Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 – 27. januar 2006 36 Við Edens portur Ein gamal ravnur, sum spennir veingirnar eina seinastu ferð og gorrar í skýmingini við ríkjandi, men treystari rødd. Dylan – tekning eftir Øssur Johannesen III. VIÐURSKIFTIR MILLUM KYNINI Í einum ikki lítlum parti av sínum tekstum tekur Bob Dylan upp viðurskiftini millum gentu og drong, mann og kvinnu. Veruleikin er helst, at tá ið nomið verður við evnir sum kærleika í popptekstum, er viðgerðin ofta av slíkum slag, at tekstirnir kunnu syngjast, gaman í, men at teir illa tola nærlesnað. Sagt øðrvísi: tað krevjast skaldsligar gávur til at taka slík evnir upp, so at úrslitið, sum tekstur, fær virði av varandi slag. Avgerandi í slíkum førum kann vera, at viðgerðin er original ella ímyndin rámandi − sum hon er í sanginum um teir sponsku styvlarnar − ella, at viðgerðin - sum í ”Visions Of Johanna” − er fjølstreingjað, margtýdd ella surrealistisk. At elta ein skugga Eg fari í hesi triðju greinini at taka fram nøkur dømir um Dylan- tekstir, ið lýsa tað fløkta og sára sambandið millum kynini, ella (og hetta er nakað heilt annað) sum varpa ljós á Dylan í teirri romantisku troubadourrolluni. Hóskandi kann vera at leggja fyri við einum teksti úr fløguni Time Out Of Mind, frá 1997, eini fløgu, sum við sínum dámi av møði, av royndum og nærkandi feigd fær ein at hugsa um ein gamlan ravn, sum spennir veingirnar eina seinastu ferð og gorrar í skýmingini við ríkjandi, men treystari rødd. Tann, til tað, fáorðaði teksturin ”Love Sick” er enn eitt dømi um tann hegnisliga rímsmiðin Dylan. Í teimum trim­ um ørindunum ríma fyrsta og onnur regla, meðan triðja regla hevur innanrím. Vert er at geva gætur, hvussu Dylan við speisemi fær ein tvítýdning fram við at skifta millum lýsingarorðini ”lovesick” (ástarsjúkur), og ”sick of love”, troyttur av kærleiksfjasinum. Evni í tekstinum er longsulin, ástartráin, sum ikki vil sleppa tí deyðamóða vallaranum, men drívur hann, sum ein ótroyttiligur motorur, fram gjøgnum gøturnar. ”Mínir føtur eru so móðir, mín heili er so bundin, og skýggini gráta”. Og samstundis veit hann, at hann eltir ein skugga: ­— — I see, I see lovers in the meadow I see, I see silhouettes in the window I watch them ´til they´re gone and they leave me hanging on To a shadow ­— — Skýli móti ódnini Tann Dylan, vit her hitta, er útiløgukatturin. Vit hitta hann aftur, rivnan og skræddan og einsamallan, í tekstinum ”Shelter From The Storm”, av plátuni Blood On The Tracks, frá 1975. Teksturin fatar um tíggju ørindir, sum eru bygd upp regluliga eftir rímskipanini: aa-bb. Síðsta regla í hvørjum ørindi er niðurlag, og skaldið brúkar tilsamans níggju ymisk rímorð, sum sampakka við endaorðið storm. Kvinnan er í hesi yrking tann, sum veitir varma og skýli, og henda uppgáva fær serligan týdning, tá vit varnast, at eg-persónurin verður lýstur við Kristus-ímyndum (hann hevur m.a. tornakrúnu). Tað minniligasta ørindið í tekstinum er hetta: ­— — I was burned out from exhaustion, buried in the hail Poisoned in the bushes an´ blown out on the trail Hunted like a crocodile, ravaged in the corn ”Come in”, she said, ”I´ll give you shelter from the storm”. ­— — Um vit nú fara fjøruti ár aftur í tíðina, so nærkast vit aftur tí vísukenda yrkingar- og sanghátti, sum eyðkendi t.d. ”Boots Of Spanish Leather”. Nakað frammanundan yrkti Dylan sangin ”Girl Of The North Country”, sum er at finna á plátuni The Freewheelin´ Bob Dylan, frá 1963. Yrkjarin vendir sær til ein triðja persón og sigur við hann: um tú skuldi komið til tað vakra landið fyri norðan, har harðir vindar blása á markinum, so heilsa mær eini gentu, sum býr har. Og, heldur hann fram: um summarið er komið at enda, kavarok er, og áirnar leggjast við gleri, so hygg eftir, um hon hevur ein heitan frakka, sum kann verja hana móti tí ýlandi storminum. Sangurin er sprottin úr tí gomlu eingilsku vísuni ”Scar­ borough Fair” og tí fornu søgnini um kongin, sum við at bera gátur upp, sum bara eitt flogvit dugir at gita, roynir at fáa eina gentu, sum er bæði vøkur og vís. Hundagoyggj í skýmingini Heilt øðrvísi snaraður, evnisliga, er sangurin ”One Too Many Mornings”, av plátuni The Times They Are A-Changin´, frá 1964. Hesin sangurin, sum er settur saman av trimum ørindum, við seks reglum í hvørjum ørindi og einum tvíreglaðum niðurlag, er bæði sum lag og tekstur dømi um fullkomna list. Vit eru stødd í eini gøtu, helst í einum býarforstaði, skýmingin legst, hundarnir goyggja í grannalagnum, men sum kvøldið myrknar, linka goyggini, ella - sum yrkjarin meistarliga orðar tað fyri at fáa dark at ríma við bark − ”the dogs lose their bark”. Hesi goyggini í gøtuni, sum dovna móti myrkri, eru dømi um veruligan poesi, eina mynd, sum ikki kann forklárast skilvíst, men sum talar til hjarta og heila. Í fimtu og sættu reglu verður kvøldarkvirran sprongd av ”the sounds within my mind”: hugans misljóð sorla uttanverðina. Vit vita nú, at okkurt er farið í sor, óbøtiliga. Og hóast orðið crossroads − krossvegur ella vegamóti − í næsta ørindi bara sipar til nakað, eg-persónurin sær av gáttini, har hann stendur, vísir tað móti hesum sama skilnaði. Ikki fyrr enn nú, tá ið eg- persónurin kveitir aftur um seg at songini, har hann og unnusta hansara hava ligið, verður tað greitt við orðum, hvat slag av skilnaði talan er um. Soleiðis er hesin sangurin – um ein skilnað, har hvørgin parturin hevur nakra skyld, ella har kanska báðir hava somu skyld – dømi um list, har alt er stemningur, har vit samstundis neyvt vita, hvat viðgerðin snýr seg um, og har ásannanin í øllum sínum dapurleika goymir í sær, paradoksalt, ein farra av lekidómi: ­— — You´re right from your side I´m right from mine We´re both just one too many mornings An´ a thousand miles behind ­— — Frúgvin á láglondum Til seinast fari eg at taka fram tvær yrkingar, sum á meira eintáttaðan hátt Bob Dylan saman við tí myrkhærdu Sara Lowndes. Tey giftust í 1965, og hjúnalagið vardi til 1977. Myndin er tikin í 1977 Hanus kamban