fríggjadagur 27. januar 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 – 27. januar 2006
41
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins
Grundlóg Føroya skal staðfesta,
at Føroya fólk hevur evsta valdið
í Føroyum, áseta, hvussu vit
skipa veruligt fólkaræði við
somu rættindum og skyldum,
og treytir fyri tí valdinum hjá
umboðum okkum – bæði her
heima og í altjóða samfelagnum.
ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða,
um fólkið her livdi, skapaði tjóð.
(Christian Matras).
Tað er hesa óskrivaðu søgu,
hesa orðaleysu røðu, um fólkið
her livir og skapar tjóð – sum
grundlógararbeiðið snýr seg
um. At skriva tað óskrivaða – at
orða tað orðaleysa – um okkara
virðir, rættindi og skyldur. Sum
tjóð, sum einstaklingar og sum
heimsborgarar.
Við okkara egnu grundlóg skal
fólkið fáa rødd, taka støðu til
grundleggjandi virðini í okkara
samfelag, lógirnar, rættin og
valdið. Tað snýr seg sostatt rætt
og slætt um fólkaræði. Veruligt
fólkaræði, sum ongantíð hevur
verið sett í verk í Føroyum.
Fólkið skal seta mørkini fyri
politiska valdið – ikki øvut!
Føroya fólk er bert einaferð
spurt um okkara politisku
rættindi sum fólk og okkara
stjórnarskipan – júst fyri 60
árum síðani. Tá segði fólkið
nei til eina heimastýrisskipan
og valdi, at vit sjálvsagt hava
somu rættindi sum aðrar
tjóðir í heiminum. Men
fólkaræðið varð ikki sett í verk.
Politisku flokkarnir og danskir
myndugleikar gjørdu ístaðin
av, at vit skuldu virka eftir
heimastýrisskipan, sum fólkið
júst hevði vrakað og grundlóg,
sum vit ikki sjálvi hava valt.
Higartil hava politisku
flokkarnir sett mørk fyri og
skert valdið hjá fólkinum. Við at
samtykkja egna grundlóg skal
fólkið seta mørk fyri valdinum
hjá politisku flokkunum og
myndugleikunum.
Tað er ótrúligur framíhjárættur
hjá okkum at skipa samfelagið
í eitt veruligt fólkaræði. Vit
hava allar møguleikar at skipa
okkum í nútímans samfelag
og sum javnbjóðis part í heims
samfelagnum.
Okkara serfrøðingar og fram
herjar í grundlógararbeiðinum
hava higartil gjørt eitt framúr
arbeiði – og hava lýst tættir,
hugsanir, virðir og gjørt uppskot.
Eg mæli øllum til at lesa tær
frálíku greinir í álitunum frá
grundlógarnevndini. Her eru
viðgjørt um rættin til tilfeingið,
og hvussu vit rættvíst umsita tað;
føroyska rættarskipan; persónlig
rættindi, javnstøðu, rættin
til útbúgving og arbeiði; og
fólkaatkvøður um týðandi mál.
Fólkaræði er nógv meira
enn partapolitikkur
Men onki av hesum fær
veruligan týdning, um fólk
ikki sleppa at viðgera hesar
spurningar og taka støðu.
Uppskotið at skipa fólkavalt
grundlógarráð at halda “várting”
kring landið, har øll kundu vera
við, fall tíverri á tingi.
Vit eiga støðugt at leggja
dentin á, at grundlógararbeiðið
ikki gerst nýtt partapolitiskt
parkeringspláss, har aftur
politisku flokkarnir sita og tosa
um sítt egna vald og býta tað
sínamillum. Vit kunnu neyvan
gerast ósamd um, at Føroya
fólk skal hava evsta vald í
Føroyum, og at ongin politiskur
flokkur ella myndugleiki kann
leggja avgerðarrættin burtur
frá føroyska fólkinum, um ikki
fólkið hevur góðkent tað. Tí er
grundlógararbeiðið gylt høvi at
gera upp við alt tað, sum higartil
er hent í føroyskum stjórnmálum
í beinleiðis andsøgn til veruligt
fólkaræði.
