Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Konsertir Konsertir við Eivør Pállsdóttir og Shalder Geo DAGFINN OLSEN Í gjárkvøldið, hóskvøld, spældi Ei- vør Pálssdóttir Kvartett í Kleopatra í Havn. Nú halda tey fram konsertferðina. Vegna veður, var konsertin í síðstu víku í Gøtu flutt. Um vikuskiftið fara Eivør Pallsdóttir Kvartett og Shalder Geo á pall í Losjuni í Gøtu. Grót skipar fyri konsertini, sum er í kvøld, fríggjakvøld klokkan 20:00. Leygarkvøldið spæla bólkarnir í Atlantis í Klaksvík. Henda konsertin verður klokkan 20:00. Sjúkrasystraskúlin undir annað stýri Helena Dam á Neystabø og Signar á Brúnni skrivaðu í gjár undir skjal, sum staðfestir, at Sjúkrasystraskúli Føroya nú ikki longur er undir Almanna- og Heilsumálastýrinum, men undir landsstýrismanninum í undirvísingarmálum. Samstundis verður farið undir almanna- og heilsuútbúgvingar DAGFINN OLSEN Sjúkrasystraskúli Føroya er nú fluttur frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til Undirvísingar og Menta- málastýrið. Á samkomu fyrrapartin í gjár skrivaðu landsstýris- menninir á báðum økjum undir avtaluna. Skúlin, sum er settur á stovn í 1960, er tann sein- asti av sínum slag í Norð- urlondum, sum verður flutt- ur undir undirvísingarverk- ið. Framvegis samstarv Høgni Joensen takkaði á samkomuni fyri seg sum skúlaráðsformaður fyri skúlan. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, bar fram røðu. – Tað er sjálvandi við sorgblídni, at eg sum lands- stýriskvinna í heilsumálum á henda hátt sigi fyrisiting- arliga farvæl til sjúkra- systraskúlan. Tí vit hava al- tíð verið sera errin av sjúkrasystraskúlanum, og eg tori at siga, at skúlin hev- ur virkað væl og at tær út- búgvingar sum hann hevur kunnað givið føroyingum, hava verið á høgum støði. Tað er ongantíð sáddur nak- ar ivi um, at føroyskar sjúkrasystrar eru sera væl útbúnar, og hava eina góða barlast, segði Helena Dam á Neystabø. Hon nevndi eisini, at talan er ikki um endaligt farvæl, tí samstarv verður framveg- is. – Eg vil til endans nýta høvi at minna Signar á Brúnni á, at tað verður framvegis heilsuverkið bæði tað føroyska og heilsu- verkið í øðrum londum, sum skal taka ímóti teimum, sum nema sær útbúgving á sjúkrasystraskúlanum. Tað er tí umráðandi at vit varð- veita eitt neyvt samstarv um, hvørji krøv eiga at Í gjárkvøldið, hóskvøldið, sang Eivør á Kleopatra í Havn og í kvøld er hon í Gøtu verða sett útbúgvingunum, segði Helena Dam á Neystabø millum annað. Signar á Brúnni nevndi í røðu síni, at ein felags meg- inregla í nútímans útbúgv- ingarpolitikki er tann, at út- búgvingar so vítt møguligt verða savnaðar undir einari ráðstovu. – Í sambandi við at lóg- aruppskotið um almanna- og heilsuútbúgvingar varð lagt fram av nýggjum, gjørdu landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum og landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum tann 25. september 1998 av at kann møguleikarnar fyri, at Sjúkrasystraskúli Føroya skuldi kunna gerast másløki hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Aðal- stjórarnir fingu til uppgávu at fyreika hetta mál og úr- slitð gjørdist ein arbeiðs- bólkur, ið legði fram álit í mars 1999, segði Signar á Brúnni. Stórsinni Við samanleggingini verður eisini sett á stovn almanna- og heilsuútbúgving og fegn- aðust landstýrisfólkini um, at tað nú ikki longur verður neyðugt at fara uttanlanda at nema sær hesa útbúgving. – Eg vil takka nevndini fyri eitt gott arbeiði. Helena Dam á Neystabø hevur í hesum sambandi víst stór- sinni við at lata hesa út- búgving frá sær fyri at savna hana í eina størri eind. Eg vil nýta høvið til at takka Helenu fyri hesa avgerð hennara. – Arbeiðsbólkuirn kom eisini til ta áhugaverdu