Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 – 27. januar 2006 37 rann­saka mansins hugburð, ella – við einum hugtaki frá sálarfrøðinginum Carl Gustav Jung – hansara animu, hansara kvinnu­hugmynd. ”Sad-Eyed Lady Of The Lowlands”, av Blonde On Blonde, frá 1966, stendur við síni longd, sínum huglag og hesum seina stevinum, ið sum eitt aldandi univers ballar seg rúsandi um lurtaran, fyri seg í øllum Dylans ritverki. Teksturin er bygdur upp av fimm regluligum ørindum, í hvørjum ørindi eru átta reglur, 1., 2. og 3. regla bera upp á rím og somuleiðis 5., 6. og 7. regla, 4. og 8. regla eru formaðar sum spurningar. Royna vit at hyggja gjøllari at lagi og orðum, so tykist í fyrstuni lítið av greiðum tráði at vera í tekstinum. Og kortini er kvinnumyndin sterk og nær: The Lady of the Lowlands, drotningin av Láglondum, ið hevur eygu sum royk, bønir sum rím, munn úr kyksilvuri, rødd sum kim, húð sum silki og andlit sum glas. ­— — With your mercury mouth in the missionary times And your eyes like smoke and your prayers like rhymes And your silver cross, and your voice like chimes Oh, who among them do you think could bury you? ­— — Týrusar hugmóð Til hennara koma kongarnir í Týrus, teir bíða í einum rað eftir einum kossi, men, sum skaldið tekur til, hvør teirra tráar eftir bara at kyssa teg? Kanska kann tað løna seg her at nevna yrkingina ”La Belle Dame Sans Merci” eftir John Keats. Eitt ørindi í hesi yrking ljóðar soleiðis: ­— — Eg sá bleikar kongar og prinsar og deyðableikar stríðsmenn. Teir róptu: ”La Belle Dame Sans Merci hevur trælabundið teg”. ­— — Tað verður okkum nú greitt, at Dylan við hesi yrking troytir loynd nám í sínum dulviti og vit hóma ta animu, sum er kend úr so mongum yrkingum og bókmentaligum verkum. Men henda yrking nemur eisini við eitt annað evni. Dylan hevur nevniliga, sum so mangur annar yrkjari, valt at geva síni animu sess í einum fremmandum, eksotiskum umhvørvi, í hesum føri tí bíbilska Týrus, sum er kent m.a. úr Ezekiels Bók, landinum, sum flýtur yvir av marglæti, sedrisviði úr Libanon, bláum og reyðum purpuri, silvuri, jarni, tini, blýggi, korallum, agatum, hunangi, olju og balsam. Av tí at hetta ríkið hevur víst hugmóð og sett seg í Guds stað, hevur Harrin gjørt av, at tað skal ganga til grundar og enda sum ”fyrndargamlar toftir” í ”undirheiminum” – ”the Lowlands”, har eingin maður kemur. Ei undur í, at profeturin – sum er Ezekiel – er syrgin, og ei undur í, at drotningin hevur syrgin eygu. Royna vit nú at nærkast eini niðurstøðu, so fáa vit at vita, at Drotningin á Láglondum er hjartagóð, hevur andlit sum halgimenni, og, spyr yrkjarin, hvør av teimum (kongunum í Týrus) megnar at týna teg? Hetta merkir helst, at tann materialistiski grammleikin ikki fær vald á henni, og at hon sostatt, kanska saman við sínum tilbiðjandi troubadouri, sleppur undan tí undirgangi, sum tekur Týrus og tess kongar við sær niður í undirheimin. Støddfrøði og kærleiki Til seinast fari eg at umrøða ein tekst eftir Dylan, av plátuni Bringing It All Back Home, sum eftir mínum tykki lýkur øll krøv, sum kunnu setast til eina yrking, og sum kanska er Dylans mest lýtaleysa skapanarverk. Heitið á hesi yrking man vera eindømi, við tað at tað er formað sum eitt brot: ”Love Minus Zero / No Limit”. Tað ber til, um ein skal skilja hetta heiti, at greipa saman einfalda støddfrøði og 13. kapittul í Paulusar Fyrra Korintbrævi. Eitt stig víðari koma vit, um vit minnast til, at skákstrikan (millum Zero og No Limit) sambært Dylan sjálvum er ein sundurbýtingarstrika. Heitið, sum sostatt