fríggjadagur 27. januar 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 – 27. januar 2006
39
Semja eigur at verða
um skipan, sum ber
møguleika fyri fullveldi
í sær, men um henda
semjan skal gerast til
veruleika, so er neyðugt
at semjast um, at
vegurin til fullveldið
ikki skal vera heilt uttan
forðingar. Hetta verður
roknað sum møguleiki
fyri tjóðskaparligari
semju í stjórnar
skipanarmálinum,
men trapputingið
mánakvøldið vísti, at
tað framvegis verður
neyðugt at mýkja
støðuna ikki so lítið,
áðrenn flokkarnir fara
at semjast
TRAPPUTING UM
STJÓRNARSKIPANINA
Jóannes Hansen
Hvørjir møguleikar eru fyri heilt
breiðari politiskari undirtøku
fyri greinunum í nýggju stjórnar
skipaninivið orðingum um
støðuna hjá Føroyum? Ikki minst
tá ið tað ræður um viðurskiftini
við Danmark og yvirhøvur í
altjóða samfelagnum, og hvussu
Føroyar og føroyingar kunnu
vera við til at broyta støðuna.
Hetta var dagsskráin, og
tað var hetta, sum var umrøtt
í lívligum orðaskifti millum
politikarar og fundarluttakarar,
tá ið tað mánakvøldið var skipað
fyri Trapputingi í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Formenninir fyri
teir fýra stóru flokkarnar vóru
bjóðaðir at taka lut í orða
skifti. Frammanundan hevði
Fólkaflokkurin boðað frá, at
teirra formaður fór ikki at møta.
Í staðin ætlaðist Poul Michelsen,
løgtingsmaður og limur í
stjórnarskipanarnevndini at møta.
Hann fekk forfall mánadagin,
tí var einki umboð fyri
Fólkaflokkin við í orðaskiftinum.
Kaj Leo Johannesen, Høgni
Hoydal og Jóannes Eidesgaard
lýstu síni sjónarmið, og einir
40-50 fundarluttakarar vóru
góðir sparringspartnarar. Fleiri
av spurningunum, sum vóru
umrøddir, eru svaraðir í fakta
kassunum, sum standa saman við
hesi greinini.
Hugburðurin var konstruktivur,
og politikararnir royndu at vera
framrættaðir. Men tað tóktist
vera teimum týdningarmikið so
at siga at kálka vøllin og harvið
at undirstrika, hvussu teirra støða
er øðrvísi, enn hon er hjá hinum
flokkunum.
Semjan millum sambands
mannin, tjóðveldismannin og
javnaðarmannin var felags
fatan av, at Føroyar eru land, at
føroyingar eru tjóð, og at evsta
valdið í og yvir Føroyum er
hjá fólkinum, sum býr í hesum
landinum.
Men kortini vóru nátúrligu
avleiðingarnar av semjuni
rættuliga ymiskar hjá teimum
trimum floksformonnunum.
Eingin fær alt
Saman við politikarunum var
Kári á Rógvi. Hann hevur
seinastu nógvu árini fing
ist við grundlógararbeiði
og stjórnarskipanir. Fyrstu
árini var hann skrivari í
grundlógarnevndini. Nú
er hann næstformaður í
stjórnarskipanarnevndini. Kári
skrivar í løtuni Ph. D. á lærda
háskúlanum í Reykjavík um
grundlógir og stjórnarskipanir.
Kári hevði onga framløgu
mánakvøldið. Men hann luttók
í orðaskiftinum, og hann
gav eitt nú til kennar, hvussu
hann heldur, at politikararnir
eiga at finna saman um
tjóðskaparligu semjuna í
stjórnarskipanararbeiðnum.
– Í politikki er tað soleiðis,
at eingin skal rokna við at
fáa alt. Loysingarmenn og
sambandsmenn mugu finna
saman um eina loysn, sum
teir vita, at føroyingar kenna
seg tryggar við. Málið eigur
at vera, at nevndin semist um
eina stjórnarskipan, sum loysir
verandi stýrisskipan av og verður
samtykt eftir broytingarreglunum
í galdandi stýrisskipanarlóg
og eisini á fólkaatkvøðu. Í upp
skotinum um nýggja stjórnar
skipan er mannagongd uppskotin,
sum leggur upp til, at møgulig
broyting í ríkisrættarligu
viðurskiftunum hjá Føroyum
skulu samtykkjast á serligan
hátt. Tilmælið er, at sovornar
broytingar skulu samtykkjast
í Løgtinginum við vanligum
meiriluta, síðani á fólkaatkvøðu
við vanligum meiriluta. Millum
hesar báðar samtyktirnar – í
Løgtinginum og á fólkaatkvøðu
– eigur at vera umhugsunartíð
upp á eitt ár, segði Kári á Rógvi.
