hósdagur 3. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
Sosialurin - 311820
PUMA
Barnaskógvar
fyrr upp til 399.-
NÚ 150.-
ÚTSØLAN HELDUR FRAM
ÚTSØLAN HELDUR FRAM
ÍTRÓTTUR • SMS • Tel. 31 51 77
Eisini hava vit ymiskar fótbóltskógvar sum eru nógv niðursettir
og onnur góð tilboð
ÚTSØLAN HELDUR FRAM
PUMA Innandura
fótbóltskógvar
fyrr 499.-
NÚ 299.-
NIKE Air Perseus
Renniskógvar
fyrr 649.-
NÚ 299.-
NIKE Cross
Training skógvar
fyrr 549.-
NÚ 299.-
NIKE Air Kimbia
Renniskógvar
fyrr 899.-
NÚ 349.-
ADIDAS Drakt,
til vaksin
fyrr 699.-
NÚ 399.-
PUMA Jogging-
sett til vaksin
fyrr 499.-
NÚ 200.-
ADIDAS Jakkar
til børn
fyrr 699.-
NÚ 299.-
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Avdúkandi
fimmari
FIMMARIN í útvarpinum mikudagin var
bæði avúkandi og óhugnaligur. Mangur
lurtari mundi gerast púrasta paff, tá ein
skitin skola fyri og onnur eftir regnaði niður
yvir formannin í Búskaparráðnum, Bjarna
Olsen. Líka mikið hvørja meining tú hevur
um hetta málið viðvíkjandi fiskidøgunum,
so er tað burturvið at niðurgera formannin
í Búskaparráðnum, soleiðis sum bæði
fiskimálaráðharrin og vinnulívsmenn
gjørdu í fimmarasendingini mikudagin. Tað
sømdi seg ikki einum fiskimálaráðharra
at tosa sum hann gjørdi. Hann gjørdi sær
sjálvum eina bjarnatænastu við at van-
virða hetta høga embæti. Soleiðis tosar
og argumentar ein fiskimálaráðharri ikki í
ár 2000.
AT EIN TINGMAÐUR ger tað, er nakað
annað. At formaðurin í Reiðarafelagnum
sáar iva um trúvirði ráðsins við at tosa
um bílagt uppskot var eisini undir alt
lágmark. At vinnulívsmaðurin Bjarti Mohr
fer í „hernað“ móti formanninum í Búskap-
aráðnum er so upp til hansara, hóast tað
uttan iva eru mong, sum hava stúrsað
við av hansara úttalilsunum.
VIT skulu hesaferð lata støðutakan til
sjálvt uppskotið liggja, tó at vit meta tað
vera rætt at taka hetta málið upp til end-
urskoðan, nú tað nettup í hesum døgum
verður tosað um ognarrættin til tilfeingi í
undirgrundini eisini. Tað átti ikki at verið
munur á hesum. Tað er meira tað prinsip-
iella í málinum vit her vilja nema við. Hvat
er uppgávan hjá Búskaparráðnum? Eftir
tí vit hava skilt, er hon at geva objektiv
tilmæli um mál, sum hava týdning fyri
samfelagsgongdina - óheft av tí politiska
valdinum.
BÚSKAPARRÁÐIÐ skal ikki lata seg
ávirka av tí politiska „trendinum“, sum er
her og nú. Og tá ein meiriluti í ráðnum
kemur við einum slíkum tilmæli sum tí
umrødda, so botnar tað væl í, at hann
metir hetta vera tað skilabesta og mest
rætta fyri alt Føroya fólk. Tað hevur alla
tíðina verið stavnhaldið hjá Búskaparráð-
num at koma við tilmælum, ið miðja móti
at fáa hetta samfelagið at bera seg. Tvs.
at fáa fiskivinnuna at geva yvirskot. Hetta
tilmæli eigur helst eisini at síggjast í hes-
um ljósi. Fimmarin var til lítlan sóma fyri
fiskimálaráðharran, tá hesin rør uppund-
ir, at Ráðið skal taka hædd fyri tí politikki,
sum núverandi landsstýrið rekur, ja at
politikararnir skulu kunna brúka hetta ann-
ars fakliga, kompetenta og óhefta ráð til
egið gagn.
