Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 – 27. januar 2006 40 skapurin er góður fyri Føroyar, og tað er eisini gott fyri Føroyar, at stýrisskipanarlógin verður umvæld. Vanliga siga vit, at tá vit inrætta aðru ferð, eydnast tað best. – Gongdin seinastu árini kundi borið boð um, at tað ikki verður so torført at finna tjóðskaparliga semju í stýrisskipanarlógini, sum tað t. d. kann gerast í spurn­ ingum, ið hava við persónlig rættindi og tilfeingi at gera, helt Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. (Sí eisini viðmerkingar hjá Kaj Leo Johannesen). Fólkið skal byggja nýtt Høgni Hoydal segði seg vera samdan við sambandsformannin í, at broytingarnar, sum skulu gerast, skulu vera sambært fólka­viljan. Men meðan Kaj Leo Johannesen fokuseraði upp á broytingar og tillagingar í stýrisskipanarlógini, sum hann ikki metir, at fólkið er sinnað so at siga at taka burtur fyri at broyta ríkisrættarligu støðuna, so er sjónarmiðið hjá tjóðveldisformanninum, at høvið skal nýtast til víðgongdar broytingar: ein óskrivað søga, ein orðaleys røða, um fólkið her livdi, skapaði tjóð. (Christian Matras). Tað er hesa óskrivaðu søgu, hesa orðaleysu røðu, um fólkið her livir og skapar tjóð – sum grundlógararbeiðið snýr seg um. At skriva tað óskrivaða – at orða tað orðaleysa – um okkara virðir, rættindi og skyldur. Sum tjóð, sum einstaklingar og sum heimsborgarar. Við okkara egnu grundlóg skal fólkið fáa rødd, taka støðu til grundleggjandi virðini í okkara samfelag, lógirnar, rættin og valdið. Tað snýr seg sostatt rætt og slætt um fólkaræði. Veruligt fólkaræði, sum ongantíð hevur verið sett í verk í Føroyum, segði Høgni Hoydal, og hann helt fram: – Føroya fólk er bert einaferð spurt um okkara politisku rættindi sum fólk og okkara stjórnarskipan – júst fyri 60 árum síðani. Tá segði fólkið nei til eina heimastýrisskipan og valdi, at vit sjálvsagt hava somu rættindi sum aðrar tjóðir í heiminum. Men fólka­ ræðið varð ikki sett í verk. Politisku flokkarnir og danskir myndugleikar gjørdu ístaðin av, at vit skuldu virka eftir heimastýrisskipan, sum fólkið júst hevði vrakað og grundlóg, sum vit ikki sjálvi hava valt. Higartil hava politisku flokk­ arnir sett mørk fyri og skert valdið hjá fólkinum. Við at samtykkja egna grundlóg skal fólkið seta mørk fyri valdinum hjá politisku flokkunum og mynd­ ugleikunum, var boðskapurin hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum.Høgni Hoydal mælti fólki til at lesa álitini frá grundlógarnevndini og taka av tí gylta møguleika hjá fólki í dag at ávirka føroysku grundlógartilgongdina. (sí eisini viðmerkingar frá Høgna Hoydal). Avgera sjálvir Jóannes Eidesgaard segði seg hava verið við í grund­lógar­ arbeiðnum síðani sjøtul í februar 1999 varð settur á arbeiðið. – Grundlógararbeiðið, sum nú er vorðið stjórnar­skipanar­ arbeiðið, er tað gagnliga úr­slit­ ið, sum liggur eftir fullveldis­ landsstýrið, segði løgmaður í fyrsta innlegginum. Seinni á fundinum staðfesti hann eisini, at tað í spurninginum viðvíkjandi ábyrgd fyri egnum landi hevði verið stórur dynamikkur seinnu árini. Sitandi samgonga ætlar at yvirtaka fólkakirkjuna í 2007. Løgmaður metti, at tað hevði verið óhugsandi, at Sam­ bandsflokkurin skuldi verið partur av sovornari yvirtøku fyri tíggju árum síðani. – Tjóðskaparliga semjan snýr seg um, at vit semjast um mannagongd, sum millum annað kann nýtast til fullveldistøku. Yvirøkulógin, uttanríkispolitiska heimildarlógin og Fámjins skjali eru amboð, sum geva føroyinum heimild at flyta seg at fullveldistøkuni. Takið hjá politikarunum er nú at semjast um orðingar fyri mannagongdum í stýrisskipanarlógini, sum kunnu nýtast, um ella tá ið føroyski viljin verður at taka fullveldi. Tað er týdningarmikið, at vit semjast um hetta, sum eg síggi at vera fólksins sak. Politisku ósemjurnar fara síðani at snúgva seg um ferðina í prosessini. Takið nú er at fáa flokkarnar at semjast um mannagongdirnar. Tað vil eitt nú siga, um fleiri løgting skulu taka somu avgerð og hvussu tað skal vera við fólkaatkvøðum, segði løgmaður, sum ikki segði seg ivast í, at gongdin við at føroyingar taka alt størri ábyrgd fyri egnum landi, fer at halda fram. (Sí eisini viðmerkingar frá Jóannes Eidesgaard) Formansskapurin í stjórnar­skipanarnevndini (fyrr grund­lógarnevndini) hevur mælt til, at vit staðfesta í føroyskari stjórnarskipan: at føroyingar eru fólk og tjóð at Føroyar eru land við egnari stjórnarskipan, virðum og rættindum at Føroyar og føroyingar hava ósløkkjandi rætt til sjálvræði at Føroyar eru í sátt­mála­kend­um samveldi, ið vit bæði