Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 24 - 4. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 24 - 4. februar 2000 Biðja um eykajáttan til Strandferðsluna Vinnumálastýrið heldur seg einki annað val hava uttan at biðja løgtingið um fleiri pengar til Strandferðsluna EYÐUN KLAKSTEIN Tað er eingin onnur loysn á trupulleikunum á Strand- ferðsluni enn at lata stovnin fáa fleiri pengar. Tað heldur Vinnumála- stýrið, sum í løtuni fyrireik- ar eitt uppskot um eykajátt- an til Strandferðsluna. Málið hevur skund, og tí verður uppskotið lagt fyri tingið um stutta tíð. – Tað er óheppið at skula biðja um eykajáttan, tá fíggjarlógin júst er samtykt, men vit hava einki val. Tað ber ikki til at loysa uppgáv- una hjá Strandferðsluni við verandi játtan, sigur Hákun Steingrímson, leiðari á sam- ferðsludeildini í Vinnu- málastýrinum. – Vit mugu tryggja SL nóg mikið av pengum til at gera umvælingar og at leiga skip, tí annars kann stovn- urin ikki loysa sína uppgáv- u, sigur hann. Enn er krónutal ikki sett á eykajáttanina, men Hákun Steingrímson roknar við, at upphæddin fer at liggja um sjey milliónir krónur. Kanna stovnin Løgtingið noktaði annars í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini at lata Strand- ferðsluni fáa 10 milliónir eyka í ár 2000. Strandferðslan fekk tríggjar milliónir, og so varð lagt upp til, at stovnurin skuldi spara hinar sjey milliónirnar. Men nú sleppa tingmenn enn einaferð at taka støðu til tær sjey milliónirnar, sum Strandferðslan manglar í ár. – Saman við uppskoti- num fara vit eisini at leggja eitt upplegg um, hvussu vit kunnu gera sparingar á Strandferðsluni. Trupulleik- in er, at vit kunnu ikki gera so stórar sparingar eftir ein- um ári. Onkrar sparingar kunnu gerast beinanvegin, men nógvar krevja tíð, sigur Hákun Steingrímson. Vinnumálastýrið ætlar at endavenda Strandferðsluni og lýsa øll viðurskifti á stovninum í eini nýggjari frágreiðing, sum væntandi verður gjørd í ár. Men hvørki hendan frágreiðing ella viljin til at gera sparingar fáa loyst trupulleikarnar á Strand- ferðsluni, sum gerast alt meira átrokandi. Fleiri pengar mugu játtast til stovnin, heldur Vinnumála- stýrið. Avmarkað atgongd Ferðslan um Vestmannasund er órógvað av, at Sam og Ternan I ikki kunnu sigla sum ferðamannaskip. Suðroyingar, sum høvdu verið á flogi týsdagin, strandaðu í Havn EYÐUN KLAKSTEIN Í gjár og fyrradagin var ó- skil á ferðsluni um Vest- mannasund. Sjóvinnustýrið tók miku- dagin loyvi frá Sam og Ternuni at sigla sum ferða- mannaskip. Hetta tí, at skip- ini ikki høvdu skaffað sær GMDSS, sum tað annars varð kravt, at tey skuldu hava áðrenn 1. februar. Seinastu tveir dagarnar hava strandferðsluskipini tí siglt sum farmaskip, og tá kunnu tey bert taka 12 ferð- afólk. Hetta hevði við sær, at fráferðirnar hjá Atlantsflog og Maersk úr Vágum fyrra- partin í gjár vóru seinkað í ein hálvan tíma, tí ferðafólk bíðaðu eftir farti. Øll ferða- fólkini komu tó við flog- førunum. Sluppu ikki til Suðuroyar Týskvøldið vóru ferðafólk- ini frá flogfarinum