Stór synd í suðuroyingum
at fingið oljuvinnuna
–Tá hevði oljan verður uppi, fer Suðuroyggin at liggja steindeyð, sigur formaðurin í
sjálvstýrisflokkinum
ÁKI BERTHOLDSEN
– Vit hava sæð tað í øðrum
økjum, sum ein einstøk vinna
hevur pumpað upp:
– Tá ið tann vinnan heldur
uppat, eru hesi økini stein-
deyð.
Og hesa lagnu vildi sjálv-
stýrisflokkurin ikki skuldi
koma yvir Suðuroynna.
Flokkurin heldur, at tað
hevði verið so synd í Suð-
uroyingum at fingið oljuna,
at hann vil ikki uppá nakran
máta lóggeva um, at olju-
vinnan skal vera í Suður-
oynni.
Men sjálvstýrisflokkurin
var ikki einsamallur um at
nokta fyri at áleggja oljufel-
øgunum, hvaðani tey skulu
reka sítt virksemi.
Tí tá ið uppskotið frá javn-
aðarflokkinum um at leggja
oljuhavnina í Suðuroy, kom
til atkvøðugreiðslu, fall tað,
tí bara 11 tingmenn atkvøður
fyri, ein var blonk og 19 at-
kvøddu ímóti
Tá ið málið var til viðgerð-
ar í tinginum í gjár, segði
framsøgumaðurin hjá sjálv-
stýrisflokkinum, Sámal Petur
í Grund, at tað var heilt burt-
urvið at taka undir við
uppskotinum hjá javnaðar-
flokkinum um oljufeløgini
skulu reka virksemið sítt út-
frá Suðuroynni.
Hann vísti, at ein samd
vinnunevnd hevði júst víst á
vandan fyri at samfelagið
bleiv kollrent av oljuvinnuni.
– At lóggeva eina olju-
vinnu, sum kann kollrenna
altsamfelagið, út á eitt øki,
er heilt burturvið.
Tí kann oljuvinnan koll-
renna samfelagið, kann tað í
nógv størri mun kollrenna
eina oyggj. og einaferð skal
tað eisini takast upp aftaná
oljuvinnuna og tá fer Suð-
uroyggin at liggja í anda-
leypi.
Hann segði, at vit hava sæð
tað fyrr í økjum, sum ein
einsamøll vinna hevur pump-
að upp.
– Tá ið tann vinnan er uppi,
fara hesi økini at liggja stein-
deyð, tí tað fer Suðuroyggin
eisini at gera aftaná oljuvinn-
una.
Og so spurdi hann, hvat
hevði hent, um uppskotið
fellur. Hevur tingið so sam-
tykt, at oljuvinnan ikki skal
verða í Suðuroynni?, spurdi
hann.
Henrik Old helt, at mangt
var í neyðini nýtt og hann helt
at tað var gott gjørt av Gamla
Sjálvstýrinum at vera so
framskygd, at teir longu nú
dugdu at meta um trupul-
leikar, sum kanska fóru at
taka seg upp um 30, 50 ella
kanska 100 ár.
Men tað álit hevði Henrik
Old á okkara eftirkomarum,
at kemur tað hartil, at trup-
ulleikar av hesum slagnum
fara teir eisini at megna at
loysa.
Men hann helt, at tað var
nyttuleyst at próvføra fyri
einum flokki, sum var komin
til tað niðurstøðu, at vandin
var størstur tá ið oljan var
uppi.
Jóannes Eidesgaard helt
tað hava týdning, at vit so
tíðliga sum gjørligt vístu á
eitt øki, har oljuvinnan skuldi
savnast.
Annars ivaðist hann ikki í,
at Sámal Petur í Grund hevði
misskilt, hvat ein útgerðar-
støð var.
Ein útgerðarstøð í Suður-
oynni merkir ikki, at vinnan
aðrastaðni ikki eisini fær ov
mikið at gera.