nið- urstøðu, at tað fór at bera til, at húsa báðum útbúgv- ingum í somu skúlaskipan. Hetta hevur verið roynt utt- anlands við góðum úrsliti, segði Singar á Brúnni mill- um annað. Byrja í august Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Menta- málastýrinum greiddi nærri frá ætlanunum framyvir. Sjúkrasystraskúlin verður undir Heilsumálastýrinum eina tíð afturat og eisini í somu hølum, sum nú. Ein 5 ára avtala er gjørd um hølisviðurskiftini. Longu eftir summarfrítíð- ina byrja nýggju útbúgving- arnar. Har verður møguleiki at taka heilsuhjálparaútbúgv- ing, ið er 1 ára útbúgving, og heilsurøktaraútbúgving, ið tekur 1 1/2 ár. Fyri báðar útbúgvingar galda 1/3 skúlagongd og 2/3 starvs- venjing. Eisini kann ein fara víðari til sjúkrasystir hendavegin og t.d. eisini til ljósmóðir. Petur Petersen kom inn á mongu fyrimunirnar við samstarvi. Betri nýtsla av fíggjarliga tilfeinginum, starvsfólki og annað. Rektari og fulltrúi Fyri framman er at seta út- búgvingarráð við 5 limum við fakligum innliti. Lýsast skal eftir rektara. Leiðandi lærarar skulu setast til báðar útbúgving- arnar. Nýggjur fulltrúi er settur, sum skal seta alt hetta í verk. Tað er Kristianna Ja- cobsen. Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, skrivaðu í gjár undir avtalu um, at Sjúkrasystraskúli Føroya nú skal undir Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Samstundir verða settar á stovn almanna- og heilsuútbúgvingar í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Kristianna Jacobsen, er sett sum fulltrúi 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 24 - 4. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 24 - 4. februar 2000 Skotin John McSherry er sangari á nýggju útgávuni hjá Jørgini Dahl, sum kemur út í dag Jørgin leitar heimaftur Ummæli: Við nýggju soloútgávuni leitar Jørgin Dahl heimaftur til røtur- nar. Tónleikurin er symfoniskur rock- ur við einum dámi av farnari tíð Oliver við Neyst, lista- maður, hevur málað myndina á kápuni Jørgin Dahl: Lost Pilgrims (Tutl, 2000) Hann er meira besnissaður, enn hann hevur verið. Ósmædni spontaniteturin frá útgávunum hjá Straight Ahead er burtur. Nú er talan um væl tilrættalagdan sym- foniskan tónleik, har tónar úr 70‘unum og 80‘unum ikki verða fjaldir. Í frálíka sanginum Time to go home verður sungið, at nú er tíð at fara heim til røturnar, og onkursvegna er hendan útgávan eitt ynski hjá Jørgini um at leita aftur til føroyskan tónleik, har hann hevur havt so nógvar sigrar. Jørgin ætlar sær ikki heimaftur til Føroya at búgva, men gjøgnum nýggju útgávuna fær hann hóast alt høvi at senda 12 skeringar við tónleiki, hann hevur gjørt og lagt til rættis, heim til føroyingar. Og komponisturin við teimum nógvu stóru avrik- unum aftanfyri seg, hevur avrikað eina fløgu, sum staðfestir, at hann útviklað sín tónleikastíl, síðani hann miðskeiðis í 80‘unum flutti til Danmarkar at búgva. Øðrvísi Lost Pilgrims er ein fløga Edward Fuglø í Lista- skálanum við tónleiki, sum fólk ikki vanliga seta í samband við Jørgin Dahl. Fyrstu tónarnir á fyrsta lagnum, When tuesday came, geva fyrstu ábending- arnar um, at symfonisk ljóð- føri spæla ein týðandi leik- lut í rocktónleikinum, sum Jørgin Dahl ger anno 2000. Tað hoyrist tó aftur, at løgini eru skrivað av tiltikna sangskrivaranum úr Klaks- vík, og millum skeringarnar eru sangir, sum kunnu ger- ast hitt. Ikki hitt bara fyri at verða hitt, men sangir sum kunnu standa eftir. Jørgin Dahl syngur ikki sjálvur, og hann hevur bara gjørt eina av yrkingunum, tí hoyrist tað ikki eins væl hesaferð, at talan er um tón- leik hjá Jørgin Dahl, sum tá fólk seta eina plátu hjá Straight Ahead á. Men hann hevur gjørt øll løgini, og hann hevur produserað tón- leikin, og tað týðandi avrik í sær sjálvum. Sangarin John McSherry ger eitt gott arbeiði, og á sangunum sum Moments og Time to go home fer hann rættiliga á flog. Tað eru eis- ini hesar báðar balladurnar, sum eftir fyrstu gjøgnum- spælingarnar fanga oyrað, men sangir sum When tues- day came, Seventh minute og I´m walking on pillows blanda seg eisini uppí Stórsligið Tónleikurin er gjøgnum- førdur symfoniskur rockur, og tað kann staðfestast, at stóru rockbólkarnir í 70- unum ikki hava spælt til fánýtis. 