seinkað, og fólk, sum skuldi til Suð- uroyar, strandaðu í høvuðs- staðnum. Ein teirra var Uni Mort- ensen, sum rekur Gisting- arhúsið í Øravík. – Vit vóru 20 minuttir ov sein til Havnar, men tað var ikki gjørligt at fáa Smyril at bíða, sjálvt um Strand- ferðslan sjálv hevði skyld- ina av seinkingini. Tað haldi eg verða ov vánaligt, sigur hann. Hann og eini 10 onnur ferðafólk, sum skuldu til Suðuroyar týskvøldið, gistu í Havn, og tey sluppu av Havnini klokkan 14.00 í gjár. – Tað vóru fleiri útlend- ingar, sum skuldu til Suður- oyar, men Strandferðslan hevði ikki hug at skipa fyri innivisti í Havn, og tí mátti eg hjálpa hesum fólkum. Tað bar ikki til at finna nakr- an ábyrgdarpersón á Strand- ferðsluni, sum kundi loysa trupulleikan, sigur Uni Mortensen. Í rættlag Tá blaðið fór til prentingar í gjár, vóru viðurskiftini við Ternan og Sam hava seinastu tveir dagarnar bara havt loyvi at taka 12 ferðafólk, og tað hevur órógva sam- fersluna Sam og Ternuni ikki komin upp á pláss, men tá vit tos- aðu við Magnus Magnus- sen, tekniskan leiðara á SL, fyrrapartin í gjár, roknaði hann við, at trupulleikin varð loystur í gjár. Hann segði, at neyðuga útgerðin var umborð á skip- unum til tíðina, men at nú var trupulleikin ein sýning- arspurningur. Fólk bíðaðu bæði á Oyra- gjógv og í Vestmanna fyrra- partin í gjár, hóast bæði Sam og Ternan sigldu í pendulfarti. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo støðirnar kring landið Heimabio Leiga videofilmar á hesum støðum: Statoilstøðin í Gundadali tel. 314770 Statoilstøðin í Kollafirði tel. 421083 Statoilstøðin í Saltangará tel. 449133 Statoilstøðin í Klaksvík tel. 457353 Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001 Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001 Statoilstøðin í Leirvík tel. 443360 Nýggir filmar hvørja viku BRIDE OF CHUCKY NÅR GODTFOLK KOMMER TIL BYEN FAMILIE TERAPI ARLINGTON ROAD Sosialurin - 311820 NÚ 5.490,- Vaskimaskina WP81000 • 1000 umf. • Top-Loader • Max 4,5 kg. • Fuzzy-kontrol • Restfuktigheit 61% v/1000 umf. • Við 60o bummull-vask: 59 ltr. vatn -1,0 kWh - 120 min. Fyrr 8.295,- Komfýrur HE142 • 4 kókiplátur: 2x14,5 og 2x18,0 • 1 bakipláta, 1 skuffa og 1 rist • Trad. ovn: yvir- og undirvarma • Clean emalja • Hædd: 850 (+25) mm. • Breidd: 600 mm. • Dýpd: 600 mm. • Orkunýtsla: 9,5 kWh Fyrr 5.195,- Vaskimaskina Fyrr 11.795,- Turkitrumla Fyrr 8.195,- Uppvaskimaskina Fyrr 8.195,- SERLIGT TILBOÐ HESA VIKUNA • Netto: 326 ltr. • Frystiorka um sam- døgrið: 22,0 ltr. • 2 kurvar • Ljós innan • Hædd: 895 mm. • Djúbd: 645 mm. • Breidd: 1280 mm. • Orkunýtsla um sam- døgrið:1,00 kWh • Orkunýtsla í eitt ár: 365 kWh Fyrr 4.695,- NÚ 2.900,- NÚ 5.490,- • Netto innihald: Køl 198 ltr. Fryst 143 ltr. • Vendbarar lúkar • Sjálv-virkandi avríming í køl • Hædd: 1888 mm. • Breidd: 598 mm. • Dýpd: 620 mm. • Orkunýtsla um samdøgrið: 1,60 kWh • Orkunýtsla í eitt ár: 584 kWh Fyrr 9.195,- Køli-og frystiskáp T062W NÚ 9.795,- NÚ 6.895,- NÚ 6.895,- NÚ 6.895,- NÚ 3.490,- Sosialurin - 311820 CARAVELL Frystiboks