– Tað merkir bara, at tað,
sum skal út á ein pall og tað,
sum kemur av pallinum aftur,
skal um eina útgerðarhavn.
Annars helt formaður javn-
aðarfloksins, at tað var týdn-
ingarleyst at tosa um, hvat
hendi í Suðuroynni, tá ið olj-
an einaferð verður uppi.
– Kemur onki virksemið
har suðuri, doyr Suðuroygg-
in úr frammanundan.
Annars vísti hann á, at
spurningurin um framtíðina
hjá útjaðaranum var eitt
landspolitiskt mál.
Tað munnu aðrir enn javn-
aðarflokkurin halda, tí ting-
menn úr øllum flokkum vóru
uppi í útjaðarasamgonguni,
sum Jógvan við Keldu tók
stig til, segði Jóannes Eides-
gaard.
Sámal Petur í Grund: Eg
skilji ikki, hvussu tað kann
vera landspolitiskt at lógeva
alla oljuvinnu í eitt stað í Før-
oyum. Høvdu tey sagt sum
var, at talan var um eitt lok-
almál, so var tað tað, tað var.
Men at lóggeva oljuvinn-
una burturfrá øllum hinum
útjaðaranum, til Suðuroynna,
hevði verið til óbótaligan
skaða fyri samfelagið, og
eisini fyri Suðuroynna, tí hon
hevði komið at ligið stein-
deyð aftaná.
Heini O. Heinesen: Verð-
ur tað so vandamikið fyri
Suðuroynna at fáa oljuvinn-
una, sum Sámal Petur í
Grund heldur, hvussu verður
so vorðið í miðstaðarøkinum,
tá ið oljuvinnan hevur ruddað
alt annað virksemið burtur
har.
– Tá verða tað ikki nógvar
skipaumvælingar á Tórs-
havnar Skipasmiðju, tí olju-
vinnan hevur tað við sær at
troka aðra vinnu burtur. Tað
er ógvuliga hóskandi at
leggja eina oljuhavn í Suð-
uroynni.
– Tað er fullkomiliga mis-
skilt, at vinnur aðrastaðni ikki
sleppa at veita tænastur til
oljuvinnuna, fyri tað, um hon
verður í Suðuroynni, tí tað
sleppa tær.
Sámal Petur í Grund: Nú
hevur ein flokkur tikið seg
burturúr teirri felags semju,
sum hevur verið, at oljuvinn-
an skal koma øllum landi-
num til góðar.
– Men eftir uppskotinum
hjá javnaðarflokkinum er
ongin ivi um, at oljuvirk-
semið skal leggjast í Suð-
uroynni og tað er ikki í sam-
svari við støðuna hjá ting-
inum higartil
– Vit mugu ansa eftir, at
vit ikki leggja fótonglar í veg-
in fyri oljuvinnuna, so at hon
ikki fer arbeitt mest skyn-
samiliga og tað er ein samd
samgonga sum vil, at olju-
vinnan skal koma øllum
landinum til góðar og tað
hevur andstøðan verið samd
í - líka inntil nú.
Og hann skilti ikki, hvussu
tingmenn úr øðrum valdøm-
um kundu fáa seg til at lóg-
geva oljuvinnuna burtur sín-
um egna valdømi.
Henrik Old: Tað er ikki ó-
vanligt aðrastaðni, at polit-
ikarar seta oljuvinnuni.
Og at tingmenn úr øðrum
valdømum skulu fáa trup-
ulleikar av hesum, trúgvi eg
onki uppá, tí teir síggja, at
hetta er eitt neyðugt stig at
taka.
Dan R. Petersen: Eg síggi
Suðuroynna sum ein part av
Føroyum, og at rætta hana
uppaftur, er ein líka stóra
uppgáva hjá mær, sum ein
suðuroyartingmaður. Hetta er
ein landsuppgáva.
Jóannes
Eidesgaard:
Hetta er aftur eitt dømi um,
at tingið krýpur undan, tá ið
eitt mál verður ov heitt, sum
t.d. tá ið tað skal atkvøðast
til frama fyri.