fatar um bæði frádrátt og býting, kann nú umsetast til: ”Kærleiki minus Null býttur sundur við Markloysi”. Vit loyva okkum nú at gita, at hugtakið oman fyri strikuna – sum vanligt er, tá talan er um býting (divisjón) – er størri enn hugtakið undir strikuni. Her er sostatt talan um ein kærleika so stóran, at hann kann býtast sundur við markloysi. Í Fyrra Korintbrævi verður talað um ein kærleika, sum ”tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt”. Innihaldið í yrkingini, sum fatar um m.a. orðleysa trúfesti, álit og lítillæti, samsvarar væl orðum Paulusar. Fyrsta ørindi í tekstinum ljóðar soleiðis: ­— — My love she speaks like silence Without ideals or violence She doesn´t have to say she´s faithful Yet she´s true, like ice, like fire People carry roses Make promises by the hours My love she laughs like the flowers Valentines can´t buy her. ­— — Tey sum vita tala ikki Eg skal royna at taka fram nøkur drøg í hesum óvanliga ríka teksti. ”Mín elskaða talar sum tøgnin”, sigur yrkjarin, og vit minnast beinan vegin tey indisku vísdómsorðini: ”Tey sum vita tala ikki / tey sum tala vita ikki”. Skaldið leggur aftrat: hon er uttan hugsjónir ella harðskap, og, sigur hann seinni: hon veit ov nógv til at kjakast ella fella dóm. Soleiðis myndar yrkjarin eina kvinnu, sum er vís í eysturlendskari, buddhistiskari merking, hon veit og fatar, og kjak og dómur er henni sum dust á rútinum millum menniskja og heimin ella ævinleikan. Vit eru í einum universi, sum ber dám av zen ella heimspekini hjá Jiddu Krishnamurti. Ein veingjað Cordelia Í teimum næstu ørindunum varpar skaldið ljós á ymisk umhvørvi og viðurskiftir, býarins íbúgvar, sum lesa bøkur og gera sær niðurstøður, kanska um heimsins gongd, stríðið um valdið og kanska eisini umskiftini á politiskum hermótum ella kríggini, sum fáa ein at hugsa um standmyndir, sum morkna, fara í sor ella brotna sum svávulpinnar. Kvinnan, ið yrkingin myndar, stendur onkursvegna uttan fyri hetta deyðiliga og stokkuta univers. Hon umboðar eina trúfesti, sum ikki talar, ein vísdóm, sum ikki dømir, men fatar, eitt yvirleikni, sum ikki trúttar, men lær. Hon tykist heil og sterk, er tað eisini, men at enda ger yrkjarin tað geniala, at hann letur hana daga, skroypiliga og viðbrekna, uttan fyri vind­ eygað, meðan natúrkreftirnar bonskliga gera vart við seg: ­— — Sum sleggjur ýla vindar Køld og regnsom náttin blæsur Mín elskaða er sum ein ravnur Við mín glugga við brotnan vong ­— — ”Love Minus Zero / No Limit” er sum ástaryrking óvanlig á tann hátt, at hon við ongum orðum umtalar útsjóndina á teirri elskaðu. Mótsetningurin sæst, um vit bera saman regluna O, my luve is like a red, red rose eftir Robert Burns við Dylans: My love she speaks like silence. Dylan nevnir røddina, men sigur einki um hár, eygur, kinnar, føtur ella barm á síni elskaðu. Hinvegin lýsir hann kvinnunnar innanverð, hennara auru, hennara vísdóm. Hon bara er, men hennara veran tykist víðfevndari enn orð ella eygnariv, við tað at hon tykist, líkasum eitt vatn ella ein spegil, at rúma heimi, alheimi og ævinleika. Tá ið skaldið um hesa kvinnu sigur, at hon speaks softly, minnir hann okkum samstundis á, at William Shakespeare í King Lear letur kongin siga um yngstu dóttur sína Cordeliu, at Her voice was ever soft, gentle and low – an excellent thing in woman. Flætta vit tað fyrsta orðið í yrkingini – My love – saman við tí seinasta orðinum – wing -, so kunnu vit siga, at henda kvinnan er ein veingjað Cordelia við auru av zen. Í New York í september 1977 Á pallinum í 1975 saman við Joan Baez