Kaj Leo Johannesen, formaður
Sambandsfloksins
Royndirnar frá valskeiðinum
1998-2002 hava víst, at tað er
neyðugt við breiðum meiriluta
á Løgtingi, um vit vilja broyta
týðandi politisk mál, og at tað
somuleiðis er neyðugt at hava
fólkið við.
Eitt stórmál sum hevði
stóran týdning fyri Fullveldis
samgonguna var setanin av
grundlógarnevnd, sum hevði
til uppgávu at gera eina nýggja
grundlóg fyri Føroyar, í sam
bandi við at Føroyar skuldu
skipast sum fullveldi. Ella sagt
á annan hátt: At fáa føroyingum
evsta vald, hvat tað so merkir í
dagsins samfelag.
Húsabygging
Vanliga verður sagt um sethúsa
bygging, at tá bygt verður
aðru ferð, er innrættingin
best. So vit kunnu siga at
Sambandsflokkurin sær
Stýrisskipanarlógina frá 1994
sum tað fyrstu innrættingina
í nýggjari tíð, og at vit við
Nýggju Stjórnarskipanarlógini
skulu umvæla, og endurnýggja
húsini frá 94. Og sjálvandi,
sum eitt tað týdningarmesta
fyri Sambandsflokkin, skulu
verða ásetingar um greiðar
mannagongdir fyri, hvussu
føroyingar kunnu gera brúk av
okkara ”sjálvsavgerðarrætti
sambært altjóðarætti”. Tað
skal hvørki verða lættari ella
torførari at gera broytingar í
stjórnarskipanarlógini, enn tað
var at seta hana í gildi.
Men tað sum Sambands
flokkurin sjálvandi framvegis
hevur ringt við at skilja, er at
fullveldissamgongan sum hevði
meiriluta flokspolitiskt, ikki
vísti seg at hava meiriluta í
tingmannatali, tá herjast skuldi á
múrarnar í ríkisfelagsskapinum.
Men tað undarliga hendi, at
sambandshugsjónin ella
tjóðskaparhugsjónin innanfyri
samgonguna, steðgaði full
veldisstríðnum og punkteraði
fullveldisætlanina. Hetta vísti
bert enn einaferð, at vit hava
skyldu at fáa eina breiða
semju, tá talan er um okkara
framtíðarstøðu.
Nýggja grundlóg
Sambandsflokkurin vildi ikki
taka undir við at gera nýggja
grundlóg, tí vit hava longu eina
grundlóg. Men tá so Løgtingi
við meiriluta hevði samtykt at
seta grundlógarnevnd, so kundi
og vildi flokkurin ikki mótmæla
einari demokratiskari tilgongd.
Tekur støði í fólksins vilja
Arbeiðið í grundlógarnevndini
skal skipast av nýggjum.
Uppgávan er at gera eina
stjórnarskipanarlóg, sum
eisini inniheldur ásetingar
um mannarættindi og onnur
rættindi. Umframt at lýsa verandi
ríkisrættarligu støðu, skal lógin
innihalda greiðar mannagongdir
fyri, hvussu farast skal fram, um
ríkisrættarliga støðan verður
broytt.
Tann nýggja stjórnarskipanin,
sum vit politikarar saman við
serfrøðingum sita og arbeiða
við, tekur støði í fólksins vilja og
ikki viljanum hjá flokkunum. Vit
mugu ongantíð sum politikarar
ræðast at lata fólkið tala.
Rætt og slætt fólkaræði
Stjórnarskipanarlógin
Frá Trapputinginum í Miðlahúsinum mánakvøldið.
F.v. Jóannes Hansen, orðstýrari, Kári á Rógvi, Kaj Leo Johannesen,
formaður Sambandsfloksins, og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðar
floksins
Mynd: Jan Müller