fríggjadagur 27. januar 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 – 27. januar 2006
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kanon:
Men hvat skal man brúka tað til?
Krimi:
Inn kemur
Dagliesh ...
P.D. James, The Lighthouse,
Random House, 2005
P.D. James “the grand old lady
of crime” er ikki til at steðga.
Og enn einaferð hevur hennara
nýggjasta krimisøga alt, ein
Adam Dagliesh fjeppari kann
ynskja sær. Í The Lighthouse
hava hendingarnar flutt seg úr
London, út á oynna Combe
Island beint uttanfyri Cornwall,
har kend fólk leita sær skjól fyri
pressuni. Talið á føstum íbúgvum
á oynni er avmarkað og trygdin
er í hásæti. Tess meir skelkandi
er tað, tá ein týdningarmikil
persónur verður funnin dripin á
oynni.
Av tí at morðið kann fáa
politiskar avleiðingar, má upp
kláringin leggjast í hendurnar
á ovastu leiðsluni í løgregluni.
Inn kemur Commander Adam
Dagliesh og hansara lítla serlið
av dugnaligum detektivum,
hvørs veikleikar og styrkir verða
hegnisliga lýstir av høvundanum,
sum er til staðar allastaðni.
Sum altíð hjá P.D. James er
morðið og fyri tann skuld eisini
uppkláringin bara ein síðusøga,
sum skal dríva veruligu søguna
frameftir. Tað, sum hevur minst
líka stóran áhuga, eru manna
lagnurnar, sum av onkrari orsøk
hava leitað sær skjól á hesi oynni,
sum høvundurin hevur uppfunnið
til høvið. P.D. James er ein
sannur meistari í at avúka hesar
lagnur gjøgnum avhoyringarnar
hjá Dagliesh, sum ikki er vorðin
minni sjarmerandi arrogantur og
gløggur við árunum.
Heimspeki:
Stórir tankar
Giovanno Borradori, Filosofi
i terrorens tid,
Informations Forlag, 2005
Eitt sindur av tilvild vóru tveir
av tíðarinnar størstu teinkj
arum Jürgen Habermas og
Jacques Derrida í New York
11. september 2001. Og ikki
óvæntað gjørdu teir sær sínar
tankar um tað, teir sóðu. Ein
triði heimspekingur, Giovanna
Borradori, var skjót at hugsa
stórt og setti sær fyri at fáa eitt
prát við Habermas og Derrida
um tað, teir hugsaðu. Úrslitið
er framúr áhugaverda bókin
Filosofi i terrorens tid, sum
uttan iva verður samtíðarinnar
týdningarmesta verk um yvir
gang.
Í samrøðunum venda Haber
mas og Derrida okkara fatan
av yvirgangi á høvdið og bróta
við vanliga retorikkin kring gott
og ónt. Teir koma víða um við
hugleiðingum um upprunan
til yvirgang, grundarlagið, ið
vesturlendsk mentan byggir á,
framtíðina hjá fólkaræðinum og
í hvønn mun heimspekin kann
gera sítt til at skapa eina meir
rættvísa heimsskipan.
Habermas og Derrida tosa
út frá hvør síni heimspekiligu
siðvenju, samstundis sum
teir umboða tvey tey mest
ráðandi rákini í modernaðari
hugsan. Men bókin er ikki
bara ein framúr áhugaverd inn
leiðsla í tankauniversini hjá
tveimum av tíðarinnar størstu
heimspekingum. Við at brúka
teirra ástøði til at greina eina
heilt ítøkiliga hending, sum vit
øll onkursvegna hava “upplivað”,
verða teir munandi lættari at fata,
enn teir annars ofta tykjast.
Í sambandi við at tað í ár eru
liðin 100 ár, siðani tjóðsangurin
“Tú alfagra land mítt” varð yrktur,
hevur Føroya Landsbókasavn
gjørt eina lítla framsýning um
tjóðsangin.
À framsýningini er høvið
at síggja upprunahandritið til
yrkingina, “Mítt alfagra landa”,
ið var heitið á yrkingini, sum
Símun av Skarði skrivaði 1.
februar 1906, og sum seinni
gjørdist tjóðsangur okkara
umframt upprunahandritið til
lagið til tjóðsangin, sum Peter
Alberg gjørdi í 1907. Eisini
verða ymiskar týðingar av
tjóðsanginum til onnur mál at
síggja á framsýningini, sum letur
upp mikudagin 1. februar.
Framsýning:
Tjóðsangurin 100 ár
Mikumorgunin
almannakunn
gjørdi danska
mentamálaráð
harrin, Brian
Mikkelsen, so
umsíðir nógv
umrøddu kultur
kanonina, yvirlitini
yvir dygdarbestu
donsku listaverkini,
sum 35 fólk í 8
nevndum hava valt
út.
Eins og innan hinar
listagreinarnar, fær
bókakanonin bæði rís
og rós frá ummælarum.
Fólk tykjast samd
um, at ávís val eru
uppløgd og røtt, meðan
tey samstundis undrast
stórliga á, at ávís verk
ikki eru komin við.
Dan ella Duck
Altíð kjakfúsi Lars Bukdahl
á Weekendavísini saknar meir
“sýru og vanskapningar” á bóka
listanum og heldur, at Karen
Blixen átti at verið umboða
við Syv gotiske fortællinger
heldur enn Vinter Eventyr. Og
hvar eru stóru donsku littereru
kommunistarnir sum Sherfig,
Andersen Nexø og Gelsted, spyr
Bukdahl, sum heldur ikki fær
inn í sín knokk, hvussu ein
kulturkanon kan kallast donsk,
uttan at Dan Turell er við í henni.
Á Politiken staðfestir Bjørn
Bredal turrisliga, at okkurt kundi
bent á, at Útlendingastýrið hevur
havt ein fingur við í spælinum
og tískil hevur bannað Ibsen og
Hamsun atgongd. Hinvegin er
rættiligt rumbul í reaktiónunum
kring barna kanonina, har fólk
hava ilt við at svølgja, at ein
so amerikansk uppfinning sum
Dunnaldur Dunna er sloppin við.
Tak støðu!
Kjakið um, hvør átti at verið
við ella ikki, kann uttan iva
halda fram til dómadag. Minst
líka áhugavert er tað at spyrja,
sum miðnámsskúlanæm
ingurin á tíðindafundinum
mikudagin: “Tað
kann gott vera,
at tit hava sagt
tað fleiri ferðir,
men eg havi
also framvegis
ikki rættiliga
skilt, hvat vit
skulu brúka hasa
kultur kanonina
til?” Tjaa, eisini tað
kunnu vit ivaleyst
kjakast leingi
um, men eitt av
skilagóðu svarunum,
hann fekk, kom frá
filmleikstjóranum
Susanne Bier, sum
segði: “Hetta er ikki
nakað tit skulu duga
uttanat. Men tað skal
noyða tykkum at taka
støðu”, sum væl merkir á leið tað
sama, sum tað, formaðurin fyri
kanon-nevndina fyri bókmentir
segði, tá arbeiðið byrjaði
“Við at koma við nøkrum
dømum um nakað, sum vit
halda vera gott, skapa vit eitt
kjak um, hvørt tað nú eisini er
rætt, og hvat tað eru fyri treytir,
metingin byggir á. Tað kjakið
fer í sær sjálvum at hækka
støðið í mátanum, vit umgangast
bókmentir.”
Júst hatta kjakið kundu
føroyskar bókmentir uttan iva
eisini havt brúk fyri ...
Til ber at síggja kanonyvirlitini á
www.dr.dk/kanon
38