Umvæla
Kaj Leo Johannesen segði seg
síggja arbeiðið við stjórnar
skipanini sum møguleiki at
umvæla stýrisskipanarlógina,
sum nú er meiri enn tíggju
ára gomul. Royndirnar eiga at
bera við sær góðar fyritreytir
fyri skilagóðari innrætting
av stýrisskipanarlógini. Sam
bandsflokkurin sær ikki
hesa lógina sum grundlóg.
Sambandsflokkurin staðfestir,
at Føroyar eru undir donsku
grundlógini, og at tað framvegis
ikki er undirtøka millum før
oysku veljararnar at Føroyar
skulu hava sína egnu grundlóg.
Sambandsflokkurin hevur
einki ímóti, at tað í arbeiðnum
verður umrøtt og ásett, hvussu
mannagongdirnar móti full
veldinum skulu vera. Eingin skal
tó ivast í, at Sambandsflokkurin
ikki fer at arbeiða fyri, at
Føroyøar skulu gerast fullveldi
og harvið, at stjórnarskipanin
ella stýrisskipanarlógin skal
verða grundlóg. Ríkisfelags
Tað er neyðugt at
allir partar lora
Tey skjøl ella siðvenjur, ið áseta, hvørjir stovnar,
hvørjar mannagongdir og hvørji rættindi skulu
vera í politiskari skipan kunnu sigast at vera
stjórnarskipanir.
Í Føroyum hava vit stýrisskipanarlógina. Hon
kom í 1994 í staðin fyri stýrisskipanarlógina
og lóg um umboðsvald Føroya frá 1948. Undir
krígnum høvdu vit fyribils stýrisskipan, og
áðrenn kríggið var sonevnda løgtingslógin
(samtykt á fólkatingi) stýrisskipan. Løgtingið
er stovnað í 800-árinum (ella fyrr) og varð
upprunaliga helst skipað eftir siðvenju ella
stuttum viðtøkum.
Føroyar hava sostatt altíð havt stjórnarskipan,
men ikki nakað einstakt fullfíggjað
stjórnarskipanarligt skjal.
Stýrisskipanarlógin lýsir týðandi stovnar, vald
og mannagongdir teirra. Stýrisskipanarlógin er
‘grundlóg’ Føroya í yvirtiknum málum.
Føroyar eru knýttar at danska ríkinum við síni
grundlóg, og onkustaðni ímillum grundlóg og
stýrisskipanarlóg er heimastýrisskipanin lýst í
heimastýrislógini og øðrum skjølum, ið samtykt
eru bæði á løgtingi og á fólkatingi. Harumframt
hava vit samtykt at gera eftir europeiska
mannarættingarsáttmálanum (EMRS), ið eisini
hevur dám av stjórnarskipan.
Flestu fólk í heiminum liva undir fleiri
stjórnarskipanum ella grundlógum í senn.
Býrt tú í býnum Flensburg, so ert bæði undir
‘forfatningini’ hjá landinum Schleswig-Holstein,
‘grundlógini’ hjá Týska Samveldinum, og undir
‘stjórnarskipanini’ (ásett í sáttmála) hjá ES,
umframt EMRS.
Summastaðni brúka tey ymisk orð um ymsu
skjølini, meðan aðrastaðni brúka tey sama
orðið. Til dømis eita stjórnarskipanarskjølini
hjá amerikansku statunum ‘Constitution,’ ið
er sama orðið sum samveldið brúkar um sítt
grundlógarskjal.
Í samveldum er ofta álagt dómstólunum
at døma um stríð kemur í ímillum ymsu
skipanirnar. Danmark er júst dømt fyri ikki
at hava fylgt EMRS og má tí broyta sína lóg.
Føroyar og Danmark avráddu í 1948 at serligur
stovnur við umboðum fyri londini bæði og við
dómarum úr hægstarætti skuldi døma, um stríð
gjørdist um okkara samveldisskipan. Henda
áseting í heimastýrislógini er ongantíð vorðin
brúkt, helst bæði tí at danir hava givið seg í
mongum málum, men eisini tí skrivstovan hjá
løgtinginum steðgar uppskotum, ið møguliga
– møguliga ikki – kundu havt ført til donsk
mótmæli og sloppið at staðið sína roynd í
hesum stovni.
HVAT ER STJÓRNARSKIPAN?
Framhald á næstu síðu