Hergeir Nielsen: Eg havi
ávara javnaðarflokkin ímóti
at leggja eitt uppskot, sum
hetta, fram.
– Men, hvat hendir, um
løgtingið fellur uppskotið um
at leggja útgerðarhavn í Suð-
uroy. So er Suðuroy einasta
pláss í landinum, at løgtingið
hevur tikið støðu til, at ein
útgerðarstøð ikki skal vera.
Tað er álvarsamt, tí tá kann
kann ongin áleggja landsstýr-
ismanninum, hvat hann skal
hugsa og eg vóni, at javn-
aðarflokkurin tekur fulla á-
byrgd av málinum um tað
fellur.
Jenis av Rana: Tað kann ikki
fara afturvið borðinum, sum
Sámal Grund førir fram.
Hetta snýr seg um at byggja
Suðuroynna upp og at grund-
festa hana við til at hava
livilíkindi framyvir.
Hetta snýr seg eisini um at
taka eitt øki fyri og annað
eftir og tryggja tí livilíkindi
framyvir, og nú er tørnið
komið til Suðuroynna.
Óli Breckmann: Fellur
hetta uppskotið, merkir tað
kanska, at Suðuroyggin verð-
ur vald frá, tá ið oljuvinnan
skal leggjast til rættis. Hann
segði eisini, at hann hevði
ikki vænta, at tingmenn úr
einum parti í landinum skuldi
offra sítt vældømi til frama
fyri eitt annað.
Teir, sum atkvøddu fyri
uppskotinum at at leggja
oljuhavn í Suðuroy, vóru allir
tinglimirnir úr javnaðar-
flokkinum, umframt Hergeir
Nielsen og Heini O. heinesen
úr
Tjóðveldisflokkinum.
Fólkafloksmaðuri
Eyðun
Viderø atkvøddi blankt og øll
hini atkvøddi ímóti.
Allir teir nógvu áhoyrararnir í tinginum mikudagin hoyrdu Sámal Petur í Grund siga, at
hann hevði ikki hjartað til at leggja oljuvinnuna í Suðuroynni, tí tað hevði forkomið
Suðuroynni, segði hann.
– Vit høvdu fingið váttan frá Hergeir Nielsen fyri, at tjóðveldisflokkurin hevur einmælt samtykt, at
oljuhavn skuldi verða í Suðuroynni, sigur Rógvi Thomsen
ÁKI BERTHOLDSEN
– Er mín illgruni rættur, er
Hergeir Nielsen ikki skikk-
aður at sita á tingi.
Tað var ein rættiliga bar-
sagdur næstformaður í Suð-
uroyar Oljuvinnuráðið, sum
vit høvdu í telefonini í gjár-
amorgunin.
Formaðurin í ráðnum, Vi-
berg Sørensen, var ikki at
hitta. Men næstformaðurin,
Rógvi Thomsen, er bæði
vónbrotin, og ørkymlaður
av tí, sum fór fram í løg-
tinginm mikudagin, tá ið
uppskotið frá javnaðar-
flokkinum um at áleggja
oljufeløgunum at hava út-
gerðarstøð í Suðuroynni
varð felt.
Tað, sum hann er serliga
ørkymlaður av, er, at bara
tveir tjóðveldismenn, Her-
geir Nielsen og Heini O.
Heinesen, atkvøddu fyri.
– Vit høvdu annars alla
orsøk til at vænta, at, allur
tjóðveldisflokkurin fór at
taka undir við uppskotinum,
tí tað hava vit fingið vissu
fyri.
Hann sipar til eitt bræv,
sumSuðuroyar Oljuvinnu-
ráð fekk frá Hergeir Nielsen
í november í fjør.
– Í tí brævinum boðar
hann okkum frá, at málið
útgerðarhavnin
skuldi
leggjast í Suðuroynni.
Hann segði eisini, at
landsstýrismenn floksins
fingu til uppgávu at leggja
málið fram á landsstýris-
fundi.
Og har var tað umrøtt við
støði í tilmælinum frá tjóð-
veldisflokkinum um at
leggja virksemið í Suður-
oynni, sigur Hergeir Niel-
sen í brævinum til Suður-
oyar Oljuvinnuráð.