CL350 Lágorka Fegnast um oljuútbjóðingarlóg JAN MÜLLER Nú løgtingið við 2. viðgerð hevur samtykt uppskotið frá landsstýrinum til oljuleiting hevur blaðið roynt at fáa onkrar viðmerkingar frá oljufeløgum, sum eru hugað í Føroyaøkinum. Tey vit hava tosað við vilja bíða at gera viðmerkingar til upp- skotið er endaliga samtykt og 1. útbjóðingin alment er latin upp. Kortini hevur tað eydnast at fáa umboð fyri tey bæði føroysku oljufel- øgini at gera viðmerkingar. Graham Steward, nevnd- arformaður í Føroya Kol- vetni er fegin um, at løg- tingið hevur samtykt upp- runaliga uppskotið. Sjálvur heldur hann tað vera gott fyri komandi útbjóðingina, at hvørki alment oljufelag ella optión er við. -Kapp- ingin er ómetaliga hørð. Føroyar skulu kappast við útbjóðingar í Brasilia og Vesturafrika, og tí má man ikki gera støðuna torførari fyri eina føroyska útbjóðing við at taka alment oljufelag ella optión við. Graham Steward heldur ikki føroyingar missa nakað við ikki at hava optión við. -Føroyingar skulu fáa nakað burtur úr gjøgnum skattin, við at veita tænastur til vinnuna og við at vera við í føroyskum oljufelag. Formaðurin í Føroya Kolvetni dylur annars ikki fyri, at sjálvt um verandi uppskot verður samtykt, so er serskattaparturin ov tungur. -Eg haldi har skuldi als ikki verið nakar slíkur, men hetta er so ein avgerð hjá føroyingum. Ein má bara gera sær greitt, at ein avleiðingin kann blíva, at fleiri feløg ikki verða við í útbjóðingini, tí tey meta skattin ov høgan. Graham Steward, sum starvast sum stjóri í olju- felagnum Dana, búleikast nógv millum oljufólk, og tað er hansara meting, at tað verða í minsta lagi 3 feløg, sum ikki verða við í útbjóðingini, ið higartil hava víst áhuga. -Eg rokni við, at tað kanska vera í mesta lagi 10 oljufeløg við í útbjóðingini, tá avtornar. Graham Steward sigur seg annars vera nøgdan við, at tað ikki verður lóggivið um, at alt oljuvirksemi bara skal liggja á einum ávísum plássi, hóast hann sigur seg væl skilja, at suðuroyingar eru vónsviknir. Hann heldur tó, at tað skuldi verið nokk til allar, tá avtornar. Atlants Kolvetni Stjórin í Atlants Kolvetni, Wilhelm Petersen er eisini nøgdur, nú tingið hevur sam- tykt upprunaliga uppskotið Stjóri og nevndarformaður í teimum báðum privatu føroysku oljufeløgunum, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni halda, at tað var rætt ikki at taka alment oljufelag ella optión við í útbjóðingarlóg frá landsstýrinum, sum hann heldur er eitt sera gott og væl gjøgnumarbeitt uppskot. Hann heldur ikki, at tað er nakað bakkast fyri Føroyar, at alment oljufelag ella optión ikki kom við. Hann heldur, at samfelagið peningaliga fær mest burtur úr við tí skattaskipan, sum er ásett í uppskotinum. -Tað almenna skal seta karmarnar, meðan tað pri- vata skal reka vinnuvirk- semi. Hetta er tíanbetur tann gongdin, sum vit síggja í Føroyum í dag. Wilhelm Petersen er eis- ini nøgdur við, at broyting- aruppskotið at leggja alt olj- uvirksemi til Suðuroynna fall. Hann heldur, at alt tað føroyska vinnulívið og