80‘ini geva eisini Jørgini íblástur, men hann setir saman løg, tónar og arrangment saman soleiðis, sum eingin annar í Føroyum ger, og tí spyrst eitt serstakt úrslit burtur úr. Tónleikurin er stundum stórsligin við kóri, strúka- rum og øllum teimum elekt- risku ljóðførunum. Detalj- urnar eru nógvar, og úrslitið er lítið føroyskt. Jørgin Dahl hevur altíð havt ein altjóða stíl, og hendan stílin endurskapar hann á Lost Pilgrims. Mun- urin er bara, at Jørgin Dahl er 16 ár eldri enn seinast, hann var við á eini veru- ligari útgávu, og onkurs- vegna hevur tað eitt meira sofistikerað ljóð við sær. Men grundarlagið undir øllum tónleikinum hjá Jørg- ini er, at hann leggur seg eftir at gera løg, sum kunnu bera sangin, og soleiðis er eisini hesaferð. Hann ljóðar framvegis øðrvísi enn aðrir føroyskir komponistar gera, og hann torir at gjøgnumføra tað, sum hann heldur verða rætt- ast og best. Tað hevur altíð verið eyð- kenni hjá Jørgini Dahl, og Lost Pilgrims vísir, at Jørgin framvegis hevur nakað upp á hjartað tónleikaliga. Lost Pilgrims kemur út í dag.Tað er plátufelagið Tutl, sum stendur fyri útgávuni. Eyðun Klakstein Listamaðurin Edward Fuglø fer at hava ársins fyrstu framsýning í Lista- skálanum í Havn. Fram- sýningin við listarmann- inum úr Klaksvík letur upp leygardagin klokkan 16.00. Á fyrstu framsýningini hjá Edwardi í Listaskála- num verða oljumálningar og gouachemálningar sýndir fram. 34 ára gamli Edward Fuglø er útbúgvin pall- mynda- og búnateknari frá skúlanum fyri brúkslist í Keypmannahavn. Síðani hevur Edward gjørt pallmyndir í Føroy- um, Danmark og Íslandi, og seinnu árini hevur hann eisini skrýtt barna- og skúlabøkur. Edward hevur eisini ar- beitt sum listamálari, og hann hevur millum annað sýnt fram í Norðurlanda- húsinum, í Smiðjuni í Lítluvík og á Ólavsøku- framsýningini. ek Helst eyka- konsert við Creamy Enn er endaliga avgerðin ikki tikin, men tað tykist sum ein eykakonsert við hálvføroysku poppduoini Creamy er komin nærri. Atgongumerkini til kon- sertina, sum verður í ítrótt- arhøllini í Runavík sunnu- dagin 20. februar kl. 17.00, vóru seld eftir fimm døg- um, og tað er neyvan áður komið fyri, at yvir 1800 atgongumerki eru seld eft- ir so stuttari tíð. Ætlanin var at hava eina konsert í Havn eisini, men hendan konsertin var í fyr- stu atløgu tikin av skránni. Men eftir at útselt er til konsertina í Runavík, er konsertin í Havn aftur komin uppá tal. Í løtuni eru samráðingar millum umboðsfólk hjá Creamy og fyrireikararnar um at gera eina eykakon- sert í Havn. Partarnir hava ikki verið samdir um treyt- irnar fyri hesa konsertina, men eftir tí, sum vit hava frætt, er ein eykakonsert nærri veruleikanum, enn hon hevur verið. Um tað verður avgjørt at hava eina konsert í Havn, verður hon í ítrótt- arhøllini á Hálsi leygar- dagin 19. februar. Saman við Creamy fara eisini Kular røtur úr Klaks- vík at spæla. ek ÷60% REST- ÚTSØLA UNITED COLORS OF BENETTON. Sverrisg¿ta 17 ¥ 100-T—rshavn ¥ Tel. 317661 UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF Sosialurin - 311820 Upp- og afturlatingartíðir: Mán.-mik.kl. 10.00-17.30 Hós.-frí. kl. 10.00-18.00 Ley. kl. 10.00-14.00 Fríggjadagin og leygardagin