kunnu broyta og fara úr at mannagong skal samtykkjast fyri týðandi ríkisrættarligum broytingum, um tað er at fara úr verandi støðu ella fara inn í onnur samveldi, áðrenn sum aftaná fullveldi. Um hetta eru ásetingar í upp­skotinum um stjórnarskipan, sum fólk vónandi fara at gera viðmerkingar til. Stjórnarskipanin hevur eisini ásetingar um stýrisskipanina og kemur tí í staðin fyri stýris­skipanarlógina. Stjórnarskipanarnevndin skal gera sítt tilmæli liðugt í ár. Síðani fer uppskotið fyri løgtingið, og verður tað sam­tykt bæði á hesum tinginum og eftir næsta val, verður tað síðani lagt fyri fólkaatkvøðu. Men fyrr fólk gera vart við seg, fyrr fáa tey ávirkan. TJÓÐSKAPARLIGA SEMJAN Framhald av síðu 39 Við yvirtøkulógini hava vit amboðið at flyta okkum til ytsta skalið í ríkisfelagsskapinum, ynskja vit tað. Við nýggju stjórnar­ skipanini fáa vit harumframt eitt amboð, sum eisini kann nýtast, um hetta seinasta skalið skal brótast, um vit einaferð velja at fara úr ríkisfelagsskapinum. Jóannes Eidesgaard, løgmaður Grundlóg merkir grundarlag. Grundarlagið undir samfelag­ num. Grundin, sum húsið verður bygt á. Við lóg skal land byggjast. Stjórnarskipanarlógin ella hin føroyska grundlógin, sum í løtuni verður smíðað, verður grundarlagið undir føroyska samfelagnum – sum tað er í dag, og sum vit vilja tað skal verða í framtíðini. Stjórnarskipanarlógin verður evsta rættarkeldan í okkara landi. Lógin, ið allar aðrar lógir skulu byggja á og skulu vera í samsvari við. Eins og aðrar grundleggjandi lógir kemur okkara at staðfesta valdsbýtið hjá myndugleikunum – stjórn, ting og dómstólum. Hon kemur eisini at áseta frælsisrættindini hjá einstaka borgaranum – eitt nú talufrælsið, persónligt frælsi og almenn rættindi. Hví eina føroyska stjórnarskipan? Men hví vilja vit hava eina nýggja stjórnarskipan, tá hendan samgonga ikki hevur sum mál at skipa fullveldi? Hóast partur av ríkisfelags­ skapi við Danmark, erneyvan nakar, ið ivast í, at vit eru eitt fólk, sum býr í landinum Føroyum. Tí tørvar okkum eisini eina stjórnarskipan, sum er okkara egna, og sum staðfestir, hvørji vit eru, og hvussu vit vilja skipa okkara samfelag – sjálvstøðugt ella í felagsskapi við onnur lond. Tá vit hava fingið eitt haldgott grundarlag, eitt fundament, at byggja okkara land á, tørvar okkum ikki longur umaftur og umaftur at kjakast um, hvat vit kunnu, og hvat vit ikki kunnu, orsakað av ríkisrættarligu støðuni. Tað ber væl til at hava okkara egnu stjórnarskipan, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi. Vit hava longu í dag galdandi stýriskipanarlóg, sum er eitt slag av grundlóg. Bert er hon ikki nóg nágreinilig og fullfíggjað. Eitt nú sigur verandi stýriskipanarlóg ikki nakað um, hvussu vit gera tann dag, vit ynskja at siga upp ríkisfelagsskapin við Danmark. Hetta kemur nýggja stjórnarskipanin at gera. Okkara mál Síðandi eg fyri tveimum árum síðani tók við sum løgmaður, havi eg miðvíst arbeitt eftir einum av stóru málunum hjá hesum landsstýrinum – at gera sjálvstýrismálið til okkara egna mál burtur av. Tað skal ikki vera ein spurningur um, hvat danir vilja, men hvat vit vilja, og nær vit vilja. Við yvirtøkulógini og nýggju uttanríkislógini kunnu vit flyta okkum til hitt ytsta skalið í ríkisfelagsskapinum. Stjórnarskipanin verður seinasti varðin á leiðini at taka fulla ábyrgd av sjálvstýrismálinum. Og vil føroyska fólkið einaferð útum ytsta skalið og skipa landið sum sjálvstøðuga tjóð, so hava vit tá eina stjórnarskipan, sum staðfestir, hvussu hetta skal gerast. Tjóðarsemja Arbeiðið við stjórnarskipanini setti undanfarna samgonga í gongd. Stjórnarskipanarlógin er og má vera, ein lóg, sum sameinir alt fólkið. Tað er tí avgerandi neyðugt, at andstøða og samgonga her taka tøkini saman, so breiðast møgulig undirtøka verður fyri hesi grundleggjandi lóg. Í virðing fyri hesi aðallóg mugu vit hevja okkum uppum vanligu politisku ósemjurnar, tí hetta er eitt mál, vit øll vilja røkka. Stjórnarskipanarnevndin, sum nevndin nú eitur, hevur hesi árini gjørt eitt sera drúgvt og umfatandi arbeiði og kom flaggdagin 2004 við síni fyrstu skitsu av einari komandi stjórnarskipanarlóg. Eg fegnist veruliga um, at ferð nú aftur er komin á arbeiðið hjá nevndini, sum í løtuni er farin undir at kunna um og fáa fólkið við í arbeiðið at smíða hesa lóg. Eg vóni, at so nógvir borgarar sum gjørligt nýta møguleikan at geva sítt íkast. Formaðurin í nevndini segði tað so væl í flaggdagsálitinum: “ Nú ræður ikki um at hvessa klórnar”. Tað er í slíkum tíðum, at rættir politikarar koma til arbeiðis. Stjórnarskipan Føroya