eis- ini Suðuroyggin skulu vera við í útviklinginum. Allir skulu hava sama møguleika til at vera við. Stjórin í Atlants Kolvetni er ikki samdur við Graham Steward í hinum føroyska oljufelagnum, tá prátið kemur inn á serskattin. -Ser- skatturin kemur bert inn í myndina, tá man hevur sera høgan prís og sera stór felt. So hetta verður ein luks- ustrupulleiki. Tá hava olju- feløgini fingið eitt gott av- kast, og við serskattinum tryggjar tú tær, at oljufel- øgini ikki fara avstað við øllum. Wilhelm Petersen sigur, at treytirnar vit seta oljufeløgunum mugu ikki verða ov harðar, soleiðis at eingin áhugi verður fyri at leita her. -Eftir míni meting er verandi lóg í tráð við hesa sannroynd, og alt í alt er uppskotið til oljuleiting skil- agott og til gagns fyri Før- oyar. Samd um barnafrádrátt EIRIKUR LINDENSKOV Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskoti- num hjá Krisiani Magnus- sen um at broyta skatta- lógina soleðis, at barnafrá- drátturin eisini skal galda fyri børn millum 16 og 18 ár. Kristian Magnussen segði, tá hann legði upp- skotið fram 20. januar, at hetta var fyri at lætta um hjá barnafamiljum. Eisini segði hann, at samfelagið er so nógv broytt síðani reglan um, at barnafrádrát- turin bert skal umfata børn undir 16 ár kom i gildi í 60‘unum. Hann vísti á, at børnini ganga longri í skúla í dag, og at vit eisini hava kravda 9 ára skúlaskyldu, og tá verða tey ungu 16-17 ár áðrenn tey eru liðug við skúlan. Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjar- málum, umboð fyri Fíggj- armálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Frá Toll- og Skattstovu Føroya hevur nevndin fingið yvirlit yvir kostn- aðin av at hækka aldurin fyri barnafrádrátt til 18 ár. Yvirlitið vísir, at verður aldurin fyri barnafrádrátt hækkaður til 18 ár verða 1238 børn afturat fevnd av lógini, og samlaði kostn- aðurin er 8.706.200 krón- ur. Harmonikutreff í Vágum ÓLAVUR Í BEITI Um vikuskiftið verður Harm- onkutreff í Vágum, og ætlanin er at harmonikuleikararnir skulu rættiliga gera vart við seg. Verður veðrið til vildar fara leikararnir at spæla úti í Miðvági, Sandavági og Sørvági og verður hetta klokkan 15.00 leygardagin. Seinni sama dag, klokkan 23.00, verður so stóri dans- urin í Sørvági, har allur inn- komin peningur fer til at fáa SÍ-húsið liðugt. Harmonikuleikararnir skulu gista á Sørvágs Skúla og ætlanin er so eisini at teir fara at venja og hugna sær, meðan teir eru í Vágum, og tá eru eisini vælkomnir harmo- nikuleikarar úr allari oynni, verður sagt frá SÍ. Allir heimadystir hjá FS- Vágum skulu spælast á vøllinum í Sørvági í ár, og tí er sera umráðandi at fáa nýggja bygningin hjá SÍ lidn- an til tíðina. Og sum skilst á umboðum fyri SÍ, er brúk fyri nógvari og góðari arbeiðshjálp at fáa SÍ-húsið liðugt, tó at dugnaligir og trúgvir stuðlar eru so at siga hvønn dag í húsunum og arbeiða. Einir 40 harmonikuleikarar fara at spæla í Vágum um vikuskiftið. Allur peningurin, sum kemur inn leygarkvøldið fer til at fáa SÍ-húsið liðugt til fótbóltskappingina í ár