Ikki skikkaður
Næstformaðurin í oljuvinn-
uráðnum er tí rættiliga ør-
kymlaður av, at bara tveir
tjóðveldismenn atkvøddu
fyri uppskotinum at leggja
virksemið í Suðuroynni.
– Er tað so, at Tjóðveld-
ismenn veruliga hava sam-
tykt málið á fundi, men eru
bakkaðir í síðstu løtu, er tað
vanæriligt.
– Er tað hinvegin so, at
Hergeir
Nielsen
hevur
skrivað brævið uppá nakkan
á øllum Tjóðveldisflokkinu,
uttan at teir hava vitað av tí,
er hann ikki skikkaður at
sita á tingi.
– So hevur hann svikið
bæði oynna og veljaran
Og Rógvi Thomsen held-
ur, at tað er nógv, sum bend-
ir á tað seinna. Hann sipar
til, at beint tá ið hetta kom
fram í november í fjør, vóru
tað tinglimir úr Tjóðveldis-
flokkinum, sum vístu tí aft-
ur og søgdu, at tað passaði
ikki, at flokkurin var samd-
ur um hetta.
Fleiri viðmerkingar hevur
hann ikki í løtuni
Eitt misálit
Rógvi Thomsen heldur, at
atkvøðugreiðslan í tinginum
í gjár um oljuhavn í Suð-
uroynni er eitt misálit á Suð-
uroynni.
Hann heldur eisini, at at-
kvøðugreiðslan vísir, at
samgongan hevur sett sær
fyri at føra ein miðsavning-
arpolitikk.
–Atkvøðugreiðslan vísir
eisini, at tinglimir hava ikki
skilt ta álvarsomu støðu,
sum Suðuroyggin er komin
í, við lítlum barnsburðartali,
fráflyting og ongum ar-
beiðsmøguleikum hjá fólki
við útbúgving.
Hann setir nú sína einastu
vón til, at tingmenn taka
undir við uppskotinum, sum
tinglimir úr fleiri flokkum
ætla at leggja fyri tingið í
dag um at leggja oljuvinn-
una út til útjaðaran.
–Og eg má ásanna, at eg
eri bjartskygdur um atkvøð-
ugreiðsluna í morgin, tí eg
vænti, at tinglimir úr útjað-
aranum fara at standa saman
um tað.
– Tað er tað næstbesta, vit
kunnu fáa. Og verður tað
samtykt, vænti eg, at Suð-
uroyggin stendur rættiliga
sterk, tí vit hava í hvussu so
er tveir góðar firðir, sum eru
vælegnaðir til endamálið,
og so góðar umstøður eru
neyvan aðrastaðni í útjaðar-
anum, sigur næstformaður-
in í Suðuroyar Oljuvinnu-
ráði. Hann sigur hinvegin,
at taka tinglimir ikki undir
við at oljuuvinnan skal vera
í útjaðaranum, er tað tað
sama sum at gera av, at hon
skal vera í miðstaðarøkin-
um. Og tá fer fráflytingin
at at taka rættiligt dik á seg,
sigur Rógvi Thomsen.
Vit fingu ikki fatur á Her-
geir Nielsen, áðrenn blaðið
fór til pentingar
Hergeir sveik Suðuroynna
er viðgjørt á floksfundi og
at
tjóðveldisflokkurin
stendur sum ein maður í
spurninginum um oljuhavn
á Suðuroynni.
– Hergeir Nielsen sigur,
at málið um oljuhavn í Suð-
uroynni hevur fleiri ferðir
verið umrøtt á floksfundi.
– Og á einum floksfundi,
har tað varð viðgjørt, sam-
tykti flokkurin einmælt at
Brævið, sum Hergeir Nielsen sendi Suðuroyar Oljuvinn-
uráð 10. november í fjør
Hevur Hergeir Nielsen
skrivað brævið upp á nakk-
an á Tjóðveldisflokkinum,
er hann ikki skikkaður at
sita á tingi, heldur næstfor-
maðurin í Suðuroyar
Oljuvinnuráð