geva myndirnar eina hóming av tí eg her havi sagt frá. Um okkurt er komið skeivt fyri, so vinarliga sigið mær frá, so tað kann verða rættað. Frá degnum, tá ið Erland Jensen varð heiðraður av bakkafelagum sínum. Húkandi frá vinstru: Eliesar Poulsen, Erland Jensen, Frits Eið, Allan Sveinbjørnsson, Ragnar Eyvindsson, Fróði Tausen, Kenneth Eyvindsson. Standandi frá vinstru: Gisli Sveinbjørnsson, Even Skaalum, Kristin Michelsen, Stein Næs, Óli Jensen, Vilmund Michelsen Bjargamenn júst komnir úr Villingabergi. Gott við einum góðum bita. Frá vinstru: Kenneth Eyvindsson, Dan Eyvindsson, Stein Næs, William Berg, Álvur Berg Staðarnøvn í Villingabergi