hósdagur 3. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
Framsýning hjá Reyni Service
leygardagin 5. feb. kl.9.00
Í sambandi við framsýningina hevur Fragd & Fimi kapping
kl. 15 - 17
Ársins og aldarinnar fyrsta bilframsýning hjá Toyota í
Føroyum og Reyni Service hevur ein hóp at vísa fram.
M.a. vera teir spildurnýggju Toyota Corolla sýndir fram.
Snøgga sniðið er hegnisligi innpakningurin til allar teir
framúrskarandi eginleikarnar, hesin bilurin hevur.
Umframt at hava verið ársins bilur og mest seldi bilur í fleiri
ár, hevur Corolla altíð borið orð á sær fyri at vera ein tryggur
og álítandi bilur. Bæði til tann unga óroynda bilføraran,
sum vil síggja út av nøkrum og eisini sum familjubilur, har
trygd og komfort verður sett í hásæti.
"MERKIÐ IÐ
BORGAR FYRI GÓÐSKU"
"MERKIÐ IÐ
BORGAR FYRI GÓÐSKU"
petur & petur • 320870
Leiðslurnar ikki við í politikkinum
Sambandstingmaðurin eftirlýsir, at leiðslurnar í Sam-
bandsflokkinum og Javnaðarflokkinum taka stig til at
finna felags breiða semji í staðin fyri bert at tosa
JOHN JOHANNESSEN
– Tosað og skrivað verður
millum sambandsflólk um,
at ljós sæst fyri einari breið-
ari semju við Javnaðar-
flokkin í sjálvstýrismálin-
um. Men trupulleikin við
hesum er, at talan bert er
um tos.
Heðin Morytensen, ið er
valdur inn á ting fyri Sam-
bandsflokkin í Suðursteym-
oy, heldur lítið um keglið,
sum í seinastuni hevur tikið
segg upp í Sambandsflokk-
inum, um í hvønn mun
flokkurin skal vera við til
at seta dagsskránna í mál-
inum um ríkisrættarligu
støðu Føroya.
– Vit hava fingið staðfest,
at fólk bæði úr Sambands-
flokkinum og úr Javnaðar-
flokkinum síggja møgu-
leika fyri semju millum hes-
ar flokkar og Fólkaflokkin
í málinum um ríkisrættar-
ligu støðuna. Men kortini
taka leiðslurnar í flokkun-
um eingi stig til at tosa sam-
an um hesi tingini.
Heðin Mortensen vísir á,
at tað ikki bert nyttar at
síggja innsiglingarljósið til
breiðu semjuna. Sambands-
flokkurin má eisini sigla við
inn í samráðingarhavnina,
heldur hann.
– Vit hava í uppskoti okk-
ara, »Nýggjar Tíðir«, fínan
farm, og mugu vit syrgja
fyri at skipa hendan farmin
upp á bryggjuna, har farm-
urin hjá Javnaðarflokkinum
eisini er. Har kunnu vit síð-
ani samráðast um, hvør skal
keypa hvat frá hvørjum, sig-
ur Heðin Mortensen.
Spurningurin er so, hví
hevur Heðin Mortensen ikki
gjørt nakað við hetta, til
dømis við at taka stig til
samráðingar.
– Tað kann eg væl, men
tað er ikki mín uppgáva at
virka sum leiðsla fyri flokk-
in. Eg havi gjørt vart við
mína ónøgd á rætta stað, og
kann eg nú ikki gera meir.
Heðin Mortensen heitir á
floksfelagar sínar um at
gevast við at kjakast um
fullveldismálið í bløðunum,
men heldur halda innanhýs-
is fund um málið. Annars,
heldur hann, fer málið út at
flóta, og tá verður keglið til
fyrimuns fyri landsstýrið.
– Sum nú er, bíði eg bert
eftir fundarboðum, sigur
Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen heldur, at leiðslurnar í ávíkavist Sambandsflokkinum og Javnaðar-
flokkinum mugu taka stig til samráðingar, skal breið semja finnast millum flokkarnar
báðar
Uppritið helst almannakunngjørt týsdagin
Á fundinum hjá Uttanlandsnevndini týsdagin verður endaliga avgjørt, um uppritið til samráðingarnar við donsku
stjórnina verður almannakunngjørt
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður og Høgni Hoy-
dal eru báðir samdir um, at
uppritið til samráðingarnar
við donsku stjórnina kann
almannakunngerast nær tað
skal vera. Men teir vísa á,
at uttanlandsnevndin eigur
endaligu avgerina.
Hergeir Nielsen, formað-
ur í uttanlandsnevndini, at
hann fer onga avgerð at
taka, uttan at ráðføra seg við
uttanlandsnevndina. Hon
hevur fund týsmorgunin, og
er tá semja um at lata al-
menninginum uppritið, sum
á brævbjálvanum, á perm-
uni og á øllum teimum 29
síðunum er stemplað í trún-
aði, ger Hergeir Nielsen
hetta fegin.
Latið tinglimum
Á seinasta fundinum í utt-
anlandsnevndini, ið var
mikudagin, var gjørt av, at
uppritið skal latast øllum
tinglimum - men skuldi tað
sjálvsagt latast í trúnaði.
Hetta kemur væl við hjá
tingfólki, sum síðani upp-
ritið varð latið uttanlands-
nevndini hava funnist at, at
lagna Føroya verður hildin
loynilig fyri teimum.
Sum skilst verður upprit-
ið í løtuni margfaldað, og
kunnu politikarar vænta sær
at fáa tað handað hvørja
løtu.
Kann vera til skaða
Hergeir Nielsen sigur so
mikið nógv longu vera likið
út um innihaldið í uppritin-
um, at tað kann vera til
skaða, verður tað ikki al-
mannakunngjørt. Vandi er
nevniliga fyri, at vit bert fáa
at vita negativar gitingar úr
uppritinum, verður tað
framhaldandi hildið loyni-
ligt.
Hinvegin sær hann eisini
ein vanda í, at uppritið verð-
ur almannakunngjørt. Tí tá
er vandi fyri, at politiska
kjakið um málið fer at fara
fram uttan um uttanlands-
nevndina, og er hetta, sam-
bært honum, ikki gott fyri
viðgerðina.
Løgmaður er samdur við
fyrra sjónarmiðnum hjá for-
manni uttanlandsnevndar-
innar. Hann heldur tað vera
skilagott at lata uppritið út
til almenningin, tá fjølmiðl-
arnir kortini longu hava
fingið hendur á tað. Verður
hetta ikki gjørt, sær hann
vanda fyri, at tað í staðin
bert fara at koma negativar
gitingar út um ritið
Anfinn Kallsberg sigur
orsøkina til, at ritið varð
handað uttanlandsnevndini
í trúnaði vera, at landsstýrið
ynskti at halda seg til van-
ligar mannagongdir viðvíkj-
andi slíkum málum.
– Vit hava einki ímóti, at
uppritið verður viðgjørt op-
ið, sigur løgmaður.
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo